fríggjadagur 3. november 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213 - 3. november 2006
13
Halgir Winther Poulsen
Nú løgtingið á øðrum
sinni skal taka støðu til
eitt uppskot um at skoyta
samkynd uppí grein 266b
í revsilógini, og á tann hátt
javnseta hesi við ávísar
aðrar
minnilutabólkar,
tá ræður um verju móti
vanvirðisligari og niðrandi
umrøðu í almennum høpi,
verður nógv skrivað og sagt
fyri og ímóti hesum eftir
mínum tykki sjálvsagda
uppskoti.
Vert kundi tí verið at
hugt eitt sindur at støðuni
gjøgnum løgfrøðiligar brill
ur. Tann bíbilska partin av
tjakinum haldi eg meg ikki
til at siga so nógv um uttan
tað, at tá vit vóru børn, varð
ikki gjørt so nógv burturúr
at brúka bíblina sum lógbók
í revsirætti, sum summi
tykjast at hava hug til í dag.
Heldur lærdu vit um Guds
kærleika til menniskjuni og
fingu at vita, at vit áttu at
(royna at) fyrigeva teimum,
sum syndaðu ímóti okkum.
Revsilógin
Tann danska útgávan av
grein 266b í revsilógini er
soljóðandi:
”Den, der offentligt eller
med forsæt til udbredelse i
en videre kreds fremsætter
udtalelse eller anden med
delelse, ved hvilken en
gruppe af personer trues,
forhånes eller nedværdiges
på grund af sin race, hud
farve, nationale eller etn
iske oprindelse, tro eller
seksuelle orientering, straff
es med bøde eller fængsel
indtil 2 år.
Stk. 2. Ved straffens
udmåling skal det betragtes
som en særligt skærpende
omstændighed, at forholdet
har karakter af propaganda
virksomhed.”
Í teirri revsilóg, ið gald
andi er í Føroyum, eru
orðini ”seksuel orientering”
ikki við, og tað er hetta, ið
uppskotið hevur til enda
máls at bøta um, verður tað
samtykt.
Í sínum upprunaliga orða
ljóði kom grein 266b inn í
revsilógina orsakað av ”de
i den nyeste tid opdukkede
foreteelser som forfølgelser
af
racer,
trossamfund
m.v.” Danir dubbaðu seg
sostatt at standa ímóti teirri
nasistisku forfylgingini av
minnilutum, ið longu tá
hómaðist sunnan markið.
Í 1971 varð greinin víðk
að við fyristandandi stað
festingini av ST sáttmál
anum um rasudiskrimina
tión fyri eyga. ”Seksuel
orientering” kom inn í
lógina í 1987, men hendan
broytingin er sum nevnt ikki
komin í gildi í Føroyum.
Sum tað sæst av orða
ljóðinum er tann verja, ið
veitt verður nevndu minni
lutum, sera avmarkað. Talan
skal vera um almenna hóttan,
vanvirðing ella niðring av
hesum fólkum sum bólki.
Grundin til hetta er tann,
at einhvør skerjing av tí
grundleggjandi rættinum til
framsøgufrælsi, er og eigur
at vera avmarkað og ikki
fara longri enn neyðugt
til tess at tryggja verju av
veikum bólkum. Teir heldur
fáu dómar, ið sagdir eru
í revsimálum við støði í
grein 266b, vísa eisini, at
so er.
Íðan, kann so verða sagt,
og verður eisini ført fram,
hví so gera so nógv hóva
sták burturúr teimum sam
kyndu, tá lítil og eingin hjálp
er í hesi lógarbroytingini?
Hertil eigur svarið eftir
mínum tykki at vera, at
vilja vit ikki eingang seta
hendan lága verjugarðin um
hendan í Føroyum serdeilis
veika minnilutabólkin, sýna
vit sum samfelag at vit góð
kenna, at frítt er at vanvirða
og niðra tey alment. Tað
er ein hugburður, ið eitt
samfelag, ið ætlar sær
undir tey fyrstu tøtlini út í
globaliseraða heimin, neyv
an kann vænta sær nakra
góðvild afturfyri frá fram
komnum londum.
Europeiski manna
rættindasáttmálin
Eftir at øll menniskjavirði
vóru traðkað undir fót und
ir seinna heimsbardaga, var
tað eitt aðalmál hjá sam
eindu tjóðunum og flestu
landastjórnum, at tílíkt
mátti ikki henda aftur. Farið
varð tí undir at fyrireika
altjóða bindandi sáttmálar
um verju av grundleggjandi
mannavirðum. ST gekk á
odda, men har gekk seint,
so regionalir mannarætt
indasáttmálar vórðu fingnir
í lag víða um heimin.
Í hesum starvinum gingu
londini í Europa á odda, og
tann 4. november 1950 varð
europeiski sáttmálin um
verju av mannarættindum
og grundleggjandi frælsis
rættindum undirskrivaður.
Sáttmálin fekk gildi í
1953, eftir at nóg nógv
lond høvdu staðfest hann,
teirra millum Danmark. Í
Danmark hendi harafturat
tað óvanliga, at sáttmálin
við seinni protokollum
(ískoytissáttmálum) varð
gjørdur til beinleiðis part
av innlendis lóggávuni við
lóg frá 29. apríl 1992.
Føroya støða til
sáttmálan
Í mars 1994 fekk lands
stýrið fyrispurning frá ríkis
umboðnum vegna donsku
stjórnina, um heimastýrið
ynskti, at lógin, og harvið
sáttmálin, varð lýstur at galda
í Føroyum. Landsstýrið
legði málið fyri tingið sum
uppskot til samtyktar um
at ”Løgtingið samtykkir, at
lóg nr. 285 frá 29. apríl
1992 um Tann Europeiska
Mannarættindasáttmálan
kann setast í gildi fyri Før
oyar”. Í viðmerkingunum til
uppskotið sigur landsstýrið
m.a. at ”Við lógini verður
mannarættindasáttmálin
inkorporeraður í føroyskan
rætt. Ein inkorporering
fer at føra við sær at gald
andi rættarstøða, har dóm
stólarnir nýta reglurnar í
mannarættindasáttmálan
um í samband við tulking
av galdandi rætti, verður
lógarfest.”
Málið varð bein í rættar
nevndina,
har
limirnir
vóru Bjørn á Heygum, for
maður, Bjarni djurholm,
Jenis av Rana, Helena
Dam á Neystabø og Jógv
an Durhuus. Nevndin mælti
einmælt til at lógin um
Tann Europeiska Manna
rættindasáttmálan
kundi
setast í gildi. Á tingfundi
tann 2. januar 1995 varð
uppskotið endaliga samtykt
við 29 atkvøðum fyri og
ongari ímóti.
Europeiski mannarætt
indasáttmálin er settur í gildi
í Føroyum við Anordning
nr. 136 frá 25. februar 2000
sum javnsettur partur av
føroyskari lóggávu, sambært
stýrisskipanarlógini helst
enntá yvirskipaður løgtings
lógum.
Sáttmálin og samkynd
Tað eru serliga tvær greinir
í sáttmálanum, sum eru av
áhuga í hesum sambandi.
Eg endurgevi tær her á
donskum í tí líki, sáttmálin
er settur í gildi í Føroyum.
Grein 8 sigur, at ”Enhver
har ret til respekt for sit
privatliv og familieliv, sit
hjem og sin korrespon
dance”. Í grein 8 stk. 2 eru
strangar reglur um møgu
ligar skerjingar av hesum
rætti, sum tó ikki hava
týdning í hesum sambandi.
Grein 14 um bann móti
mannamuni er soljóðandi:
” Nydelsen af de i denne
konvention
anerkendte
rettigheder og friheder
skal sikres uden forskel på
grund af køn, race, farve,
sprog, religion, politisk
eller anden overbevisning,
national eller social oprind
else, tilhørsforhold til et
nationalt mindretal, formue
forhold, fødsel eller ethvert
andet forhold.”
Europeiski manna
rættindadómstólurin
Umframt sera víðfevnda rætt
indaverju hevur europeiski
mannarættindasáttmálin
eina heilt serliga verjuskipan
av hesum rættindum, ið
er
heilt
einastandandi
fyri altjóða sáttmálar yvir
høvur. Sambært kapitul
II í sáttmálanum er ein
dómstólur settur á stovn,
ið hevur til uppgávu at
tryggja, at tær skyldur,
ið sáttmálapartarnir hava
átikið sær, verða hildnar. Til
hendan dómstól kunnu allir
íbúgvar í sáttmálalondunum
venda sær við kæru um
brot móti teimum vardu
rættindunum.
Teir dómar, ið dóm
stólurin sigur, eru bind
andi fyri stjórnirnar í
sáttmálalondunum, bæði
tá ræður um staðfesting
av møguligum broti og
áseting av endurgjaldi til
tann kærandi. Tað kemur
ikki fyri, at eitt land ikki
gevur seg undir dómin.
Í tulkingum sínum er
dómstólurin ofta radikalur
og tulkar við egnum orðum
sáttmálan sum ”eitt livandi
skjal”, hvørs innihald kann
broytast við broyttum tíð
um.
Dømi um dómar
Tann 27. september 1999
varð dómur sagdur í tveim
um kærumálum móti Bret
landi.
Tað vóru tvey mál, har
fýra
samkyndir
menn
stevndu Bretlandi fyri brot
á grein 8 í sáttmálanum.
Menninir, ið allir tæntu í
bretska
herinum,
vóru
koyrdir úr tænastuni við
teirri grundgeving, at teir
vóru samkyndir.
Stjórnin førdi fram, at
samkyndir hermenn høvdu
havt stóra skaðiliga ávirkan
á moralin í herinum og
tessvegna á stríðsmegina
og –førleikan. Hesar und
anførslur vórðu ikki góð
kendar av dómstólinum, ið
kom til ta niðurstøðu, at
Bretland hevði framt brot
á grein 8. Í einum seinni
dómi, søgdum tann 25.
juli 2000, varð Bretland
dømt at gjalda teimum fýra
endurgjald og sakarkostnað,
tilsamans GBP 374,000.
Tann
21.
desember
1999 varð dómur sagdur
í sakarmáli móti Portugal.
Hvørji rættindi hava sam
kynd í Føroyum.doc
Málið snúði seg um for
eldrarætt og samverurætt
við eitt felagsbarn eftir
hjúnaskilnað. Avtala var
gjørd í sambandi við hjúna
skilnaðin,
men
seinni
breyt konan avtaluna og
sýtti manninum at vitja
dótrina. Hann stevndi og
fekk
foreldrarættin
frá
familjudómstólinum í Lissa
bon, og dóttirin búði hjá
pápanum í eitt ár, inntil
mamman burturflutti hana.
Mamman skeyt dómin um
foreldrarætt til hægri rætt
og fekk nú foreldrarættin
av tveimum grundum. Tann
fyrra var barnsins tørvur og
tann seinna at maðurin var
samkyndur og búði saman
við øðrum manni.
Maðurin fór síðan til
mannarættindadómstólin,
sum dømdi Portugal fyri brot
á grein 8 og grein 14 í manna
rættindasáttmálanum við
teirrri
grundgeving,
at
veruliga orsøkin til, at for
eldrarætturin var tikin frá
pápanum, var tann, at hann
var samkyndur, og at hetta
var sáttmálabrot.
Tann 9. januar 2003 vórðu
dómar sagdir í tveimum
málum móti Eysturríki.
Tveir av kærarunum, ið
vóru samkyndir, høvdu
fingið fongsulsdóm fyri
kynsligt samband við ung
lingar sambært grein 209
í revsilógini, ið bannaði
kynsligum sambandi við
unglingar millum 14 og
18 ár. Tann triði kærarin,
ið eisini var samkyndur,
kærdi um, at hann av ótta
fyri revsilógini ikki kundi
hava kynsligt samband við
vaksnar menn, fyrr enn
hann var 18 ára gamal, utt
an at valda revsing fyri við
komandi.
Grein 209 í revsilógini
varð seinni avtikin, men
revsidómarnir stóðu við.
Mannarættindadómstól
urin dømdi Eysturríki fyri
brot á grein 8 og grein
14 í mannarættindasáttmál
anum.
Niðurstøða
Sum sæst er europeiski
mannarættindasáttmálin
eftir einmæltari løgtingssam
tykt settur í gildi í Føroyum
sum partur av føroyskari
lóggávu. Harvið eru eisini
dómarnir hjá mannarættinda
dómstólinum
bindandi
fyri føroyska lóggávu og
umsiting.
Dómstólurin dømir, at
samkynd eru vard av grein 8
og grein 14 í mannarættinda
sáttmálanum. Tað er sostatt
í stríð við sáttmálan at
gera
mannamun
móti
samkyndum, og Føroyar,
ella heldur Danmark sum
sáttmálapartur, kunnu tí
rokna við at verða dømd
fyri sáttálabrot, um tílíkur
mannamunur framhaldandi
verður gjørdur í Føroyum.
Hetta átti at givið okk
ara
lóggevarum
nakað
at hugsa um, nú teir á
øðrum sinni skulu undir at
viðgera samkynd og teirra
rættarstøðu í føroyska sam
felagnum.
Hvørji rættindi hava samkynd í Føroyum?
viðmerkingar