fríggjadagur 3. november 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213 - 3. november 2006
31
tíðindi
SAMBAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Stutt sagt
útlond
–57 prosent av afghansku kvinnunum verða
giftar burtur, áðrenn tær fylla 16
Womankind Worldwide
Tær hava tað ikki betri
enn undir Taliban
Hóast føgur orð
eru umstøðurnar
hjá kvinnunum í
Afghanistan líka
ringar í dag sum
undir Taliban-
stýrinum.
Kvinnurnar í Afghanistan
hava fingið fleiri rættindi,
enn tær høvdu fyri fimm
árum síðani, tá Taliban
varð rikið frá valdinum.
Men hjá teimum flestu er
gerandisdagurin tann sami,
sum hann var.
Tað stendur at lesa í ein
ari nýggjari frágreiðing um
støðuna hjá teimum af
ghansku kvinnunum, og
sum bleiv almannakunn
gjørd í London í vikuni.
Felagsskapurin Woman
kind
Worldwide,
sum
hevur skrivað frágreiðing
ina, vísir á tey føgru orðini
og tey nógvu lyftini, sum
kvinnurnar í Afghanistan
fingu, tá stýrið hjá Taliban
var fallið. Sagt varð, at nú
skuldu kvinnurnar fáa
frælsi, og støðan hjá kvinn
unum var eisini høvuðs
evnið á einum altjóða Af
ghanistan-fundi í Týsklan
di í desember í 2001.
Men hvat er hent síðani,
spyr Womankind World
wide. Jú, nakrar kvinnur
eru komnar upp í politikk,
men tann vanliga afghanska
kvinnan hevur ikki merkt
nakra broyting. Í fjør vóru
47 sokallað ærudráp skrá
sett, men tað veruliga talið
er helst um 5.000, tí nógv
tey flestu drápini verða
ikki fráboðað. Ágangur
ímóti
kvinnum
verður
sjáldan kannaður, og kvinn
ur, sum melda menn fyri
neyðtøku, kunnu sjálvar
enda í fongsli – fyri ótrú
skap.
Woman Worldkind skriv
ar eisini, at millum 60 og
80 prosent av teimum af
ghansku kvinnunum verða
tvingaðar at gifta seg við
monnum, sum familjan
finnur teimum, og 57 pro
sent av kvinnunum verða
giftar burtur, áðrenn tær
fylla 16.
Muslimarnir koyrdir til hús
72 muslimar, sum
arbeiddu í Charles de
Gaulle-floghavnini
í París, hava fingið
sekkin.
Teir seinastu mánaðarnar
hevur leiðslan í Charles de
Gaulle-floghavnini hildið
eyga við muslimunum,
sum arbeiða har, og fyribil
er úrslitið, at 72 fólk hava
fingið sekkin ella eru flutt
í onnur størv. Orsøkin er
sambært leiðsluni, at tey
eru vandamikil fyri trygd
ina í floghavnini, skrivar
AFP.
Leiðslan sigur seg hava
avdúkað, at fleiri av teim
um 72 hava verið í venj
ingarlegum hjá yvirgangs
monnum í Afghanistan og
Pakistan, og ein teirra sigst
hava verið vinmaður yvir
gangsmannin Richard Reed,
sum er dømdur fyri at hava
roynt at spreingja eitt
flogfar, sum var á veg úr
Paris til USA í 2001. Hann
hevði fjalt spreingievni í
skónum, men bleiv av
dúkaður.
Fleiri av teimum, sum
hava mist arbeiðið í Charl
es de Gaulle-floghavnini,
hava nú lagt sak ímóti
leiðsluni, tí tey kenna seg
sannførd um, at tey eru
uppsøgd, tí tey eru mus
limar. Muslimskir felags
skapir í Fraklandi leggja
myndugleikarnar undir at
skipa eina herferð ímóti
muslimunum upp undir
forsetavalið næsta ár.
Árliga eru einar 4.500
neyðtøkur í Grikka
landi, men serliga eitt
mál hevur skelkað
tjóðina, og nú er for
setin komin upp í
málið.
Fýra skúladreingir í grik
sku bygdini Amarinthos
eru skuldsettir fyri at hava
neyðtikið eina 16 ára gamla
bulgarska gentu. Gentan
hevur greitt løgregluni frá,
at tvær grikskar gentur
avmyndaðu
neyðtøkuna
við fartelefon.
Málið hevur vakt stóran
ans um alt Grikkaland og
hevur reist spurningin um
rasismu. Fjølmiðlarnir og
myndugleikarnir hava giv
ið teirri bulgarsku gentuni
skyldina, og tað hevur
fingið Karolos Papoulias,
forseta at leggja seg út í
málið.
– Vit grikkar hava upp
livað útlegd og rasismu,
men vit eiga ikki at geva
innflytarum, sum koma
higar at arbeiða, somu líð
ingar, sigur forsetin.
Tann 16 ára gamla gent
an hevur greitt løgregluni
frá, at hon bleiv neyðtikin í
ein tíma, og ein talsmaður
hjá løgregluni sigur við
Reuters, at gentan sigur
eftir øllum at døma satt.
Teir fýra dreingirnir halda
harafturímóti uppá, at tal
an var ikki um neyðtøku,
og teir hava fingið stuðul
frá bygdarfólkinum og
fleiri fjølmiðlum. Men
summir fjølmiðlar ávara.
– Hvør einasti demokrat
ur í hesum landi eigur at
vera í øðini um tann ra
sistiska hugburðin, sum er
komin undan kavi í sam
bandi við hetta málið, skriv
aði blaðið Eleftherotypia í
oddagrein fyrradagin.
Vendir
ikki
Herfyri boðaðu bretskir
havgranskarar frá, at
Golfstreymurin
stóð
stillur nakrar dagar í
november í 2004, og teir
søgdu seg bera ótta fyri,
at hann fer at vikna og
kanska at steðga orsakað
av veðurlagsbroytingu
num. Hesum eru norskir
havgranskarar ikki sam
dir við teimum í. Teir
ásanmna, at Golfstreym
urin broytist javnan,
men teir vísa samstundis
á, at sjógvurin í Barents
havinum hevur ongantíð
verið so heitur sum tey
seinastu fimm árini.
Norsku granskararnir
hava ilt við at trúgva, at
Golfstreymurin
stóð
stillur nakrar dagar í
2004, tí tað sást ikki á
nøkrum mátingum í
Barentshavinum, siga
teir. Teir halda ikki sum
bretar, at Golfstreymurin
er í ferð við at vikna,
ella at hann fer at
venda.
Prodi í
hernað
Í Italia hava myndug
leikarnir mist tolið við
teirri víðagitnu mafiuni
í stórbýnum Napoli. Í
seinastuni hava fleiri
kravt, at stjórnin skal
senda hermenn til býin
fyri at fáa bilbukt við
mafiuna, men tað við
Romano Prodi, forsætis
ráðharri, ikki. Ístaðin
fyri hevur hann gjørt av
at senda 1.000 løgreglu
menn afturat til Napoli í
næstu viku. Tað er í
tøkum tíma, tí teir sein
astu tólv dagarnar hava
14 fólk latið lív í gøtu
num í býnum. Napoli
hevur verið herjaður av
skipaðum kriminaliteti í
eini 200 ár. Ein stórur
trupulleiki er tað stóra
arbeiðsloysið í býnum.
Sagt verður, at helming
urin av av øllum monn
unum millum 25 og 29
ár eru arbeiðsleysir.
Neyðtøkumál
skelkar grikkar
Bretar fáa valla flutt seg,
uttan at eitt ella annað
myndatól fylgir við, hvat
teir takast við. Í dag eru
meiri enn fýra milliónir
eftirlitstól í landinum ella
eitt fyri hvørji 14 fólk.
Samstundis hava mynd
ugleikarnir hert eftirlitið
við teimum, sum ferðast
ella keypa, tí altsamt fleiri
tól halda eyga við, nær
bretar brúka sítt gjalds
kort, og hvat teir brúka
tað til. Almenni umboðs
maðurin heldur, at mynd
ugleikarnir gera dekan ov
nógv av. Hann sigur, at í
summum førum kann tað
tykjast, sum at fólk eru
undir eftirliti, tá tey mugu
metast ay hava rætt til at
vera fyri seg sjálvan. Um
boðsmaðurin heldur, at
Bretland er við at gerast
eitt eftirlitssamfelag, har
borgararnir ikki fáa flutt
seg, uttan at onkur heldur
eyga við teimum.
Undir eftirliti