Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. november 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 - 3. november 2006 15 Anna Toftheyggj, Hvalba, andaðist á Suðuroyar sjúkrahúsi mikudagin, 81 ára gomul. Farið verður úr kapellinum á Suðuroyar sjúkrahúsi fríggja­ dagin kl. 18. Jarðarferðin verður ú Hvalbiar kirkju leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Onnu, kunnu lata eina peningagávu til Hvalbiar missiónshús; konta í Føroya Banka. Anna Sofía Andreasen, Vestmanna, andaðist mikudagin, 83 ára gomul. Farið verður úr Lands­sjúkrahúskapellinum leygardagin kl. 17. Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju sunnudagin kl.14. Tey, ið vilja minnast Onnu Sofíu, kunnu lata Vestmanna kirkju eina peningagávu. Sungið verður úr Sálmabókini. Jens Ferndenand Poulsen, skipari úr Nólsoy, andaðist mikudagin, 65 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahúsinum kapellinum fríggjadagin kl. 15 til Rituna. Jarðarferðin verður leygardagin kl. 13. Í samband við jarðarferðina, siglir Ritan úr Havn kl. 12 og túrurin av Havnini kl. 15 verður útsettur til kl. 16 Dany í Jógvanstovu, Leirvík, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum mikudagin, 85 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum í Leirvíkar kirkju fríggjadagin kl. 17. åJarðarferðin verður leygar­ dagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Dany, kunnu lata Missiónshúsinum í Leirvík eina peningagávu; konta í Norðoya Sparikassa. Andlát og jarðarferðir novn Tøkk Øllum tykkum, sum sýndu hjálpsemi og sam­ kenslu, tá elskaði maður, pápi og verfaðir okkara Jógvan Vík andaðist og varð jarðaður, takka vit hjartaliga. Takk fyri troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni. Takk fyri blómur og kransar og peningagávur til Sinnisbata. Takk til øll tykkum, sum á ymsan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Og ein tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu Jógvan til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Henny, Jóhannes, Jóhan Hendrik, Eyðfríð, Helen og Herbjørn Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálptu okkum, tá ið kæri sonur mín, pápi, verfaðir, abbi og bróðir okkara Kári av Reyni andaðist og varð jarðaður. Vit takka øllum, ið fylgdu Kára til hansara seinasta hvíldarstað her á foldum. Elsa Andreas og Oddur Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálptu til tá okkara kæra systir Óluva Húsgarð Tórshavn andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Per, Tróndur og Bjarni Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, hjálpsemi og troystarrík orð, tá kæri bróður okkara Poul Eli Hansen andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum, ið vóru um hann meðan hann var heima. Tøkk til tykkum á Landssjúkrahúsinum, ið vóru um hann, ta tíðina hann var har. Tøkk til prestarnar fyri troystarrík orð í kapellinum og Kollafjarðar kirkju. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Tøkk fyri kransar, blómur og peningagávu til Føroya Felag ímóti Krabbameini, og til tykkum øll, ið á ymsan hátt hjálptu til við jarðarferðina og ervinum. Tøkk til øll tykkum mongu, ið fylgdu Poul Eli til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Kirstin, Maria, Hans Jacob, Johannes og Anton Hjartans tøkk Ynski eg øllum, sum vóru við til at gleða meg, og gera 95 ára dagin 28. august so hugnaligan. Harrin signi tykkum øll. Enn einaferð TØKK. Kærar heilsur Petrina Berg, Hvalba Leygardagin fara floytu­ næm­ingar frá teim ymsu tón­leikaskúlunum í Føroy­ um at hava konsert í Christi­ anskirkjuni, við samanspæli og solo­stykkj­um. Leygardagin 4. novem­ ber kl. 17.00 verður konsert í Christianskirkjuni í sam­ bandi við at floytudagur er í Klaksvík. Floytunæmingar frá teimum ymsu tónlista­skúl­ unum í Føroyum koma saman at venja all­an dagin. Aftaná verður kon­sert við samanspæli og solo­ stykkjum. Vit eiga nógvar góðar floytunæmingar, og hetta er gott høvi at hoyra tað, tey arbeiða við, sigur Helga Hilm­ ars­dóttir Gerðalíð, leið­ari á Klaksvíkar Tónlistaskúla. Floytudagur í Klaksvík Myndin er tikin á næmingakonsertini í Ósáskúlanum næstseinasta hósdag, tann 19. oktober 2006. T.v. Betty Vitalis og Ingigerð Tróndheim Mynd: Rúna Sivertsen