fríggjadagur 3. november 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 213 - 3. november 2006
ítróttur
SAMBAND
jákup mikkelsen
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
Neistin og
VB skulu
venda
gongdini
Spennandi dystur
verður í Sunset
deildini á Hálsi
sunnudagin, tá
Neistin tekur
ímóti VB. Bæði
liðini skulu reisa
seg eftir stórtap
síðsta umfar.
Stjørnan tekur
eisini ímóti Kyndli,
og her er Stjørnan
stórfavorittur
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tveir dystir eru á skránni
í Sunset deildini í viku
skiftinum. Í Klaksvík tek
ur oddaliðið, Stjørnan,
ímóti Kyndli. Stjørnan
hevur vunnið báðar sínar
dystir, og seinast bleiv
tað til ein tryggan sigur
á Neistanum. Hjá Kyndli
hevur ikki gingist so væl.
Tær hava bara spælt ein
dyst, og ta ferðina taptu
tær á VB.
Stjørnan
er
heilt
víst favorittur at vinna
henda dystin. Tær spæla
á heimavølli og hava
vunnið báðar sínar dystir,
tí munnu tær eisini fara
at vinna henda dystin.
Men Kyndil kann tó sakt
ans yvirraska norðuri í
Klaksvík.
Hin dysturin, sum er á
skránni í Sunset deildini,
tykist meir spennandi.
Her møtast Neistin og VB
í høllini á Hálsi. Neistin
tapti seinast í Klaksvík
ímóti Stjørnuni, so tær
skulu royna at fáa gongd
aftur á spælið. Hjá VB sá
ikki gott út síðsta viku
skiftið, tá tær fingu bank
á heimavølli ímóti StÍF.
Um VB ætlar sær at spæla
um meistaraheitið í ár, so
skulu tær vísa heilt aðrar
taktir ímóti Neistanum
sunnudagin. Neistin má
tó metast at vera favorittur
til henda dystin.
Neistin hevur fingið
vind í seglini eftir
tveir tryggar sigrar á
rað. Nú standa ungu
hoyvíkingarnir fyri
framman. Teir hava
lopið hvøkk á fleiri av
hinum liðunum í ár,
og tí verður lagt upp
til spennandi dyst á
Hálsi sunnudagin
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Sunnudagin verður lagt upp
til spennandi dyst á Hálsi, tá
Neistin og H71 møta. Neistin
fekk eina ringa byrjan, tá teir
taptu ímóti StÍF, men eftir
hetta hava teir ikki verið til
at steðga. Teir hava vunnið
tryggar sigrar í Kollafirði
og Vestmanna, og nú bíða
hoyvíkingarnir sunnudagin.
Fólk góvu ikki H71 nógv
ar møguleikar undan kapping
arárinum. Teir høvdu størsta
partin av royndu leikarunum,
og nú skuldi eitt yngri ættarlið
taka við. Hoyvíkingarnir
ásannaðu eisini sjálvir, at tað
kundi gerast tungt, men teir
ætlaðu sær at royna at hanga
í. Ikki kann sigast annað, enn
at H71 hevur fingið eina fína
byrjan uppá kappingarárið.
Eftir trý umfør hava teir trý
stig, og síðsta dyst fingu teir
javnleik á StÍF,eftir at hava
verið aftanfyri við 6 málum.
Allir mans eru tøkir hjá
liðunum báðum til dystin
sunnudagin. Claus Rasmus
sen, venjari hjá Neistanum
sigur, at teir ætla at varðveita
góðu støðuna, sum teir eru
í.
– Nú liggja vit á fyrsta
plássi saman við StÍF, og
her ætla vit okkum eisini at
liggja eftir vikuskiftið. H71
hevur tó spælt væl síðstu
dystirnar, so teir kunnu
saktans leypa ein hvøkk á
okkum eisini. Men fáa vit
verjuna og kontraálopini at
rigga, so vænti eg heilt víst,
at vit vinna dystin.
Málverjin hjá H71, Levi
Nybo, væntar ein harðan
dyst ímóti Neistanum.
– Spælið hjá Neistanum
koyrir væl í løtuni, so eg
vænti ein harðan dyst. Vit
mugu bara royna at koyra í
sama lag, tí trýstið liggur jú
á teimum. Bæði liðini dáma
væl at koyra kontra, og tí
vænti eg, at kontraálop og
returrenningar fara at vera
avgerandi sunudagin, sigur
Levi Nybo, men leggur aft
urat, at verjan hevur alstóran
týdning fyri H71.
Neistin komin í gongd
VÍF skal venda
gongdini eftir tap í
síðsta umfarinum,
meðan KÍF sær út
til at hava fingið
vind í seglini. Hesi
bæði liðini møtast í
Vestmanna sunnu
dagin, men bæði
mugu vera onkrar av
profilunum fyri uttan
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Sunnudagin møtast VÍF og
KÍF til dyst í Vestmanna.
VÍF er á einum deildum triðja
plássi við trimum stigum,
men síðsta dyst fingu teir ein
rættan frammaná, tá teir blivu
hølvaðir av av Neistanum í
Vestmanna. Teir ætla sær at
venda gongdini sunnudagin.
KÍF hevur havt eitt heldur
keðiligt kappingarár, men
síðsta vikuskiftið kom gongd
á. Tá vunnu teir tryggan sigur
á meistarunum, sjálvt um teir
vóru aftanfyri við seks málum
tíðliga í dystinum. Nú er KÍF
komið í gongd, og spennandi
verður at síggja, um teir eisini
megna at koppa VÍF.
Bæði liðini mugu vera
onkrar av profilunum fyri
uttan. Hjá VÍF manglar John
Zacgariasseb. Hann hevur
ein skaða í økslina, og tí
verður hann væntandi ikki
við sunnudagin. Hinvegin
vóru bæði Ingi Olsen og Agn
ar Joensen partar av liðnum
seinast, og hetta kemur sjálv
andi væl við hjá VÍF. Hjá
KÍF blivu bæði Karl Johan
Djurhuss og Petur Martin
Poulsen skaddir síðsta dyst,
og teir vera ikki við móti
VÍF. Óla Kristjan Djurhuus
hevur eisini drigist við skaða
í vikuni, men hann verður
væntandi klárur til dystin.
Regin Joensen hjá VÍF
sigur, at teir ætla sær sigurin
sunnudagin.
– Vit ætla at reisa okkum
eftir tapið síðsta vikuskiftið.
Sjálvandi verður dysturin
ímóti KÍF ringur, tí teir eru
fullir í sjálváliti, men hetta
skal ikki steðga okkum.
Vit frætta úr Kollafirði, at
teir eisini fara til Vestmanna
eftir sigrinum, men teir eru
iki so glaðir yvir skaðarnar,
sum hava rakt hópin. Men
sjálvt um tveir týðandi leik
arar mangla, so meta teir seg
hava ein møguleika at vinna
á VÍF.
VÍF skal aftur á rætta kós
Jugoslav Djumich hevur víst seg sum ein framúr fongur hjá Neistanum
Mynd: Jens Kr. Vang