Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. november 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 - 3. november 2006 19 tíðindi - Eg helt tað vera rætt at koma við eini betri loysn uppá nýggju tunlarnar í Norðoyggjum. - Og við hesi loysnini um tveir tunlar fáa vit eina munandi betri farleið. Hon fer sjálvandi at kosta pening, men rættiliga nógvir fyrimunir eru við henni, sigur Pól Fuglø, varaborgarstjóri í Hvannasunds kommunu Tunlar Orð og mynd: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Norðdepil: Eitt av hjarta­ málum hansara hevur verið at bygdirnar í kommununi skulu mennast. Samstundis skal skipast so fyri, at borg­ ar­arnir skulu hava bestu um­støður at sleppa til og úr bygdunum. Pól fylgdi tí, sum natúrligt er, við gongdini, sohvørt sum arbeiðið leið við Norð­ oya­tunlinum. Men hansara áhugi var eisini fyri hinum báðum tunl­ unum á Borðoynni – tað er: tunlunum til Árnafjarðar og Hvannasunds. Hann sat kortini ikki bert hendur í favn, men hugs­aði um, hvussu fólkið norð­anfyri kundi fáa bestu at­gongd til restina av landinum, nú koyrandi varð undir Leirvíksfjørð. Einki hoyrt aftur Eftir at hava arbeitt við upp­ skotinum eitt skifti, var tað umsíðir klárt at leggja fram fyri myndugleikarnar. – Tað var ein leygardag í síni tíð at sáttmáli varð undirskrivaður um Norð­oya­ tunnilin. Og mánadagin eftir var eg á fundi við Bjarna Djurholm, greiðir Pól frá. Bjarni var tá, eins og nú vinnumálaráðharri, og hann fekk har sum hin fyrsti at hoyra um eina nýggja og øðrvísi tunnilsætlan í Norð­ oyggjum. Hesa ætlanina hevði Pól sjálvur tikið stig til, saman við øðrum góðum fólki. Frammanundan hevði hann vent sær til bygdaráðið, har hann eisini fekk fíggjarligan stuðul at fáa gjørt tekningar og uppskot til loysn. – Tann eini fulltrúin segði seg vera rættiliga im­ pon­eraðan av uppskot­in­um. Men síðani tá havi eg einki hoyrt aftur frá nøkrum parti – heldur ikki frá nøkrum pol­itikkara, sigur Pól, eitt sindur vónbrotin. Eitt annað uppskot At Pól yvirhøvur fór í holt við at fyrireika eitt slíkt upp­ skot var alt tosið um, hvussu tunlarnir skuldu raðfestast í Norðoyggjum í framtíðini. Í løtuni verða fyrireikingar gjørdar til tveir tunlar aftrat, harav annar teirra skal loysa av teir báðar, sum vórðu skotnir ígjøgnum fyri 40 árum síðani. Eitt av hesum uppskotum er at gera ein tunnil Norður um Fjall, tey kalla. Hesin tunnilin kemur møguliga at liggja av Skálatoftum norð­ur í Múlavegin, ella av Svartadali sum liggur norð­anfyri Strond og yvir í Húsadal í Depli. Enn er eingin støða tikin til, hvør loysnin ið verður vald. – Tá hesi uppskotini vórðu løgd fram hugsaði eg beinanvegin: Hví akkurát handa vegin? Mundi ikki onkur onnur frægari loysn vera?! – Ja, var ikki frægari at gjørt eitt heilt annað upp­ skot, sum gekk beinleiðis yvir til linjuføringina í Norð­ oyatunnilin?!, spyr Pól. Sum sagt, so gjørt. Fleiri tunlar Pól fekk fatur á Sverra Micha­ elsen á Viðareiði, sum hevur verið tekniski ráðgevi hansara í hesum málinum. Og hesin snikkaði so til eitt uppskot um eina heilt aðra loysn á samferðsluviðurskiftunum hjá íbúgvunum norðanfyri á Borðoynni og Viðoynni. Uppskotið gongur í stuttum út uppá at ein tunnil verður gjørdur av Norðtoftum og til Árnafjarðar, og at ein annar tunnil verður gjørdur úr Árnafirði og yvir í Gerða­ bø í Klaksvík. Hagani er ein­ falt at koyra víðari til Norð­ oyatunnilin, um ein altso ynskir tað. Í blaðnum í gjár segði Atli S. Justinussen, býráðslimur í Klaksvík at hetta uppskotið var genialt, bæði fyri fólkið norðanfyri og ikki minst fyri bygdarfólk hansara í Árnafirði. Nevnast kann eisini, at í uppskotinum er eisini ein ætlan um ein tunnil undir Klaksvík, og sum leiðir ferðsluna úr miðbýnum og norður um býin. Ein nýggj og betri tunnilsloysn Ringt at afturvísa Hesir báðir tunlarnir í uppskotinum hjá Póli verða íalt 5,2 km. langir. Hann er fult greiður um, at ein slík loysn sjálvandi kostar pening. – Hetta verður helst ein dýrari loysn enn tann, sum nú liggur frammi. Men uppskotið er so gott, at tað er ringt at afturvísa, m.a. tí at vegirnir til tunlarnar liggja í so veðurgóðum støðum, sigur Pól og vísir til eldri menn í heimbygdini, sum taka væl undir við hesum. Fleiri fólk, sum hann hevur tosað við, halda lítið um loysnina sum arbeitt verður við nú, nevniliga at leggja tunnilin úr Svartadali til Húsadal, sum liggur rættiliga høgt. Onkur teirra hevur enntá borið uppá mál, at verður henda loysnin vald, so er tað ein spurningur um ikki verandi tunlar eru eins frægir – líka við undantaki av at ein nýggjur verður munandi breiðari. – Um tunnilin gekk úr Gerðum eru bert 5 min­ uttir úr Árnafirði til mið­ býin í Klaksvík. Tann farleiðin er eisini tann betra fyri fólk norðanfyri Fjall, tá hugsað verður um kava og storm um veturin. (Theodor Askham Olsen í lesarabrævi í dagsins Sosiali) – Hetta uppskotið hjá Póli er genialt, men hinvegin so vænti eg ikki at tað verður sett í verk, nú hinar báðar ætlanirnar eru settar út í kortið. Men sjálvum uppskotinum bagdi einki. Tí undrar tað meg stórliga at myndugleikarnir ikki gjørdu meiri burtur úr hesum uppskotinum, slær hann fast. (Atli S. Justinussen, býráðslimur í Sosialinum í gjár) – Hetta verður helst ein dýrari loysn enn tann, sum nú liggur frammi. Men uppskotið er so gott, at tað er ringt at afturvísa, m.a. tí at vegirnir til tunlarnar liggja í so veðurgóðum støðum. (Pól Fuglø, varaborgarstjóri í Hvannasunds kommunu í dagsins Sosiali) Sagt um tunl­arnar Her (aftanfyri Pól Fuglø) á Norðtoftum metir hann at besta loysnin er fyri tunlum til bygdirnar norðanfyri Klaksvík. – Hetta er so mikið góð loysn, at hon er trupult at afturvísa, slær hann fast Uppskotið sum Pól Fuglø lat gera. Tann bláa linjan (pílurin) vísir hvar teir báðir tunlarnir kunnu koma at ganga – annar av Norðtoftum til Árnafjarðar og hin úr Árnafirði til Gerðabø í Klaksvík. Í uppskotinum er somuleiðis ein ætlan um ein tunnil undir Klaksvík og sum kann leiða ferðsluna undir býin (Ogn: Pól Fuglø) ➚