fríggjadagur 3. november 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 213 - 3. november 2006
tíðindi
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Atgongumerkini fyri at
sleppa inn á stóra MTV
showið vórðu seld fyri upp
til 1000 kr. stykkið uttan fyri
hegnið á Ráðhúsplássinum
í Keypmannahavn. Fólk
vildi sleppa inn og vera
partur av hesi risastóru
sjónvarpssending og showi.
Alt tyktist spennandi og
stórsligið frammanundan.
Men skuldi eg valt umaftur,
hevði eg selt mítt atgongu
merki uttan at blunka, ja
um eingin vildi keypt tað,
so hevði eg givið onkrum
tað.
Í bítandi kuldanum á
Ráðhúsplássinum
stóðu
um 19 tíðina 7000 sálir og
bíðaðu eftir stóra brakinum,
og ja, tað byrjaði við buldur
og braki. Avstralsku Jet,
spældu sín rokk’n’roll,
sum hann skal spælast.
Við greiðari tilvísing til
allar 60’ára hetjurnar, men
við einum lítlum dropa
av tí ráa og ópoleraða hjá
landsmonnunum í AC/DC,
stutt sagt herligt.
Hóast bólkurin spældi
væl, vóru fólk longu køld.
Hugskotið hjá MTV um
at lata dyrnar aftur kl. 19,
tveir heilar tímar áðrenn
sjálv sjónvarpssendingin
byrjaði, byrjaðu at tykjast
heilt burturvið. Tá Jet fór
av pallinum eftir ein lítlan
hálvan tíma, fingu vit
fyrstu ábending av, hvussu
showið á Ráðhúsplássinum
fór at verða. Har hendi
snøgt sagt einki! Ikki so
frætt sum, at vit sóu MTV
á stóru stórskíggjunum,
ella hoyrdu onkran tón
leik í hátalarunum. Ein
donsk
mannfólkarødd
bjóðaði eftir eini løtu Ritt
Bjerregaard, borgarstjóra í
Keypmannahavn á pallin.
Hon helt eina røðu, men var
somikið niðurundirkomin í
kulda, at hon nærum ikki
megnaði at frambera hana.
Av og á sóu vit okkurt
lítið brot úr Red Carpet
sendingini á MTV á stór
skíggjunum, men skjótt
varð klipt aftur til MTV
Europe
Music
Awards
búmerkið, ið var snøgt, men
ikki so stuttligt at síggja í
tímavís. Her hendi einki!
Eini trýkorter mundu vera
farin, áðrenn The Killers
trinu á pallin. Nú vóru
fólk køld, men veruligar
stjørnir á pallinum og eitt
sindur av tónleiki lyfti lagið
nakað. Sjálvt í ølteltunum
var
friðarligt.
Kaldar
drykkivørur var ikki júst
tað mest lokkandi í bítandi
kuldanum. Í sínum vísdómi
høvdu fyriskipararnir ikki
heitar drykkivørur til sølu.
(Tað skal tó sigast, at eftir
einar 3 tímar í kuldanum
funnu vit eitt stað, ið seldi
suppu, teltið var væl goymt
handan VIP økið í einum
horni. Eftir tógvi stríð við
at fáa somikið av lívi aftur í
frystu fingrarnar, soleiðis at
eg kundi gjalda fyri suppuna,
var tað herligt at taka um
heita
suppukoppin,
og
vistfrøðiliga tomatsuppan
við urtum smakkaði og
hitaði óvanliga væl).
The Killers spældu nøkur
løg, og hetta var heilt ok. Tá
bólkurin fór av pallinum,
byrjaði MTV showið úti
í Forum, og vit sluppu at
fylgja við. Fyriskipararnir
vórðu nærum fyrigivnir
fyri hesar báðar keðiligu
tímarnar. Men tað gjørdist
skjótt greitt, at her var
eingin orsøk at fyrigeva. Í
hátalarunum ljóðaði aftur
sama mannfólkarøddin, ið
gav okkum boð um, at nú
skuldu vit vera lívlig, og
dansa og hoppa frammanfyri
eitt av tornunum. Tí vit fóru
at koma í MTV um eitt
bil. MTV signalið hvarv
og vit sóu aftur einki. Í
kuldanum bíðaðu vit bara,
til signalið knappiliga kom
aftur, og stillað varð yvir
til Kelis, ið var vertinna
á
Ráðhúsplássinum.
Hon bjóðaði The Killers
vælkomnum, og bólkurin
kom aftur á pallin og spældi
eitt lag - hesaferð beinleiðis
í MTV og við munandi
meira orku enn fyrru løgini.
Síðan var aftur leingi stilt.
Onkuntíð varð klipt yvir til
MTV showið, men størsta
partin av tíðini, var hvørkið
ljóð ella myndir, ella bert
antin ljóð ella myndir. Fólk
gjørdust alt meira misnøgd,
og
fótakuldin
gjørdist
alsamt verri.
Tá Snoop Dogg kom
á pallin, gjørdist lagið
eitt sindur betur. Hann
spældi nøkur løg bert fyri
okkum, og hevði millum
annað Pharrell Williams
við sær. Tá Snoop fór av
pallinum í sínum stórsligna
hvíta pelsi, varð aftur
klipt út í Bella Centri. Síð
an kom hæddarpunktið
á kvøldinum fyri okkara
viðkomandi. Sjarmerandi
Kelis kom og stillaði seg
beint frammanfyri okkum,
við sínum vinnandi smíli,
hitaði hon væl.
Úr Bellasentrinum varð
stillað inn aftur á Ráð
húsplássi, og Kelis bjóðaði
Snoop Dogg vælkomnum,
og so var hon burtur úr
okkara eygsjón aftur. Snoop
spældi eitt lag beinleiðis í
MTV. Hann gavst tó ikki
so, og undirhelt kalda
fólkið við nøkrum løgum
afturat. Framførslan var
frálík og Snoop bjargaði
kvøldinum fyri nógv. Men
nú hevði fólk altsp fingið
nóg mikið, meira enn ein
triðingur
av
fólkinum
rýmdi, beint tá snoop var
farin av pallinum.
Eftir langa bíðitíð kom
bretski bólkurin Keane
á pallin, bólkurin spældi
framúr væl og fekk gott lív
í. Tað einasta í taldi niður,
var at Metallica trummu
leikarin Lars Ulrich var
komin á pallin at bjóða
bólkinum
vælkomnum.
Hann royndi eina løtu at
fáa lív í fólk við tápuligum
lótum. Hetta var irriterandi,
og tá man frammanundan
er kaldur, gjørdist lagið ikki
betur.
Eftir Keane vóru lidnir,
rýmdi uppaftur meira av
fólkinum. Millum annað
eg. Restina av showinum sá
eg av aðru hædd á Burger
King á Ráðhúsplássinum.
Her sá eg Outlandish royna
at fáa lív í tí helvtina av
áskoðarunum, ið ikki var
rýmd, bólkurin tyktist at
koma væl frá uppgávuni.
Men tøkniligir trupulleikar
taldu eitt sindur niður.
Samanumtikið var MTV
á Ráðhúsplássinum ein
verulig fiasko fyri okkum,
ið vóru har. Vit upplivdu
góðar bólkar sum spældu
væl, men tveir triðingar
av teimum fýra og einum
hálvum tímunum var einki
at hyggja at ella at lurta
eftir. Kuldan kundi MTV
ikki gera so nógv við, men
tað hevði verið betur um
man kundi keypt sær ein
kaffimunn.
Tað hevði ikki kravt
nógv fyri, at tiltakið varð
væleydnað.
Fyrst
og
fremst við at víst okkum
MTV tá eingin spældi á
Ráðhúsplássinum, ístað
in fyri stilli og tómar stór
skíggjar. Hetta hevði gjørt
innlivingina
í
showið
munandi størri, og fingið
okkum at kent okkum sum
ein part av tiltakinum, eisini
hevði tíðin gingið munandi
skjótari, um vit fingu hetta
undirhaldið.
Harafturat kundu dyrnar
latið aftur kl. 20 ístaðin fyri
19, so høvdu vit fryst ein
tíma styttri. MTV byrjaði
ikki at senda fyrr enn kl.
21, og tveir tímar av bíðitíð
var í meira lagi.
MTV Europe Music Awards
Snoop Dogg hevði Pharrell Williams við sær, og í
russarahúgvum og pelsjakkum hildu teir hitan
mynd: Scanpix.dk
Snoop Dogg
roykti hasj á
Ráðhúsplássinum
Í sambandi við MTV Europe Music
Awards spældi Snoop Dogg á pallinum á
Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn. Hann
endaði konsertina við at guva eina hasjsigarett.
MTV Europe Music Awards
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í MTV varð bert tað eina lagið við Snoop Dogg víst,
men tey, ið høvdu leitað sær inn á Ráðhúsplássið hoyrdu
vælumtókta amerikanska rapparan spæla fleiri onnur
løg. Saman við Pharrel Williams fekk Snoop gott lív í
fólkið. Í móti endanum á síðsta sanginum fóru Snoop og
Pharrell niður at taka í hondina á fólki. Tá Snoop sá ein
ungan mann við eini hasjsigarett, bað hann um ein guv,
og guvaði væl og virðiliga, meðan tey sjey túsund fólkini
á Ráðhúsplássinum hugdu við á stórskíggja.
- Hetta var ein serligt hasjsigarett sera sterk, eg hevði
slikkað pappíri einaferð eyka sigur 19 ára gamli Abbas,
sum var maðurin, ið átti og hevði ballað hasjsigarettina..
- Talan var um gott hasj 80 kr. grammið, og hon var so
tjúkk, sigur hann og roynir at vísa við fingrunum.
Abbas er Snoop Dogg fjeppari, og hann tyktist væl
nøgdur við kvøldið.
- Tá hann spurdi meg, um hann kundi fáa ein guv
hugsaði eg “Heilt sikkurt”, greiðir Abbas frá.
Snoop Dogg hevur í nógv ár verið virkin talsmaður fyri
at gera cannabis lógligt, og varð herfyri tikin í USA fyri
at hava pott uppiá sær.
Í Danmark fær roykingin neyvan nakrar avleiðingar
fyri Snoop Dogg, so kanska verður hann verandi har.
Tí í USA bíðar løgreglan eftir honum. Tað gjørdist í
gjárkvøldið greitt, at løgreglan hevði fingið boð um, at
handtaka Snoop, fyri eitt mál har hann fyrr í ár royndi at
smugla ein løgreglugassa umborð á eitt flogfar.
Sjálvt ikki góðar tónleikaframførslur fingu bjarga
óvanliga ringu fyriskipanini av MTV Europe Music
Awards á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn.