Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. november 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 213 - 3. november 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Ronald Brierley býr í Snaith í Onglandi. Hann kom fyrstu til Føroya sum bretskur hermaður í apríl 1942, var giftur føroyskari konu og búði eina tíð í Sandavági. Hann hevur ferðast umleið 70 ferðir til Føroyar Føroyavinur Mánadagin 30. oktober fór Ronald Brierley saman við eini dóttur og versoni aftur til Onglands eftir at hava verið í Sandavági í nakrar dagar. Tá Ronald og familjan eru í Føroyum, búgva tey hjá Astu og Leivi Joensen í Sandavági. Leivur er bróð­ ur Mariu, sum Ron var gift­ur við. Hinir brøðurnir eru Jákup Sverri Joensen, fiskifrøðingur, í Havn, og Jens Pauli Joensen, sáli, sum búði á Tinghúsvegnum í Havn. Tann fimta apríl 1942 varð Ronald saman við umleið 300 hermonnun settur á land í Sørvági. Teir komu við troppaskipinum “Lady of Man”, sum ikki fekk lagt at í Sørvági. Teir vórðu tí fluttir við smærri bátum til lands. Ronald búði fyrstu tíðina í Miðvági. 24. juni 1943 giftist Ron­ ald við Mariu Joensen, í Skúlanum, í Sandavági og flutti inn til verforeldrini í Sandavági at búgva. Móti ársenda í 1943 fekk hann boð um at fara aftur til Onglands. Maria kom við, og tey búsettust í Oldham nærindis Manchester. Stutt eftir var Ronald send­ ur víðari. Hann skuldi inn á evropeiska meginlandið. Til Hollands og Týsklands. Teir skuldu inn á meginlandið at byggja uppaftur, brýr, sum sundurskotnar vóru, og veg­ ir, sum skuldu gerast aftur. Ronald kom aftur til Ong­ lands eftir krígslok, har hann gjørdist vaktarmaður í eini krígsfangalegu. Teir vóru 20 bretar, sum ansaðu 300 týskum krígsfangum. Nakað eftir tað fluttu tey aftur til Sandavágs, har tey búðu til 1948, tá Ron­ald gjørdist prestur í ensku Metodistkirkjuni. Hann hevur verið prestur í Yorkshire og í Hull. Hann arbeiddi sum prestur í Onglandi, til hann var 73 ára gamal. Maria doyði bara 55 ára gomul í 1977. Hon ligg­ ur grivin við síðuna av foreldrum sínum í Sanda­ vági, og Ronald vil sjálvur verða grivin har, tá hansara tíð her er farin. Ronald hevur nakrar ferðir prædika í kirkjuni í Sandavági. Ron er í dag 86 ára gamal. Hann býr í lítla býnum Snaith nakað innan fyri Hull. Tríggjar døtur fingu hann og Maria, og tær búgva allar í grannalagnum, sum hann tekur til. Hann eigur níggju abbabørn og tvey langabbabørn. At Sandavágur er vakrasta stað í Føroyum, ivast Ronald Brierley ikki í. Her havi eg havt nógvar góðar løtur, og her vil eg verða lagdur at hvíla seinastu ferð, sigur Ronald Brierley. Ronald Brierley: Sandavágur er vakrasta stað í Føroyum Ronald Brierley saman við familju, f.v.: Chris Rainforth, versonur, Ronald Brierley, yngsta dótturin Fran Rainforth, og Leivur Joensen, svágur Mynd: Álvur Haraldsen Sandavágur er vakrasta staðið í Føroyum, sigur Ronald Brierley, sum hevur ferðast umleið 70 ferðir til Føroyar Mynd: Álvur Haraldsen 5. september fingu Bjørg Harryson og Hanni Niclasen, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 56cm long og vigaði 3980g. 20. oktobur fingu Mary Ann Mathisen og Bárur Andrea­ sen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3900 gr. 24. okt. fingu Ann-Mari Egholm og Mads Hedegaard Jesper­sen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3300 gr. 27. oktobur fingu Gladys Myrna á Kósini og Eyðun á Kósini, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3850 gr. 28. oktobur fingu Sóleyg og Jónsvein Poulsen, Vágur, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3420 gr. 28. oktobur fingu Helfrid Poulsen og Helgi S. Ingi­bjørns­ son, Eiði, eina dóttur ið eitur Hanna Bjørk. Hon var 55 cm. long og vigaði 3900 gr. 30. oktobur fingu Marita Olsen og Heri Poulsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 2925 gr. 1. novembur fingu Guðrun og Hans Ove Johansen, Kolla­ firði, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3300 gr. Føðingar Tann 27. oktobur fingu Beinta og Andrias eina lítla systur. Hon var 52 cm long og vigaði 3350 gr. Foreldrini eru, Maibritt og Bárður Johannessen. 11. oktobur fingu Bjørk og Bartal eina lítla systir. Hon var 56 cm long og vigaði 4400 gr. Foreldur teirra eru Barbara og Otto Gram. 80 ára føðingardagur Leygardagin 4. november verur Einar Joensen í Oyndar­ firði 80 ár. Dagurin verur hildin saman vi børnum og barnabørnum Millum Gilja 76, 188 Hoyvík. Sunnudagin 5. novembur fyllir Kaja Jacobsen, á Oyrabø í Vági 80 ár. Tey, ið ynskja at gleða Kaju eru vælkomin í Stóra Pakkhús leygardagin 11. novembur frá kl. 10.00- 14.00. Av serligum orsøkum er føðingardagurin hjá Halgerð Andreasen fluttur til Eyðun Andreasen, Millum Svalir 12. Prógv Jákup Sverri F. Kass, Tórshavn, hevur lokið próv sum cand. ling.merc í enskum og europavísund á Handilsháskúlanum í Århus.