Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. november 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 - 3. november 2006 9 tíðindi uppundir, at tey kunnu taka um hvønn annan, meðan eg taki myndina – ella, at menninir kunnu hálsfevnast, nú alt tíbetur endaði í øllum góðum. Men nei, tað vilja rættir menn ikki. Og soleiðis verður tað. Bæði Helgi og Alfred, sum saman við manning síni vóru fyri hesi hending umborð á Thor Sentry, hava siglt alt sítt lív, men hvørgin teirra hevur áður upplivað, at skipið hevur fingið ein slíkan umgang sum hendan seinnapartin í Norðsjónum. Eg takki fyri, at eg slapp at avmynda tey fýra, Helga og konuna, Maluna og Alfred og konuna, Guðruna. Seinni í gjárkvøldið ringdi eg aftur til Helga og prátaði við hann um hendingina í Norðsjónum – dagin fyri allahalgannadag. - Veðrið var ringt. Tað var ódn og ringur sjógvur, sum tað oftari er í Norðsjónum. Hann var høgur í ættini, og høgættin plagar at roynast illa í illveðri. Helgi sigur, at hann og stýrimaðurin ganga 6 og 6 tímar vakt í senn, og hendan seinnapartin hevði hann frívakt, meðan Alfred einsamallur var á brúnni. - Eg lá í koyggjuni og hvíldi meg, tá ið eg hoyrdi, at motorurin slakkaði av – og eg visti, at nú var ein stórur sjógvur á veg. Skiparakamarið umborð á Thor Sentry er aftanfyri brúnna, og beint eftir ógvusliga brestin, reyk hurðin upp og sjógvur og annað, sum var uppi á brúnni, kom sendandi inn í skiparakamrið. - Eg gjørdist rættiliga skakkur og tað fyrsta, eg hugsaði, var um mannin, sum var á brúnni. Eg leyp upp, men har sá ikki tespiligt út. Í fyrstani sá eg ikki stýrimannin, sum í góðum sjómansskapi hevði blakað seg niður á dúrkið, tá hann varnaðist, hvussu vorðið var. Løtu seinni kom stýrimaðurin brótandi uppundan øllum tí, sum varð skrætt leyst og lá og fleyt umkring í øllum hurlivasanum. El- talvur og annað hekk leyst og leidningar hingu og neistaðu. Helgi sigur, at fýra rútar á brúnni vóru knústir umframt rúturin í hurðini aftureftir. - Tað, at rúturin í hurðini aftureftir eisini fór í knús, gjørdi, at nógvur sjógvur, sum kom inn, fór útaftur aftureftir. Hann sigur, at á brúnni var nógv í knúsi og millum brotið glas, lógu brotnar hillar, brotnar hurðar, leysar el-talvur, og eitt stórt petti varð brotið úr skottinum aftanfyri á brúnni. - Tað, sum ikki lá eftir av leysum á brúnni, var komið ”drønandi” niður í kamarið, sum hann tekur til. Helgi sigur, at tað fyrsta, hann hoyrdi Alfred siga, var at biðja um at fáa fólkið upp á brúnna, so teir kundu fara í holt við at seta okkurt uppfyri brotnu rútarnar. - Vit settu ymiskt upp­ fyri, sum lá á brúnni, eitt nú teppir, sum vóru á gólv­ inum og ymiskt annað, sum lá og rakst. Skiparin á Thor Sentry sigur, at hvørki hann ella stýrimaðurin, Alfred Eliasen hava upplivað ein slíkan sjógv áður. - Eg havi hoyrt um hetta fyribrygdi í Norðsjónum – at slíkir sjógvar kunnu taka seg upp, og nú havi eg so upplivað tað sjálvur, og tað er ikki tespiligt, sigur Helgi Henriksen, sum saman við Alfredi er fegin um at vera heima aftur í øllum góðum. Tað er lítið heilt eftir á brúnni á “Thor Sentry”. Brúgvin á “Thor Sentry” lík­ist mest einum ó­rudd­ iligum kjallara, og har er einki, sum kann brúkast. Sjógvurin, sum skipið fekk, breyt allar rútarnar. Brúgvin fyltist við sjógv heilt upp undir loftið, og alt, sum var á brúnni, varð oyðilagt. Brúgvin er ikki skeikl­ að, men stoyturin var so mikið harður, at plát­urnar framman á brúnni eru trýstar inn, so rivjabeinini síggjast týð­i­ liga. Gunnbjørn Joensen hjá Thor heldur, at skaðin kundi verið uppaftur størrri, um skipið ikki hevði ein spælmotor framm­an fyri brúnna stýr­ i­borðs­megin. - Hann man hava tikið nak­að av stoytinum. Ann­ ars hevði brúgvin helst fingið uppaftur størri skaða, heldur hann. Í gjár vóru Gunnbjørn Jo­ensen og eitt umboð fyri Tryggingarfelagið í Hanst­ holm og kannaðu skaðan, sum “Thor Sentry” hev- ur fingið. Tá skaðin er gjørdur upp, verður av­gjørt, hvar skipið skal umvælast. Eitt annað skip hjá reið­ a­rí­num, “Thor Guardian”, hev­ur yvirtikið vakt­ ar­ar­beiðið hjá “Thor Sentry”. Alt farið Á brúnni er lítið og einki heilt eftir avsneyð og aftur til lívið Skipari og st‡rima›ur á Thor Sentry, Helgi Henriksen og Alfred Eliasen, eru heim aftur í øllum gó›um. Konurnar bá›ar, Malan og Gu›run, vóru ímóti teimum á flogvøllinum í gjár Mynd: Vilmund Jacobsen