fríggjadagur 3. november 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 213 - 3. november 2006
Jákup Veyhe er leik
stjóri í sangleikinum
FAME. Hann er væl
nøgdur við, hvussu
tað gongur við
venjingunum
Fame
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
- Leikurin er við at taka
form. Leikararnir hava
gjørt stór framstig, serliga
innanfyri sangin. Eg haldi
sjálvur, at tey syngja ordi
liga gott, tey eru fyri ein
stóran part vald út eftir, at
tey duga at syngja.
Nú tíðin til frumfram
førsluna styttist nýta tey
venjingarnar at spæla sen
urnar ígjøgnum, men tað
legst alla tíðina meira
afturat.
- Teksturin hevur sitið í
umleið tríggjar vikur. Dans
urin er nøkulunda gjørdur,
men har kemur meira
koreografi í síðstu løtu. Nú
eru tað búnar, sum koma.
Orkestrið er akkurát byrjað
at koma afturat, og síðan
koma blásarar og kórið.
- Higartil hava øll vant
fyri seg, har kapellmeistarin
hevur verið sambindingin.
Tað er sum ein lagkøka, har
tað koma fleiri og fleiri løg.
Hóskvøldið skulu øll venja
saman fyri fyrstu ferð, greið
ir Jákup Veyhe frá.
6. november fara pall
smiðirnir inn í Norður
landahúsið, og 10. november
sleppa leikararnir inn, har
tey skulu venja seg við at
brúka pallin, samstundis
við at restin av dansinum
skal fáast upp á pláss.
Enn eru tvær vikur til
frumsýningina og allar
tær sýningarnar ið stóðu á
skránni, umframt tvær eyka
sýningar, eru longu útseldar.
Bert nøkur fá atgongumerki
eru eftir til tær síðstu fýra
eykasýningarnar og fleiri
sýningar vera ikki gjørdar.
- Mær dámar einki at
tað longu er útselt, sigur
leikstjórin og greiðir frá:
- Tað setur vónirnar so
nógv upp, at mær hevði
dámt betur, um tað bleiv
selt eftir fyrstu sýningina,
tí so var tað eitt rykti. Men
eg skilji tað væl, tí Fame
er eitt gott navn. Seinast
studentaskúlin framførdi ein
leik, var eisini gravgangur
eftir atgongumerkjum eftir
frumframførsluna.
Tað
er kanska tí, at fólk vilja
tryggja sær atgongumerki,
sigur Jákup Veyhe.
Edith Dahl Jakobsen
er ein av høvuðs
leikarunum í sang
leikinum FAME,
hon stórtrívist í
leiklutinum sum
Carmen, sum hon
heldur líkist sær á
fleiri mátar
Fame
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Edith
Dahl
Jakobsen
gongur í 3.g, hon spælir
Carmen, sum er ein av høv
uðsleiklutunum í FAME.
Edith er ikki óroynd
innan sjónleik og tónleik.
Hon hevur spælt sjónleik í
5 ár á Dramaverkstaðnum
hjá Hjørdis Johansen, og
hon hevur eisini sungið í
fleiri ár.
- Carmen er tann typan,
sum heldur seg vera betri
enn øll hini. Hon vil gjarna
koma langt. Hon heldur
ikki at hon hevur brúk fyri
skúlanum, hon vil bara
leypa tað um, og koma
beint til stjørnudreymarnar,
sigur Edith um sín leiklut.
Edith heldur tó at leik
luturin Carmen líkist henni
uppá fleiri mátar.
- Henni dámar væl at
upptraðka og hon vil gjarna
brúka síni evni til okkurt. Í
so máta haldi eg, at tað er
lætt at seta seg í hennara
stað, tí mær dámar eisini
væl at syngja, og kundi væl
hugsað mær at liva av tí,
tá eg verið eldri. Eg havi
eisini
fame-dreymarnar,
men sálarliga er Carmen
nógv øðrvísi enn eg, og
hennara bakgrund er ein
heilt onnur, enn tað sum eg
kenni til, so tað má eg seta
meg inn í, fyri at fáa rætta
lyndið fram.
Umleið 140 fólk vóru til
upptøkuroynd til leikin, har
øll skuldu dansa, syngja og
spæla sjónleik.
- Vit, sum sluppu við, vóru
øgiliga heppin. Eg rokni
við at nakað, tey hava lagt
merki til, er, at leikararnir
útstrála sjálvsálit og at tey
ikki eru smæðin.
Edith dámar sera væl
at vera við í leikinum, og
heldur tað ikki vera strævið
at venja so nógv.
- Tá vit eru saman hava
vit tað so ræðuliga stuttligt.
Tá eg komi í skúla er tað
fyrsta sum eg hugsi, “Eg
gleði meg at venja FAME
aftaná skúlatíð.”
Hon heldur eisini, at
hon hevur ment seg nógv
sum leikara og hevur lært
nógv, síðan síðst í august
tá tey byrjaðu at venja
sangleikin.
Hóast tey nýta nógva
tíð at venja, heldur Edith
ikki, at tað gongur út yvir
skúlagongdina.
- Tað krevur sjálvdissiplin
at fáa tað at hanga saman.
Man er noyddur at siga nei
til alt annað enn skúlan og
FAME. So ber tað eisini til
at fáa bæði tingini at ganga
upp.
Edith gleðir seg sera
nógv til at skula framføra
leikin.
- Vit eru verri enn so
komin á mál enn, tað eru
nógvar detaljur, sum eru
eftir at fáa upp á pláss. Men
um tað var upp til mín, so
framførdu vit í morgin.
Søgugongdin í sangleikinum er vorðin eitt sindur
føroyskað. FAME er stytt fyri Føroya Altjóða
Miðnámsskúli fyri Evnarík listafólk. Tað ein listaskúli, sum
er í Føroyum, við altjóða næmingum og lærarum.
Leikurin er umsettur úr leikritinum til enska leikin, sum
er grundað á filmin frá 1980 og sjónvarpsrøðina frá 1982,
við saman navni.
Leiklutirnir eru teir, sum eru kendir frá sjónvarpsrøðini,
men tey eita onnur nøvn.
Vit fylgja átta næmingum, sum sleppa ígjøgnum
upptøkuroyndina inn á skúlan. Skúlin varar í 3 ár og vit
uppliva nakrar av teimum avbjóðingum, næmingarnir
verða útsettir fyri.
Høvuðsavbjóðingin er, at ein næmingur vil vera kendur
sjónleikari og blívur lokkað av einum fotografi at fara til
New York fyri at blíva kend.
Ein annar høvuðsleikari er serstakliga góður dansari,
men er illa fyri bókliga og liggur á markinum til at blíva
blakaður út.
Og so eru eisini nakrar kærleikssøgur inn í millum.
FAKTA
Vil liva av
at syngja
Leikstjórin:
Dámar einki, at tað er útselt
Edith Dahl Jakobsen
Jákup Veyhe leikstjórnar FAME