fríggjadagur 3. november 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 213 - 3. november 2006
tíðindi
Tann 17. november
er frumframførslan
av sangleikinum
FAME, sum studenta
skúlanæmingar úr
Hoydølum framføra.
Nú tíðin styttist, eru
venjingarnar fleiri og
oftari enn tær hava
verið frammanundan.
Vit hava verið við til
eina av venjingunum
Fame
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Tað er týskvøld, klokkan
er júst farin av sjey, og átta
ung fólk eru komin saman
í Hoydølum. Tey fara inn
í evningarhølini og byrja
at flyta borð og stólar út til
veggin, tí gólvið skal nýtast
til venjingar til sangleikin
FAME.
Jákup Veyhe er leikstjóri
og hann leggur fyri:
- Í dag ætlaði eg, at vit
skulu fáa dramasenurnar at
virka. Vit fara at prøva at
speglvenda pallin, soleiðis
at tit sita í trappuni.
- Fert tú at broyta nú, spyr
ein av leikarunum.
- Tað er nú at tær stóru
broytingarnar koma, svarar
hann.
Leikararnir
seta
seg
á borð og stólar, sum
ímynda ta trappuna, ið
verður á pallinum í Norður
landahúsinum, tá leikurin
skal framførast um 17 dag
ar.
- Minnist til, at tað er ein
dramaklassi, tey nema við
hvønn annan, sigur Jákup
og leikararnir flenna.
- Altso, tey vísa at tey
tora, greiðir Jákup frá.
Tey fara í gongd við venj
ingarnar, næmingarnir sita
í einum flokki, og Mikkjal
Helmsdal spælir lærari
teirra Jani.
Spot ella ikki
Í hesi senuni er tað Jack,
sum verður leiktur av Bergi
Dam Jensen, sum skal fram
føra fyri flokkinum. Hann
fer fram á pallin.
- Einki spot? Hvar er
ljósið, spyr hann læraran.
Jákup Veyhe spyr, um tey
halda, at orðið skal vera
spot.
- Skilja øll tað?
Bæði Bergur og hinir
leikararnir diskutera, hvat
orð skal brúkast. Uppskot
sum ljósið, spotlight og
ljóskastari koma fram, men
tey verða samd um, at spot
virkar væl.
Tey spæla senuna ígjøg
num og Bergur syngur ein
sang.
Rokka meir
- Eg vil at tú rokkar meir,
sigur Jákup Veyhe.
- Hvørjum hava tit verið
til konsert hjá, spyr hann
leikararnar.
Tey nevna fleiri ymiskar
tónleikarar.
- Hvat gjørdu tey á pall
inum?
- Nick og Jay lótu seg
úr troyggjuni, sigur ein av
gentunum.
Men tað sær út sum, at
tey royna at finna onkran
annan máta at rokka, enn at
lata seg úr.
- Eg kundi tonkt mær at
givið tær ein tungan beri
posa, sigur Jákup, og øll
fara runt í stovuni, og royna
at finna okkurt tungt.
Tey finna tveir tungar
ruskposar, sum leikarin skal
bera, meðan hann spælir
senuna eina ferð afturat.
- Meiningin er ikki, at
tú skalt halda teir uppi so
leingi. Tú skalt øsast eitt
sindur, sigur Jákup Veyhe.
Tey spæla senuna ígjøg
num nakrar ferðir afturat og
Jákup er betri nøgdur fyri
hvørja ferð.
- Eitt afturat. Tá eg segði,
at tú skuldi vera illur,
so meinti eg, at tú skalt
brúka tað følilsi, tú hevur í
kroppinum, tá tú ert illur.
Geva ráð
Meðan Jákup og Mikkjal
standa og diskutera hvussu
okkurt í senuni skal vera,
sita teir ungu leikararnir og
tosa saman og spyrja hini
um góð ráð.
- Hvussu skal eg flenna,
spyr ein av gentunum. Hini
geva henni góð ráð, og
fleiri vísa teirra boð uppá
tað flova flennið, hon skal
flenna í hesi senuni.
Tey tosa um, at tey hava
16 dagar eftir, at venja og
at fáa alt at virka.
Gjøgnumgongdin
av
leikinum er hóskvøldið í
læraraskúlahøllini, tá skulu
allir leikarar fyri fyrstu ferð
saman við tónleikarunum,
dansarunum og rútmiska
kórinum spæla allan leikin
ígjøgnum.
Tað skal
rokka
meir
Bergur Dam Jensen spælir Jack