fríggjadagur 3. november 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 213 - 3. november 2006
tíðindi
Kontórmenn til New York Marathon
Tað var fyri 25 árum síðani, at nakrar kvinnur í Svensk
Røde Kors byrjaðu at binda og seyma til børn. Húgvur,
troyggjur, kjólar og annað, sum varð latið børnum í
fátæka partinum av okkara alheim samfelag.
5 ár seinni byrjaðu tey í Dans Røde Kors hetta sama og
kallaðu hetta slag av virksemi fyri “Nørklere”. Í dag eru
umleið 5.000 nørklarar í Danmark.
Í Reyða Krossi Føroya byrjaðu vit fyri nøkrum mán
aðum síðani undir heitinum “PUTLARAR”.
Vit binda, hekla og seyma barnaklæði: undirtroyggjur,
undirbuksur, troyggjur kjólar, buksur, teppi, hosur, húgv
ur o.a.
Uppskriftirnar hava vit fingiðfrá donsku deildini, sum
eisini savnar lutirnar saman, pakkar teir, og sendir teir
víðari.
Tíverri, kunnu vit siga, er tað alt ov nógva staðni brúk
fyri hesum virkaðu barnaklæðunum, skulu tey yvirliva
nátturuvanlukkur, kríggj, fátækradømi og aðrar ræðu
leikar, sum er gerandisdagur hjá alt ov nógvum børnum.
Hevur tú tógv liggjandi og hug til at verða við, so ger
tað. Uppskriftirnar fært tú frá okkum. Vit hava eisini eitt
sindur av tógvi.
Stikkan í Havn stuðlar Reya Krossi við at lata uppskrift
og tógv til eitt plagg fyri einans 15 kr.
Vilt tú vita meira, kanst tú ringja til Annu Margretu
Clementsen tlf. 319095, Marit Holm Petersen tlf. 220885
ella Annu Mariu Persson tlf. 317070 ella 227605.
Putlarar
Jógvan Páll Lassen
og Henry Olsen eru í
løtuni í New York, har
ið teir skulu renna
maraton sunnudagin.
Talan er um hitt
heimskenda "New
York Marathon". Teir
báðir halda, at rørsla
er týdningarmikil,
tá ið tú hevur eitt
kontórarbeiði
RENNING
Orð & mynd:
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Jógvan Páll Lassen er ad
vokatur. Hann er úr Klaks
vík, men er fluttur til Havn
ar. Henry Olsen arbeiðir
sum deildarstjóri á Trygg
ingarfelagnum
Føroyar.
Hann er somuleiðis klaks
víkingur, sum býr í Havn.
Teir renna sjálvir rætti
liga fitt. Henry byrjaði
veruliga at renna fyri hálv
um fjórða ári síðani. Tá var
hann við til flagdagsrenn
ingina. Hetta gav honum
veruliga blóð uppá tonnina,
og hann hevur luttikið í
nógvum kappingum síð
ani.
– Áðrenn hugsaði eg, at
tað var als ikki áhugavert
at renna. Men eg bleiv bitin
av tí. Eg hevði eisini fingið
eitt sindur ov nógv kilo
uppá, áðrenn eg fór at
renna. Tað er so alt farið av
nú, sigur Henry.
Kappingarmenniskja
Henry luttekur í nógvum
rennikappingum, og hann
kennir tað sum eina gularót
at renna saman við øðrum.
– Kappingin ger tað
spennandi. Tú setir tær eitt
mál, sum tú vilt náa, og so
seta eitt hægri seinni. Tú
fært motión og spenning í
einum, sigur Henry.
Jógvan Páll Lassen er
granni hjá Henry Olsen.
Honum dámar eisini sera
væl at renna. Hann rennur
ikki til kappingar, men
hann rennur nógv einsa
mallur.
– Eg renni einar 2-5 ferð
ir um vikuna. Tað góða við
renning er, at tú kanst íðka
tað, nær tað skal vera. Mítt
starv er sera krevjandi, og
tí kann eg ikki vera bundin
at føstum tíðum. Tá er tað
deiligt at kunna leypa
avstað áðrenn arbeiðstíð
ella tíðliga um morgunin,
sigur Jógvan Páll.
37.000 luttakarar
Teir hava roynt at komið
við til New York Marathon
í trý ár. Hesa ferð eydnaðist
tað.
– Tað verða umleið
37.000 luttakarar í renn
ingini. Eini 200.000 -
300.000 senda umsókn um
at sleppa við, so vit vóru
hepnir at sleppa við.
Teir eru báðir samdir
um, at eitt maraton er tað
hægsta innan renning, og
New York Marathon er tað
kendasta
í
heiminum.
Henry hevur gjøgnumført
tvey
maraton
áðrenn,
meðan Jógvan Páll ikki
hevur runnið maraton enn.
– New York Marathon er
tað ultimativa. Fólk úr
øllum heiminum renna við,
og býurin er fantastiskur!
Vit koma at renna ígjøgnum
allar fimm býarpartarnar í
New York, siga teir báðir.
Uppliva New York
Teir báðir eru ótrúliga
spentir uppá hesa ferðina.
Teir ætla at samantvinna
ítrivið við eina feriu, har ið
teir fara at uppliva New
York.
Prátið fer at snúgva seg
um renning og motión hjá
fólkum, sum hava kontór
arbeiði. Teir eru báðir samd
ir um, at tað er sera sunt
hjá fólki at hava ein akti
vitet.
– Eg kenni meg nógv
betri fyri, tá ið eg fari til
arbeiðis, um eg havi runnið.
Eg fái meira yvirskot og fái
betri konsentrerað meg. Tú
fært ein betri svøvn og
verður minni pirriligur,
sigur Henry og flennir.
Stuðla rørslu
Teir halda báðir, at tað
hevði verið eitt gott hugskot
hjá fyritøkum at stuðla
starvsfólkunum í at halda
seg í form. Tað nýtist ikki
at vera renning. Men til
lívsstílin hja Henry og
Jógvani Páll riggar renning
best.
– Vit fáa samantvinna
renning og náttúruuppliv
ilsi. Eg elski at renna nýggj
støð, har ið eg kann síggja
flottu náttúruna, sigur
Jógvan Páll.
– Renning er gott fyri
sálina. Tú fært eisini tíð til
at lurta eftir kjakinum í
útvarpinum,
meðan
tú
rennir.
Umboða kontórfólkini
Teir báðir fara við gott mót
til maraton í New York.
Jógvan Páll ætlar sær at
gjøgnumføra, meðan Henry
ætlar at betra sítt egna met,
sum er 3 tímar og tveir
minuttir.
– Vit kenna tað, sum at
vit umboða kontórfólkini.
Vit vóna veruliga, at fleiri
fara at hugsa um heilsuna
og fara at motiónera, sigur
teir báðir at enda.
Teir skulu renna sunnu
dagin, og teir hava lovað at
venda aftur til Sosialin við
góðum tíðindum. Spurn
ingurin er bara, um teir
fara at renna við slips ella
uttan?
Aftur í ár verður støra
sølustevnan í ítróttar
høllini á Skála. Tað er
eins og undanfarin ár
fýra feløg, sum skipað
fyri sølustevnuni, sum
verður nevnd Sølurásin
2006. Talan er um STÍF,
Skála Ítróttarfelag, Skála
Róðrarfelag og Strálan.
Aftur í ár verða nógvir
framsýnarar, og fyrireik
ararnir vænta nógvar
gestir. Sosialurin støkk
inn á gólvið í ítróttarhøllini
á Skála, har ið teir gjørdu
klárt til Sølurásina. Tað
er ein rúgva av sjálv
bodnum arbeiði, sum
verður gjørt at leggja
gólv á og at seta básarnar
upp millum annað.
Alt vanligt virksemi í
høllini, so sum hondbólt
ur og innandura fótbóltur,
varð avbrotið hósdagin,
tá ið teir byrjaðu at gera
klárt til Sølurásina.
Sølurásin 2006
Henry Olsen og Jógvan Páll
Lassen eru í New York. Teir
skulu luttaka í New York
Marathon sunnudagin
Sjálvboðin gera klárt til Sølurásina á Skála, sum verður í
vikuskiftinum
Mynd: Heini S. Kristiansen