Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. november 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 213 - 3. november 2006 Tað er ein ómetaliga stórur heiður, at Bogi Hansen, ein av okkara fremstu granskarum, hevur fing­ið norðurlendsku umhvørvisvirðislønina. Henda virðisløn er ein sera stór altjóða viðurkenning fyrst og fremst av granskaranum Boga Hansen, men ikki minst av tí stóra og sera vælkvalificeraða granskingararbeiði, ið fer fram víða hvar av tí árini, sum menniskjans virksemi hevur á havumhvørvi og veðurlag. Vit kunnu so loyva okkum at leggja afturat, at nakað av hesum heiðuri drýpur á alla ta føroysku tjóðina. Landsmenn fegnast av heilum og reinum hjarta, tá tað gongst einum av okkara væl og tá ein føroyingar megnar at gerast kendur fyri tað góða úti i stóru verð. Vit hava ikki so nógv av slagnum. Tann, sum á eitt nú DR 2 lurtaði eftir orða­ skiftinum um tiltøk móti óhepnum og vanda­ miklum veðurlagsbroytingum, legði til merkis, at fleiri av røðarunum siteraðu takkarrøðu Boga Hansens, har, ið hann sigur, at nú mugu politikkararnir átaka sær eina ábyrgd fyri gongdini. Hetta vísir, at tað ber til at fáa politikkarar at lurta. Nú mugu og skulu politikkarar lurta eftir granskarunum og teirra ávaringarrópum. Tað er ein ómetaliga stór ábyrgd, ið nú liggur á herðum politikkarana. Sum støðan nú er vorðin, kann eingin politikkari koma og pástanda, at hann ikki visti betur. Nú vita øll, sum hava eygu og oyru, at vandi er á ferð, og at vit mugu broyta kós ongantíð ov skjótt. Vit hava øll eina stóra medábyrgd. Vit kunnu ikki halda áfram við okkara ótálmaðu nýtslu av tí tilfeingi, ið finst á klótuni. Vit mugu finna alternativar og varandi orkukeldur, og vit mugu finna burðardyggar framleiðsluhættir, og vit mugu skipa flutning á sjógvi og landi eftir hesum meginreglum. Føroyingar mugu vísa ábyrgd. Vit eiga at taka við Kyoto sáttmálanum og seta ítøkilig tiltøk í verk fyri at minka um útlátið av vaktrarhúsgassum.Vit eins og allur heimurin eiga at lurta eftir Boga Hansen og øllum starvsfeløgum hansara kring allan heimin. Gott í teg Bogi - og góða eydnu víðari. Sosialurin Lurtið eftir Boga! Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Um tit ikki ætla at gjalda kostnaðin av at veita før­ oyskum smábørnum við serligum tørvi nøktandi hjálp, sigið so frá nú, so vit kunnu flyta til annað land, har vit fáa ta hjálp, okkum tørvar At hava serligan tørv. Hetta heitið sigur alt. Tá eitt barn hevur serligan tørv, so er tað øðrvísi enn onnur og hevur ávísa og serliga hjálp fyri neyðini. Tíbetur hava vit møgu­ leikarnar at nøkta henda serliga tørvi her á landi. Skúlin á Trøðni er ein stovnur, ið er gjørdur júst til tey børn, ið hava serligan tørv, og sum hevur fungerað sera væl. Har er nógv serútbúgvið fólk, ið starvast innan ym­ isk serøki, t.d. fysio­terapi, sjón, hoyrn, alterna­tiva kommunikatión, talu­peda­ gogikk og social­pedagogikk, fyri at nevna nøkur. Ikki tykkum at siga, er tað ein stórur fyrimunur at hava so nógvar yrkisgreinar und­ir somu lon. Flestu av starvsfólkunum hava áravís av royndum, og tey hava øll hug og vilja at arbeiða við og hjálpa hesum børn­ unum. Hølini eru góð og væl­ egnað, tí tey eru jú gjørd júst til endamálið. Har eru í rúgvuvís av stimbrandi amboðum, sum eru ætlað at nøkta serliga tørvin og hjálpa børnunum at koma fyri seg sum best. Føroysk smábørn hava sostatt ein framúr møgu­ leika at fáa hjálp til ta menn­ing, sum tey ikki sjálv megna at skapa. Tey hava ein framúr møguleika at fáa eitt virðiligt og gott lív, har tað eru tey og teirra menningarstøði, ið seta dag­skránna. Og tað sigur seg sjálvt, at jú fyrr byrjað verður, jú betri verður úr­slitið. Skulu vit flyta av landinum? Tí er tað ógvuliga hugstoytt at frætta, at Skúlin á Trøðni ikki tekur ímóti øllum børnum við serligum tørvi. Avgerð er nevniliga tikin um, at dagligu tilboðini bert skulu vera galdandi fyri børn, ið eru 7 ár og eldri. Hetta hevur ta vanlukku­ ligu avleiðing, at tað í løt­ uni eru nøkur heilt fá børn yngri enn 7 ár, ið ikki røkka aldursmarkinum, og verða slept upp á fjall. Vit eiga eitt teirra. Tá sonurin ikki sleppur inn á einasta stovnin, ið er gjørdur til børn við ser­ligum tørvi, hava vit tveir møguleikar eftir. Ant­in verur annað okkara heima og ansar soninum, ella fáa vit ein stuðul frá Almannastovuni, sum kann hava dreingin, ímeðan vit eru til arbeiðis. Trupulleikin er bert, at hvørki vit ella ein stuðul frá Almannastovuni eru fak­ fólk. Vit kunnu gera okkara besta, men tað hjálpir ikki dreinginum við hansara menning. Vit duga ikki at nøkta hansara serliga tørv, tað mugu fakfólk til. Tí er hvørgin av møguleikunum ein nøktandi loysn. Vit skilja á lagnum, at tað er ein spurningur um pengar. Men pengar skulu nýtast til dreingin óan­sæð – antin til mista ar­beiðsinntøku til annað okkara, tí vit noyðast at vera heima hjá heilaskadda barni okkara, ella til ein stuðul. Hví ikki heldur nýta peningin, har hann veruliga ger mun? Skúlastjórin hevur játtað at taka hesi børnini inn á skúlan, um bert peningalig játtan fylgir við. Og tað er greitt, at sonur okkara ikki kann bíða eftir hjálp til smábarnamenningina, inn­ til hann verður 7 ár. Tá tað snýr seg um tað dýrabarasta, vit hava, kunnu vit ikki gera neyðsemjur. Serliga ikki, tá tað gongur út yvir menningina og har­ við lívsmøguleikarnar og lívsgóðskuna hjá soni okk­ ara. Tí noyðast vit at spyrja: Vilja tit gjalda og geva lítla soni okkara ein møguleika? Ella skulu vit flyta og fáa neyðugu hjálpina uttan­ lands? Við vón um skjótt svar. Vælsignaðu Jógvan á Lakjuni og Hans Pauli Strøm! Tað er við tungum huga, at felagið hevur lisið bræv tygara við avgerð um ikki yvirhøvur at reisa mál­ ið um at taka órinið frá løgtingsmanni, soleiðis sum felagið bað um. Vit kunnu nú staðfesta, at tað, sum løgtingsmaðurin førdi fram frá tingsins røð­ arapalli um ein heilt ávísan part av tí arbeiðandi fjøldini, fellur innan fyri mark og kann saktans endurtakast frá tingsins røðarapalli. Slíkt elvir til, at niðurgerð, illgitingar og skuldsetingar móti persónum í okkara samfelag, sum ikki hava møguleika at forsvara seg (og ikki ein gong sleppa at forsvara seg í rættinum), fara at halda fram, alt utt­an at løgtingsins for­ manskapur letst um vón. Besta prógv um hetta er, at løgtingsmaður herfyri legði eftir einum uppaftur meira avmarkaðum parti av fólkinum, uttan at for­ maðurin yvirhøvur lat við seg koma. Tað merkir, at í Føroy­ um í dag stendur tað løg­ tingslimum púra frítt, við formanskapsins góðtøku, at spilla partar av fólkinum út, uttan at tað fær nakrar fylgjur ella átalu, og uttan nakar sleppur at draga teir til svars fyri tað. Vit staðfesta tí, at niður­ støðan frá formann­skap­ inum, hevur givið virðingini fyri Føroya Løgtingi eitt álvarsamt skot fyri bógvin. Foreldur Eydna Skaale og Ragnar við Streym Virðingin fyri Føroya Løgtingi skot fyri bógvin formaður Starvsmannafelagið Gunnleivur Dalsgarð,