fríggjadagur 3. november 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213 - 3. november 2006
11
Spurningurin, um tey sam
kyndu skulu verða vard av
revsilógini er enn einaferð
komin inn um tinggáttina,
og málið hevur vakt stóran
ans í donsku fjølmiðlunum.
Tað er heilt greitt, at Før
oyar verða skírdar sum eitt
trongdskygt samfelag, ið
ikki vil kennast við sam
kynd. Tað kann tykjast
ørkymlandi, at tá ið danskir
fjølmiðlar endiliga vísa
Føroyum ans, snýr tað seg
oftast um viðurskifti, sum
á ein ella annan hátt seta
okkum í eitt minni dámligt
ljós. Hesuferð kunnu vit
føroyingar
í
Danmørk
tíverri ikki annað enn taka
undir við fjølmiðlunum og
við ringum tannabiti. Før
oyingar fara illa við sínum
egnu samkyndu, og tað
kunnu vit í MFS-ráðnum
(Meginfelag
Føroyskra
Studenta) ikki longur góð
taka. Føroyska samfelagið
má tryggja teimum sam
kyndu betri umstøður í
Føroyum, soleiðis at tey,
ið lesa í Føroyum, kunnu
verjast av lógini og ikki
kenna seg trýstan av land
inum. Samstundis skulu
samkynd uttanlands kenna
seg vælheimafturkomnan
eftir loknan lestur.
Tað hevur alstóran skund,
at løgtingsfólk taka støðu
til at verja allar føroyingar,
sum búgva í okkara landi.
Vit kunnu ikki góðtaka, at
limir okkara, fyrrverandi
limir og møguliga komandi
limir kunnu verða útsettir
fyri tilvitaðum álopum, av
tí at landsins myndugleikar
ikki meta tað vera neyðugt
at verja hendan bólk við
lóg. Hendan próvførslan er
ikki longur haldgóð. Tað er
alneyðugt at verja hendan
bólk líka so nógv, sum
tað hevur víst seg at vera
neyðugt at verja fólksins
trúðarlív og húðarlit. Tað
er syrgiligt at viðganga;
men vit føroyingar hava
ikki megnað at latið hjørtu
okkara rúmað ein framm
anundan sárbæran og útsett
an bólk í samfelag okkara.
Í Visjón 2015 verður
komið inn á, hvussu vit skulu
handfara alheimsgerðina.
Vit halda ikki, at politikarar
kunnu tosa um at fylgja
við og byrgja seg til
alheimsgerðina, um teir
ikki samstundis eisini vilja
tryggja, at eitt modernað
demokratiskt samfelag verj
ir borgaran við lóg. Har
umframt stendur skrivað
í Viskjón 2015 at: “fólkið
skal trívast, mennast og
fjølgast í okkara landi.
Hetta skal gerast við at
tryggja øllum borgarum
neyðugur umstøðar fyri
góðum lívskorum í einum
vælskipaðum
vælferðar
samfelag, har sínámillum
ábyrgdin millum borgaran
og myndugleikan, eins væl
og samhaldsfestið millum
øll, verður sett í hásæti.” Vit
hava ilt við at skilja, hvussu
ein so samhaldsfastur og
menniskaligur arbeiðssetn
ingur kann samsvara við
rættarstøðuna hjá teimum
samkyndu í Føroyum. Før
oyar skulu vera heimsins
besta samfelag fyri allar
føroyingar og ikki bert
teir føroyingar, sum longu
hava tað gott í landinum.
Tí skulu tey sjálvsagdu
grundleggjandi rættindini
hjá minnilutum í samfelag
num eisini tryggjast. Tað
er syrgiligt at viðganga,
at ein av orsøkunum til at
føroysk lesandi kunnu ivast
í at koma heim aftur til
Føroyar møguliga er, at tey
ikki meta seg hóska inn
í tað føroyska samfelagið
ella verða góðtiknan av
øðrum føroyingunum. Tit
tingfólk tosa um at útbúgva
fólkið, senda tey um allan
heim at nema sær útbúgving
og gera tað lokkandi hjá
teimum at koma heim aft
ur á klettarnar. Skal hetta
eydnast, og er hetta av
røttum visjónin hjá sitandi
landsstýri, er tað ein treyt,
at grundleggjandi rættar
trygdin er í lagi. Allir før
oyingar mugu hætta sær
og føla tað lokkandi at
koma aftur til oyggjarnar.
Eisini tey, sum ikki hóska
inn í tær “normalu og
etisku” allýsingarnar av,
hvat meirilutin í Føroyum
metir vera ein “virðiligan”
føroying.
Vit í MFS-ráðnum vita
at hendan lóg er sera torfør
hjá tykkum tingfólkum at
taka støðu til. Vit vilja tó
inniliga heita á tykkum
um at gera tykkara til, at
hon eisini kemur at fevna
um kynsliga orientering.
Hetta er ein stór avgerð at
taka; men hon er virðilig
og menniskjalig. Tit verða
ikki biðin um, at játta skrá
sett parlag ella at noyða
Fólkakirkjuna at gifta sam
kynd. Avleiðingarnar av
hesari avgerð verða, at ein
føroyskur minniluti, sum
hevur tað svárt í samfelag
okkara, fær rættin til eisini
at verða vardur av lógini.
Vit skylda at geva teimum
samkyndu sama møguleika,
sum vit geva øllum øðrum
føroyingum, til at fáa eitt
gott og virðiligt lív. Vit
skylda øllum føroyingum,
sum skulu bera landið víð
ari, at geva teimum góð
kor. Vit skylda føroysku
tjóðini, at standa saman
sum eitt fólk, samstundis
sum vit geva rásarúm fyri
hvørjum øðrum. Vit heita
tí eisini á alt Føroya fólk
um at stuðla tingfólkinum
í at taka hesa avgerð, sjálvt
um tit ikki eru samd í teirri
leið, sum samkynd hava
valt at ganga.
Keypmannahavn tann 27.
oktober 2006.
Vinarliga vegna MFS-
ráðið:
Doris Bjarkhamar
Jóhan Pauli Helgason
Durita Jóansdóttir
Fía Lindenskov
Malan Ludvig
Jákup Emil Hansen
Súsanna Niclasen
Anna Rein
Góðu løgtingslimir og alt Føroya fólk
Eg siti henda Alla halganna
morgun, og lesi gomlu
Dimmu, meðan Merkið
veittrar so vakurt í hálvari
stong, og norðanvindurin
kínur eftir krossmerkinum,
sum minnir okkum um teir
sum fórust á havinum.
Eisini er hetta føðidagur
mín, og er tað ikki sørt, at
tankarnir spola aftureftir,
um tíðina her í grannalag
num sum óviti, og sorg
leysur fór strúkandi at
durinum hjá næstringum,
klæddur í tí frægasta ein
átti. Sjáldan fór man tóm
hentur frá durunum, 50
oyru her, 1 krónu der. Ja, tað
tað slóð ikki falska mentu
hjá einum óvita, og vórðu
oyruni sloppin niður í tað
tóma Molly blikkið, sum
hol var koyrt á, so tað kundi
nýtast sum sparibússa.
Men gott er, tann tíðin
er farin og man hevur brúk
fyri tjúkkari húð!
Í Dimmu er tað ikki hiss
ini, sum journalisturin Kári
Mikkelsen klárar í eini
knappari vending. At sverta
henda óhoyriliga Sandoyar
tingmannin til við hálvum
og heilum lygnum, kryddað
við eitt sindur av slatri.
Men ikki skal eg illneit
ast inn á hann, tí journalist
arnir eru nógvir og ein
vælbryggja søga slær ikki
falska mentu.
Men tað var ikki tað eg
skuldi nerta við, tí gamla
orðatakið sigur, at lygnin er
høvuðsleys.
Journalisturin sigur sjálv
ur, at stívasti peikifingur,
hann situr á høgru hond á
Sandoyar tingmanninum.
Jú, tað sum eg fáið burtur
úr, so er hetta tí at eg havi
tosað ímóti skrásettum par
lag, almennum starvsfólki
o.ø.
Hetta høggi í síðu, fer
ikki at fáa røddina hjá ting
manninum at tagna. Tvørtu
rímóti, eg ætli at hevja rødd
mína við frímóði, tí eg havi
ongum forfylgt, heldur ikki
teimum samkyndu, og kann
eg altíð heilsa teimum pent,
og tosað við tey, um tey
hava hug.
Men, at fólk av sama kyni
fara í parlag er forkastiligt,
og er støðan sum í Sodoma
og Gomorra, og fari eg
ongantíð at atkvøða fyri
slíkari lóg, óansæð hvussu
tey sum hava hesa áskoðan
royna at hjernavaska.
Visiónstorgið
Ja, tey bevega seg longur
burtur frá okkara Føroya
landið. Har løgmaður saman
við Landsstýrið umrøða
framtíðarætlan og politikk
saman við útisetum. Meðan
ungi
Syðradalsmaðurin
hevur tikið hond um róður
pinnin sum løgmaður ella
varða-varða. Men ikki tí,
tað klárar hann líka væl
sum nakar annar.
Meðan tann rætti løgmað
urin liggur í fullari longd og
argumenterar fyri teimum
samkyndu, sum um tað var
tað einasta rætta í hesum
landið. Men vit eru nógv
í Javnaðarflokkinum sum
slettis ikki eru samd við
okkara leiðara.
Meðan løgmaður roynur
at fáa okkum her heima,
at samtykkja soleiðis at
§ 266b eisini umfatar tey
samkyndu.
So er hann eisini í Dan
mark og tosar um, hvat og
hvussu, fyri at fáa hesar
vælútbúnu typurnar heim
aftur.
Spurningurin
ljóðaði:
Hvat kann fáa tykkum
heim aftur á klettarnar?
Ein svaraði ósmæðin, “tá
ið bíblian er farin úr Løg
tinginum”. Tað fór mær
kalt niður eftir rygginum,
og hugsaði eg hart, slíkum
manni hava vit ikki brúk
fyri. Um so danskarar hava
fylt hann undir angar av
fornufti.
Løgmaður, hví læt tú
ikki Annitu og Finn eiga
málið? Tú tók hetta málið
á tínar herðar, og gjørdi teg
til talsmann fyri samkynd,
sum tær heilagu skriftir
hava so greiðan boðskap
um.
Mín ávaring til tín skal
verða: Lat vera við at gera
teg til talsmann fyri slíkt.
Løgmaður,
samgongan
hevur gjørt eitt gott arbeiðið
í hesum skeiðnum, ongin
ivi um tað. Men tá tað snýr
seg um hetta málið, tá vil
eg drýpa høvur og siga, at
Føroya løgmaður stampar
ímóti betri vitan.
Meiningina hjá Anitu á
Fríðriksmørk skilji eg ikki
væl, hóast hon á løgtingi er
eitt vælfungerandi tingfólk,
sum ikki stendur aftanfyri
nakran á tingið við nógvum
skilagóðum uppskotum.
Men tá tað snýr seg um
skrásett parlag, ja so má
samtykkjast, tí minnilutar
skulu verjast.
Men tá tað snýr seg
um fosturtøku, tá hevur
madamman aðra áskoðan.
Mamman ræður yvir sínum
kroppi, og skal hon avgera,
um barnið skal fjernast úr
móðurlívið ella ikki.
Eg farið at enda við ein
um ørindi úr saginum, sum
Edvard Grieg yrkti, og
Mikkjal á Ryggi umsetti.
Vár Gud, sum lívgar
fjøll og fjør. O verj tú vára
ættarjørð, ver skjøldur vár
í frið og stríð, í sorgum sum
í fagnartíð.
Hvør forfylgir hvørjum?
Løgtingsmaður
Gerhard
Lognberg
Í Dimmalætting tann 25.
oktober vóru tveir spurn
ingar frá Jørgin Evald
Solmunde til formannin í
sersambandinum fyri fræls
an ítrótt (FÍF). Teir tveir
spurningarnir vóru:
• Nær kunna vit vanta
okkum limaskap innan
altjóða sersambandið fyri
frælsan ítrótt (IAAF)?
• Hvussu vit kunna luttaka
í kapping fyri ung?
Viðvíkjandi altjóða lima
skapi er støðan tann, at
einans lond kunna gerast
limir, og í hesum sambandið
er verður eitt land lýst
sum
”A
self-governing
geographical area of the
world recognised as an
independent state by inter
national law and inter
national governmental bodi
es.” Hesar treytir klára Før
oyar ikki at liva upp til, og
tí kunna vit ikki gerast limir
undir núverðandi reglum.
Viðvíkjandi luttøku í
kappingum uttanlanda, so
eru tað nógvar sokallaðar
“opnar kappingar” kring
um í heiminum. Hetta
eru kappingar, har ein
og hvør kann luttakað. Í
slíkum kappingum er tað
einstaklingurin og ikki
landið, sum er umboðað.
Vit (FÍF) hava hesi seinnu
árini sent nakrar av okkara
bestu ungu íðkarum til
eina slíka kapping (Världs
ungdomsspelen) fyri at geva
teimum møguleikan fyri at
royna seg móti javnlíkum
úr øðrum londum. Í løtuni
kanna vit, hvørjir aðrir
møguleikar eru, ið vit meta
okkum hava orku til, og
vantandi verða tað fleiri
kappingar vit fara til í
framtíðini, men vit kunna,
sum støðan er í løtuni, ikki
senda nakran til HM ella
EM at umboða Føroyar.
Eg kundi nevnt, at tað,
sum av nógvum verður
roknað fyri fjóra stóra
altjóða kappingin (eftir OL,
HM og økismeistaraheitum
so sum EM) innan frælsan
ítrótt, er Commonwealth
Games. Hetta er kapping
fyri fyrrverðandi og nú
verandi hjálond hja Bret
landi. Tað krevst ikki
limaskapur í IAAF, fyri at
luttakað í hesari kappingini.
Her kann nevnast at vinn
arin av hamarkast hjá
monnum í Hetlandi (Andy
Frost) gjørdist nummar
fýra í hesari kappingini í
2006. Hann var einans ½ m
frá silvurmerkinum. Hann
umboðaðið Isle of Wight.
Andy roynur í løtuni at
klára krøvini fyri luttøku í
HM, men í HM kemur hann
at umboðað Stóra Bretland,
ið er limur í IAAF, har Isle
of Wight ikki er, og heldur
ikki kann blíva limur.
Altjóða limaskapur innan frælsan ítrótt
Heri
Ziska
viðmerkingar