Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. november 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 213 - 3. november 2006 tíðindi Frits Johannesen Á Jesusar døgum varð sagt: Kann nakað gott koma úr Nasareth?. Gott er, at tað verður kjakast um fólkaskúlan, men tá ið menn taka til orðanna og nýta ljót orð um skúlan, so missir tað talaða orðið sína dygd. Tú ert harri yvir tí, ið tú ikki hevur sagt, men skal standa til svars fyri tað, ið tú hevur sagt. Hetta er knýtt at tíni útsøgn og atferð. Ert tú ein politikkari, so verða umframt næstringar, kona, børn, vinir og kenningar alt Føroya fólk ávirkað av tínum meiningum. Orðið er tað fyrsta og tað síðsta í øllum. Orðið er tann skapandi megin í allari atferð manna millum. So einkult er tað. Prát um fólkaskúlan Við sínum dygdum og ó­dygdum hevur fólkaskúlin dagliga verið havdur á lofti millum fólk. Ofta fært tú rós fyri lítið og last fyri minni, og her koma vit at tinnuni, tá ið um skúlan er at siga. Siga vit at fólka­ skúlin er vánaligur, so verð­ur hann vánaligur. Tá verða fólkaskúlalærarnir lastaðir. Høvdu vit sagt, at fólkaskúlin er ein góður skúli, og hvussu kunnu vit gera hann uppaftur betri? Tá fingu vit eina siðiligari og skilabetri meining burt­ur úr tí, ið er tengt at einum uppalingarstovni, sum skal standa sum tals­ maður fyri kunnleika og eini siðalæru, og høvdu fólkaskúlalærarnir so verið róstir, fingu vit ein væl betri skúla. Troyttandi er altíð at vera fyri útrópinum.... lærari, ert tú ikki lærari? Lærari... uff!!! Øll kunnu siga, hvussu ein lærari skal vera. Til tíð­ir sálast vit lærarar av hes­um. Er tað nakar, sum dag­liga sigur, hvussu ein arbeiðari skal verða, ella hvussu ein prestur, sjúkra­ røktingarfrøðingur, skriv­ stovufólk, stjóri, koyrlærari, bóndi, skipari, handverkari, miðnámslærari, fíggjar­frøð­ ingur, sakførari, bartendari, flettingarmaður, vaskikona, landari, teldufrøðingur, flog­ skipari, arkitektur, sølufólk og flakakvinna skulu vera? Eygleiðing Onkuntíð ert tú forsindaður inn á skúlapolitikkin í síni heild. Kundi hugsað mær at verið fluga, tá ið t. d. mentanarnevndin í Løg­ tinginum umrøddi fólka­ skúlan. Okkum nýtist ikki eitt teldustýrt eyga , at hyggja at okkum, tá ið vit flyta okkum í skúlastovuni ella á morgunsangi. Vit verða eygleiddir frá morgni árla og at kvøldi síðla. Alt Føroya fólk eygleiðir okkum, hvørt barn, hvør omma og abbi og øll for­ eldur, ið eiga børn í skúl­an­ um, hava eyguni eftir okk­ um. Hetta er so tað.... men tað er ikki tað, sum ger skúlan betri. Tað, sum ger skúlan betri, er væl útbúnir lærarar og lærarar, sum tíma at undir­ vísa og skapa á ymsan hátt nýggj hugtøk innan skúlans gátt. Haldi ikki at skúlin fer betri, um vit lata børnin fara í skúla sum 6 ára gomul. Hetta er beinleiðis skeivt í tráð við vanliga hugsan og smbrt. tí gransking, sum er farin fram á hesum øki. Latið børn vera børn, so leing tey kunnu vera tað, og órógvið ikki barnasinnið við trongum hugsaninum um, at børn skulu fara í skúla t.d. fimm ára gomul. Harra Gud!!!! Sum støðan er nú, eru børn livandi troytt av skúlanum, tá ið tey koma í 10. flokk. Hvussu verður vorðið, um tey fara í skúla sum 5- 6 ára gomul? Tað tóma rúmið Børn skulu dusa sær í tí tóma rúminum. Skapa sær sín trídimensionellan bás í rørslum, í hugbirtingum í hesi inniligu barnaverð. Eingin er sum barnið sjálvt, tað er bara tað, sum kann menna rørslur, vitið og skilið í mun til tað, sum er kring tess sjónarkring. Spell er, at føroyingar leypa á loystum eins og í óðum verkum, tá ið aðrar tjóðir fara at skiva barnasálina og loysa hana burtur frá tí, sum er natúrligt fyri barnið. Fall í prát við ein norskan lærara, sum greiddi frá, at har á skúlanum, sum hann arbeiddi, hevði skúlin gjørt ein “tumleplads”. Børn­ ini skuldu út at takast á hes­um øki. Spurdi hví? Jú fleiri børn í dag hava ikki samband við tað tóma rúmið. T. d. er teldan , sum stýrdi teimum í so nógv. Alt ov nógv gekk fyri seg fyri framman. Lærarin segði so, at tað hevði alstóran týdning at barnið upplivdi tóma rúmið frá øllum síðum. Hugsi um okkara natúr, har túvur, lagdir, gil og steinar seta síni fingramerki á ong og haga. Heitt kundi verið á foreldrini um tíðan farið út í hagan við 5-6 ára gomlu børnum teirra, so tey mentust á ein natúrligan hátt í tí tóma rúminum. Tað er tað, sum hevur týdning. Hví ikki gera hetta til eina lóg? Grótgarður Øll uppaling er grundað á tryggleika. Hetta er ímyndin av eini lívsrytmu, sum allar tjóðir og øll fólk kunnu taka undir við. Hetta er aðalhyrnissteinurin í hesi søk. Tikið plagar verða til, tá ið ein steinur stóð eitt sindur skeivur í eini steinlaðing, at hann stóð í so kalur, sum er eitt gott orð. Rættað varð upp á steinin, so hann sampakkaði við hinar steinarnar(grótið), og garðurin bleiv stinnur og sterkur. Tað er tað, sum vit kunnu gera, at rætta upp á tað, sum ikki er gott í fólkaskúlanum, og gera tað betri. Hugsast kundið, at grótlaðarnir vrakaðu tann kala steinin. Steinurin, sum smiðirnar vrakaðu, bleiv til aðalhyrnissteinin. Smbr. Jeffri Heindriksen, so verður ikki lurtað eftir lærarunum. Smiðirnir (politikkarnir) vraka steinin, men verður lurtað eftir okkum, so gerast okkara hugsan og meiningar til høvuðshornasteinin í Før­ oya skúla. Tað er tað rætt­ að. Børn skulu hava frið og náðir at lesa og læra og skøðast væl til lívið. Hugsan lærarans eigur at verða aðalhyrnissteinurin i hesi søk, og ikki politikkarans. Skeið hjá Guðrið Poulsen, listakvinnu Tað er nógv gott at frætta um Føroya skúla á ymsan hátt.Tað kom nógv gott úr Nasareth....Havi júst verið á skeiði í myndlist hjá Guðrið Poulsen, listakvinnu, um rakubrenning. Eitt slag av japanskari leirbrenning. Her vóru lærarar úr øllum heraldshornum í landinum. Eitt framúr gott skeið og góð úrslit komu burturúr. Lutir frá hesum skeiði eru til skjals í bygninginum hjá Mentamálastýrinum. Politikkarar Føroya lands, leggið leiðina um henda stovn, støkkið inn á gólvið, hyggið at hesum við tykkara egnu eygum og farið ikki undir eina eygleiðing av Føroya skúla við einum teldustýrdum eyga.! PS! Hvat við miðnáms­skúl­ unum og lærarum tess? Fólkaskúlin