Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-03, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. november 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 - 3. november 2006 29 tíðindi Samstarv við Ísland á heilsuøkinum Føroyskir og íslendskir myndugleikar fara nú at útgreina møguleikarnar við at samstarva á heilsuøkinum. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, og íslendski heilsumálaráðharrin, Siv Friðleivsdóttir, tosaðu í gjár um møguleikarnar fyri einum tættari samstarvi á heilsuøkinum. Fundurin var sera góður, og tey bæði samdust um, at embætisfólk frá báðum londunum skulu fara undir at gera eina útgreining av samtarvsmøguleikum. Fundur hevur fyrr í ár verið millum leiðslurnar á Landssjúkrahúsinum og Landspitalinum í Reykjavík um samstarv. Tað arbeiðið heldur fram, og ætlanin er, at samstarvið millum sjúkrahúsini verður víðkað til eisini at fevna um onnur heilsupolitisk øki. Á fundinum í gjár bjóðaði íslendski ráðharrin Hans Paula Strøm á vitjan í Íslandi tíðliga næsta ár í sambandi við ta komandi avtaluna. - Tað verður nakað av vindi um vikuskiftið, men sólin kann skína av og á, sigur veðurmaðurin Petur Skeel Jacobsen um vikuskiftisveðrið. Veður Snorri Brend Vikuskiftið byrjar annars ikki so væl. Fyrrapartin í morgin lovar Petur hvassan vind av útsynningi og regn. Men seinnapartin verður heldur frægari. - Seinnapartin leygardagin verður nakað minni vindur, og sólin kemur væntandi fram, sigur veðurmaðurin. Hitin í morgin fer at liggja millum 9 og 12 stig. Sunnudagin verður aftur hvassur vindur við ælingi, men kortini sleppa onkrir sólarglottar framat henda dagin. Hitin verður tá millum 8 og 11 stig. Mánadagin verður hann vestan í ættini við regni, men út á seinnapartin slítur hann væntandi í. Kortini verður lýtt í veðrinum. Týsdagin hækkar hann nakað og tá verður kaldari. - Tað verður kortini ikki kavi, men norðanfyri kann vátaslettingur verða henda dagin, sigur Petur Skeel Jacobsen. - Regn og vindur um vikuskiftið, lovar Petur Skeel Jacobsen Longu áðrenn borgarstjórin í Havn var komin til arbeiðis í morgun, varð hann kunnaður um tann fyrsta av dagsins trupulleikum Herverk Snorri Brend Havn: Í telefonini fekk Heðin Mortensen nevniliga at vita, at onkur hevði koppað standmyndini uttan fyri Keypssamtøkuna í nátt. - Eg haldi tað vera synd at fólk soleiðis skulu hevna seg inn á eitt slíkt deytt ting. - Hetta er ein vøkur standmynd, sum avgjørt er við til at fríðka um býin. Men hví ein skal gera so, tað skilji eg snøgt sagt ikki!, sigur borgarstjórin. Eitt av dagsins samrøðu­ evnum er støðan hjá einum ávísum minnulutabólki í samfelagnum. Um hetta er orsøkin til herverkið móti standmyndini av teimum báðum kvinnunum skal vera ósagt. Tað er í øllum førum óheppið, at fólk leika so­leiðis í móti eini stand­ mynd í Havnar býi. – Eitt harmilig herverk Vakra standmyndin í miðbýnum var koppað í nátt. – Eg skilji ikki at nakar skal tíma at hevna seg inn á eina slíka, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri Mynd: Jens Kr. Vang Vindur og avfall Kvinnufyrilestur hjá Føroya Banka Mikukvøldið 8. november kl. 19.30 bjóðar Kvinnuforum hjá Føroya Banki til fyrilestur við Lisbeth Nebelong undir heitinum “Ráð til at liva.” Fyrilesturin verður á Meiarínum í Tórsgøtu í Havn. Tiltakið er framhald av teimum sera væl vitjaðu íløgukvøldunum fyri kvinnur, sum Føroya Banki skipaði fyri í august. Á hesum kvøldunum fingu allir luttakararnir bókina “Råd til at leve – sund økonomi for begyndere” hjá Lisbeth Nebelong sum gávu. Lisbeth Nebelong hevur skrivað fleiri bøkur um fíggjarviðurskifti og heldur ofta fyrilestrar kring um í Danmark. Hon skrivaði eisini skaldsøguna “Når englene spiller Mozart,” ið snúði seg um Føroyar. Tekning til tiltakið fer fram á heimasíðuni hjá Føroya Banka.