fríggjadagur 3. november 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213 - 3. november 2006
17
tíðindi
Yvir 2.000 undirskriftir
innkomnar
Undirtøkan fyri at broyta §266b tykist at vera ógvuliga stór.
Minni enn eina viku eftir at farið varð undir at savna inn
undirskriftir í Føroyum, eru fleiri enn 2.000 undirskriftir
komnar inn.
Samskipararnir siga, at tað framvegis ber til at senda
teldubræv til grein266b@hotmail.com við navni, bústaði
og føðingardegi.
EIN BAKTERIUBUMBA
Úr frágreið
ingini
Av átta ymsum rættum á
buffetini hjá Marco Polo
mikudagin, var tað bara
hakkibúffurin, sum hevði
neyðuga hitan og sum
kundi góðkennast.
Sostatt kundu sjey
av átta rættum ikki góð
kennast. Tað er nóg ringt
í sjálvum sær, men í køk
inum var heilt galið.
Hondsápuílatið var tipt.
Eplarestir frá degnum
fyri vóru á borðinum.
Hillar, borðbein og ein
veggur vóru skitin. Tað
sama var eitt rívijarn og
ein bolli, sum lá í einum
mjølsekki. Haraftrat lógu
tvær steikir á borðinum
og vóru tær máldar at
vera 24 stig heitar. Ein
heimagjørdur dressingur
stóð í spannum uttan at
vera á køl. Eitt køliskáp
var eisini skrásett sum
skitið og at tað luktaði.
Í kjallaranum var skilið
ikki betri. Eitt køliskáp
var 14 stig heitt. Har lógu
høsnarungar og tiðnaðu
í eini balju á gólvinum,
og í eini frystiboks lógu
óinnpakkaðar pannukøkur
og ráir búffar hvørt um
annað.
Nú hava vit ruddað
Tá matstovan varð stongd mikudagin, fóru starvsfólkini
undir at fáa reinførið í rættlag, sigur Nordin Manai, eigari
av Marco Polo.
Nordin Manai sigur við Sosialin, at tað er so skjótt at
tað verður órudduligt og skitið í køkinum og í goymsluni,
tá tey hava so nógv at gera í døgurðatímanum. Hann sigur
eisini, at tey vóru glað, tá eftirlitið kom á vitjan.
– So kunnu vit fáa greitt at vita, hvat vit skulu gera
betur. Vit stongdu matstovuna mikudagin klokkan 3 og
so vaskaðu vit allan dagin, so vit kundu lata upp aftur
hósdagin, sigur hann. Og hann ivast eisini í, um tað er av
matinum har, at fólkini eru vorðin sjúk, tí maturin var ikki
kannaður, tí hann varð etin, tá eftirlitið kom á vitjan.
Hann upplýsir, at trý fólk arbeiða í køkinum og hann
metir tað vera nóg nógv.
– Mikudagin hevði gentan, sum serverar sløkt fyri
hitaanlegginum í buffetini, tí hon visti ikki at kontaktin
skuldi vera tendrað. Hetta hevur hon nú fingið boð um,
sigur Nordin Manai.
Matstovan Marco
Polo var so skitin
mikudagin, at Heilsu
frøðiliga Starvsstovan
stongdi staðið
matur
Rigmor Dam og Rólant
Waag Dam
rigmor@sosialurin.fo;
rolant@sosialurin.fo
Nógvar matstovur bjóða
sjálvtøkuborð á middegi,
og tað er vorðið alt meira
vanligt, at fólk fara út at
eta í døgurðatímanum. Og
tað er ein sannroynd, at
góðska og prísur eru ójøvn
og kappingin um kundarnar
er sera hørð.
Tey, sum ótu í Marco
Polo mikudagin fingu eina
óhepna uppliving, og trý
teirra gjørdu ikki matari enn
at ringja á Heilsufrøðiliga
Starvsstovuna at kæra sína
neyð, eftir heldur eina keði
liga vitjan á vesinum.
Stongt við brestin
Av Heilsufrøðiligu Starvs
stovuni verður sagt, at tey
fóru beint á staðið og at har
stóð somikið illa til, at tey
áløgdu eigaranum Norden
Manai at stongja staðið
beinanvegin.
Í eftirlitsfrágreiðingini
skrivar
Heilsufrøðiliga
Starvsstovan, at tey hava
verið á ófráboðaðari vitjan
tann 1. november, vegna
klagur frá fólki um, at tey
eru vorðin sjúk:
Køkurin er sera skitin og
ílatið við hondsápu riggar
ikki. Maturin í buffetini er
ikki nóg heitur. Maturin
verður tiðnaður í stovuhita,
og matur, ið eigur at verða
goymdur á køl, stendur eisini
úti í stovuhita. Goymslurnar
eru skitnar og órudduligar.
Í avgerðini stendur:
Samb. §33 og 35, stk 4 í
matvørulógini, verður álagt
Marco Polo at lata aftur
beinanvegin. Latast kann upp
aftur, tá køkur og goymslur
eru vaskað og ruddað (eisini
amboð, íløt og kuldaskáp)
og sýnd av Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni.
Heilsufrøðiliga Starvsstov
an sigur, at bjóðast kann frá
buffetini, tá trygd er veitt
fyri, at maturin kann goymast
við rættan hita! (hægri enn
65 stig)
Harumframt
verður
álagt Marco Polo at gera
skrivligar mannagongdir
fyri virking og goymslu
av mati. Mannagongdirnar
skulu verða góðkendar av
Heilsufrøðiligu Starvstovuni
innan 15. november 2006.
Sjónliga skitið
Sambært Jónhild Hermansen
frá Heilsufrøðiligu Starvs
stovuni var tað somikið
greitt, at reinførið ikki var í
lagi, at tey ikki mettu tað vera
neyðugt at gera kanningar av
matinum, ið eftir var.
– Maturin, ið fólk siga
seg vera vorðin sjúk av, er
etin, og tí er torført at ávísa,
hvønn rætt tey eru vorðin
sjúk av, sigur hon. Og hon
vísir á, at tað nú er álagt
eigaranum at fáa reinføri í
lagi aftur, um matstovan skal
lata upp aftur.
Sundurkókað buffét
Ein av kundunum, sum fekk
ilt í búkin og rennukatrinu
aftaná vitjanina sigur, at
maturin, sum var á sjálv
tøkuborðinum mikudagin
var beinleiðis ólekkur.
– Har vóru eini fýra saman
kókaðir rættir, sum vóru so
útkókaðir, at kjøtið ikki var í
bitum longur, men trevsuttir
slintar, eins og long hár, í
einari slímutari lunkaðari
sovs. Tað bar ikki til at síggja
mun á grønmeti og kjøt,
men okkurt purruskapilsi
var í øllum rættum. Alt
smakkaði av sama kryddi,
men litirnir vóru ymiskir. Á
hinari síðuni stóðu tríggjar
lunkaðar sovsir, og eitt stórt
fat av teimum allar bíligastu
høsnarungabitunum, har ein
fær 2 kilo fyri 20 krónir.
Høsnarungabitarnir vóru so
nógv stoktir, at ongin munur
var á kjøti og beinum, sigur
kundin, sum hevði vaml
restina av degnum.
Partarnir práta framvegis
Enn er onki nýtt at frætta frá í trætuni millum pedagogarnar,
Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Partarnir
tosaðu saman seinnapartin í gjár, og skulu aftur práta í dag.
Tiltøkini eru slept fyribils, og so leingi samband er í millum
partarnar fær sáttmálaslitið ongar avleiðingar. Men við Sosialin
í gjár segði Jarvin Feilberg Hansen, at hóast tiltøkini nú eru løgd
á hillina, so veit felagið akkurát, hvat skal gerast, um tað verður
brúk fyri tí.
Tað týdningarmikið at fáa fram, at enn er ikki talan um
samráðingar, men at tað er í einum sera positivum anda, at partirnar
tosa saman.
Umbering til lesaran
Greinin um Marco Polo, sum sæst her á síðuni,
var ein av ávísingum okkara á forsíðuni í
blaðnum í gjár. Eitt mistak hevði tó við sær, at
síðan sjálv als ikki var í blaðnum, og verður
hon tí prentað umaftur. Vit biðja lesaran
halda okkum til góðar.