Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. november 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 213 - 3. november 2006 nøvn Dagurin 4. november. Otto. Ivingarsamt er, hvør hesin Otto er, men líkt er til, at sipað verður til biskupin Otto úr Bamberg, sum doyði í árinum 1139. Navnið er týskt og merkir ríkidømi. 5. november. Malakias, deyður í 1148. Írskur munkur, sum varð valdur til biskup í Armagh í Írlandi. Segðist at útinna mong undurverkini. Summir halda, at sipað verður til Málaki, tann síðsta av teimum 12 smáu profetunum í Gamla testamenti. Bíbilska profetanavnið merkir mítt sendiboð 6. november. Leonhardus, deyður umleið ár 570. Munkur og trúboðari í Fraklandi. Hann legði ikki í at vera valdur til biskup. Kundi øll lás og allar leinkjur at loysa og gjørdist verndarhalgimenni hjá lásasmiðum og fangum. Navnið er týskt og merkir leyva og harður. Jólini 2003 tók samkoman Lívdin í Hoyvík stig til at vera við í jólatiltakinum Christmas Child, sum savnar inn jólagávur til fátøk børn. Fleiri samkomur, handlar og stovnar eru síðani komin við Jólagávur Fríggjadagin fóru allar tær 2800 innsavnaðu jóla­gáv­ urnar hjá Christmas Child av landinum. Endamálið við Christmas Child er at skapa vón hjá børn­ um úti í heimi við at geva teimum eina skógvaeskju fulla av gávum og siga teim­ um tey góðu tíðindini um Guds kærleika. Tiltakið gevur fólki í øllum aldri møguleika at verða við í einum trúboðanararbeiði, har serligur dentur verður lagdur á størstu gávuna av øllum, Jesus Kristus, Guds størstu gávu til menniskjuni. Eskjurnar fara væntandi til Rumænia eins og í fjør.  Fyriskipararnir takka øll­ um, sum hava stuðla til­tak­ inum, einstaklingum, stovn­ um, samkomum, kirkjum, sunnudagsskúlum, eldra­ sambýlum og einstaklingum kring alt landið, eins og Skipafelagnum fyri ókeypis flutning av eskjunum til Onglands. Christmas Child: 2800 skógvaeskjur úr Føroyum Síðan 2003 er talið á Christmas Child skógvaeskjum úr Føroyum vaksið úr 300 til 2800 í ár. Skógvaeskjurnar verða settar á plattar í pakkhúsinum hjá Skipafelagnum Lesið Sosialin - so eru tit við