Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. november 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 tíðindi Nr. 213 - 3. november 2006 Sjónligari Postverk Sofus Clementsen er nýggi stjórin í Postverki Føroya, hann tók við starvinum 1. oktober. Hansara ætlanir eru, at gera Postverkið meira sjónligt við at veita nýggjar og betri tænastur. Hann vil tó ikki avdúka hvørjar tænastur talan er um. - Postverkið sum heild skal gerast meira sjónligt, ikki bara stjór­ in. Starvsfólkið skal vera meira sjónligt, og vit vóna at kunna fáa tað image, at vit veita eina góða tænastu, har vit hava trúvirði og standa fyri góðsku, sigur Sofus Clementsen. - ella Trøllapætur vitjaði Í gjár hevði Postverk Føroya móttøku í samband við at jólamerkini 2006 vóru útgivin. Móttøkan var í Miðlahúsinum, har pyntað var við myndum av jólakøkum Jólamerki Ella Larsen ella@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Á borðinum við livandi ljósum vóru fleiri rokaðir tallerkar við smákøkum og Arnold Ludvig, Rógvi á Rógvu og Leivur Thomsen spældu jóla tónleik. Myndaevnini á jóla­merkj­ unum í ár eru smákøkur, flestar av teimum køkur, sum vanligt er at gera á jólum. Tað er listamaðurin Edward Fuglø ið hevur teknað jólamerkini. Tí at myndaevnini eru køkur, fingu starvsfólkini á Frímerkjadeildini hugskotið at gera ein faldara við uppskriftunum til 30 sløg av smákøkum, sum fylgir við, tá ein keypir jólamerkini. Uppskriftirnar eru umsettar til 5 ymisk mál, hetta kemst av, at jólamerkini eru ein stór útflutningsvøra , heili 90 prosent av øllum jóla­ merkjunum vera seld uttan­ lands. Nýggi postverkstjórin Sofus Clementsen bað væl­ komin og greiddi frá um ársins jólamerki og um Jólamerkjagrunnin. Ágóðin av søluni av føroysku jólamerkjunum fer til vælgerandi endamál, ið stuðla børnum í Føroyum. Í fjørð fóru pengarnir til ein legu fyri børn, ið høvdu trupulleikar við vektini. Í fýra vikur vóru tey á Skarvanesi og lærdu um góðar matvanar og um týdningin av at røra seg. Í ár er umsóknarfreistin til at søkja um pengar frá Jólamerkjagrunninum 7. desember. Jólahýrur í Miðla­ húsinum Í samband við at jólamerkini 2006 vóru útgivin í gjár hevði Postverkið eitt tiltak fyri børnum í Miðla­ húsinum. Meðan børnini bíðaðu eftir Trøllapæturi, sang Steintór Rasmussen nakrar sangir saman við teimum. Trøllapætur kom síðan larmandi oman ígjøgnum trapp­urnar, og segði børn­ unum at hann var einsa­ mallur í dag tí omman var sjúk. Hon hevði ilt í búkinum og tannapínu og skuldi til frisør og alt møguligt. Børnini sótu á gólvinum og hugdu spent upp á Trøllapætur, sum sang fyri teimum. Eftir tveir sangir helt Trøllapætur seg hoyra onkran gráta. Hann fór upp ígjøgnum trappurnar og kom aftur við Trøllababy. - Bara eitt høvd er vaknað, segði hann børnunum. Hann fekk Trøllababy at syngja ein sang, og aftaná var ein genta so heppin at hon slapp at mussa baby. Aftaná sluppu børnini at taka myndir saman við Trølla­pæturi og onkur fekk eisini autograf frá honum. - ella