fríggjadagur 3. november 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 213 - 3. november 2006
STRENDUR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Í morgin skal barnagarðurin
á Strondum takast í nýtslu.
Tá verður alment hátíðarhald
í nýggja barnagarðinum.
Tummas Johannesen er
tekniskur leiðari í Sjóvar
Kommunu. Hann setti sær tíð
av í gjár til at vísa Sosialinum
runt í nýggja barnagarðinum.
Snotuligu hølini verða nýtt
til vøggustovu, barnagarð og
frítíðarstovu.
Graslíkisvøllurin liggur eitt
hanagleiv frá barnagarðinum.
Umstøðurnar eru sera
góðar, og Tummas er
veruliga spentur uppá, at
barnagarðurin verður tikin
í nýtslu mánadagin. Tað
er Fjarðahús, sum hevur
smíðað barnagarðin.
– Vit eru sera væl nøgd við
arbeiðið hjá teimum, sigur
Tummas.
Sum heild eru strandingar
spentir uppá nýggja barna
garðin. Tað búgva nógvar
barnafamiljur á Strondum,
og tað eru sostatt nógv,
sum hava áhuga í nýggja
barnagarðinum.
– Eg dugi als ikki at gita
mær, hvussu nógv koma til
hátíðarhaldið í morgin. Tað
kann væntast at tað koma
nógv fólk. Eg vænti eisini,
at fólk frá øðrum stovnum
koma at „lúra okkum av“.
Barnagarðurin
á Strondum
liðugur
Høgni Hoydal
fegnast um, at
Hoyvíkssáttmálin er
komin í gildi. Hann
fýlist tó á, at sitandi
landsstýrið skrivaði
undir ov tíðliga.
Hann metir ikki, at
fyrireikandi arbeiðið
hevur verið nóg gott
HOYVÍKSSÁTTMÁLIN
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Høgni Hoydal, tinglimur
fyri Tjóðveldisflokkin, held
ur, at hugskotið við Hoy
víkssáttmálanum er gott.
Tó heldur hann, at javnvágin
ikki er nóg góð.
– Íslandssáttmálin gjørdist
liðugur longu í 2003. Vit
fegnast um getta stigið, sum
vit sjálvir hava verið við
til at framt. Hugskotið við
sáttmálanum er gott, men
landsstýrið hevur fuskað við
samráðingunum.
– Sáttmálin varð und
irskrivaður, áðrenn sam
ráðingarnar vóru lidnar.
Løgmaður trumfaði hetta
ígjøgnum sum lóg. Teir áttu
sjálvandi at lagt tað fram sum
eitt uppskot til samtyktar.
Tað hava ikki forhandla,
áðrenn teir skrivaðu undir.
Tí undrar tað meg ikki, at
javnvágin í sáttmálanum ikki
er nóg góð, sigur Høgni.
Positivt hugskot
Hann er glaður um hugskotið
handan sáttmálan, hóast
hann ikki er nøgdur við
samráðingartilgondina.
– Hugskotið er positivt.
Men tað er harmiligt, at hetta
fekk eina so keiðliga byrjan.
Løgmaður hevur ikki gjørt
eitt nóg gott arbeiði í hesum
førinum. Vit standa nú við
óneyðugum trupulleikum,
sum høvdu verið loystir
við samráðingum. Vit ætla
at halda eitt vakið eyga við
gongdini, nú sáttmálin er
komin í gildi, sigur Høgni.
Týdningarmikið fyri
fullveldisrørlsuna
Tjóðveldisflokkurin hevur
stóran áhuga í samstarvinum
við íslendingar.
– Vit byrjaðu uppá hesa
verkætlanina. Politiskt sæð
er hon sera týdningarmikil
fyri fullveldisrørsluna í
Føroyum. Tað er bara keði
ligt, at landsstýrið skrivar
undir uppá alt. Teir hava
veruliga sett okkum í eina
keðiliga støðu. Vit skulu ikki
vera so undirbrotlig, men
heldur krevja okkara rætt
sum ein javnbjóðis partur til
íslendingar, sigur Høgni.
Høgni vónar, at Hoy
víkssáttmálin kann gerast
ein byrjan uppá eitt sterkt
norðurlendskt samstarv.
– Eg vóni, at Grønland og
Norra koma við í framtíðini
og styrkja samstarvið, sigur
Høgni Hoydal at enda.
Høgni um Hoyvíkssáttmálan:
– Landsstýrið skrivaði undir
ov tíðliga
Tummas Johannesen, tekniskur leiðari í
Sjóvar Kommunu, er væl nøgdur við nýggja
barnagarðin. Hann hevur havt eftirlit við
arbeiðnum
Mynd: Heini S. Kristiansen
Hetta verður fyribils nýtt sum frítíðarstova. Tað
eru einans nakrir fáir metrar til vøllin, so har
fara børnini helst at nýta nógva tíð
Mynd: Heini S. Kristiansen