Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-03, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. november 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 [ Nr. 213 - 3. november 2006 ] ítróttur AB størri tyngd í álopið Hendrik Rubeksen verður næsta ár millum teirra, sum fara at stríðast fyri, at AB skal standa seg í Formula deildini Fótbóltur Jákup Mørk Ferð er komin á fyri­reik­ ingarnar hjá AB, sum fyri fyrstu ferð skal royna seg í bestu deildini. Fyrr í vikuni varð boðað frá, at Oddbjørn Joensen er nýggjur venjari, og at Súni Fríði Barbá verður leikandi hjálparvenjari. Súni Fríði Barbá verður roknaður sum fong­ur fyri AB álopið. Hóast B68 endaði næst­aftast í júst farna kapp­ingarári, so var Súni Fríði næstbesti mál­skjúttin av øllum í Formula deildini. Og nú hevur AB styrkt uppaftur meiri um álopspartin. Heimasíðan hjá felagnum veit at siga, at Hendrik L. Rubeksen næsta ár fer at spæla við AB. 23 ára gamli álops­ spæl­arin hevur nógvu tey seinastu árini spælt við HB, har hann í fleiri ár var í nánd av og viðhvørt á besta liðnum. Eftir drúgvan skaðasteðg varð Hendrik í summar útleigaður til B68. Har varð leikluturin hjá Hendr­iki ikki tann, sum toftamenn og havnar­ maðurin høvdu roknað við og vónað. Í fyrsta dystinum, sum var móti HB, varð Hendrik so mikið illa skaddur, at hann ikki varð førur fyri at spæla aftur í ár. Nú hevur álops­spæl­ arin skrivað undir sátt­ mála við AB. Sáttmálin er galdandi fyri 2007. Framúr donsk úrslit Eftir søguliga FCK heimasigurin á Manchester United mikukvøldið eydnaðist tað í gjárkvøldið OB at vinna útidystin móti Herenveen í UEFA-Cup kappingini. Fyrra málið skoraði OB ein minutt undan steðginum, og seinna málið varð skorað eitt korter eftir steðgin. Í báðum førum var málskjúttin Rajko Lekic, sum leingi hevur verið skaddur, og sum ikki hevði skorað í fyrstu ellivu dystunum, sum hann hevði spælt fyri OB. Bók um Julian Emil L. Jacobsen, blaðmaður á Dimmalætting, hevur saman við Julian S. Johnsson skrivað bók um fótbóltstilveruna hjá føroyska landsliðsspælaranum. Bókin hevur heitið, Føroyingurin úr Danmark, og verður her greitt frá, hvussu tað bar til, at Julian fekk gjørt barnadreymin um tilveruna sum yrkisspælara til veruleika. Bókin er 200 síður, og kostar hon 296 kr. í sølubúðunum. Ósigraðu fuglfirðingarnir fara sunnudagin til Sørvágs at leika ímóti SÍ, sum hevur vunnið vunnið sínar síðstu tveir dystir. Leygardagin fær Fram vitjan av Mjølni, meðan Nøvan tekur ímóti Fleyr á Eiði. FLOGBÓLTUR Teitur Joensen Teitur@sosialurin.fo Hvør kann steðga ÍF? Hesum tankanum munnu nógvir flogbóltsáhugaðir føroyingar spæla sær við í løtuni. Sjálvt um kappingin bert er fýra dystir gomul, so hevur ÍF víst sera gott spæl, og brennandi spurningurin er, hvat av liðunum megnar at steðga ÍF. Sunnudagin fáa sørvingar henda møguleikan. Teir hava spælt væl í seinastuni, og eftir eina heldur laka byrjan, so hava teir vunnið tveir teir síðstu dystirnar. So tað vera tvey lið í toppformi, sum møtast í Sørvági sunnudagin. Men sjálvt um sørvingar hava spælt væl síðstu dystirnar, so skal meir enn hetta til fyri at basa ÍF. Tveir aðrir dystir eru eisini á skránni í meistaradeildini hjá monnum. Hesir vera báðir leygardagin. Í Hoyvíkshøllini tekur Fram ímóti Mjølnir. Fram er einasta liðið higartil, sum hevur megnað at hingið hampiliga væl í ÍF, men síðsta vikuskiftið máttu teir ásanna, at ÍF er sterkasta liðið í løtuni. Tá vann ÍF nevniliga trygt á Kambsdali móti Fram. Nú fær Fram ein møguleika at reisa seg, tá Mjølnir kemur á vitjan. Mjølnir hevur verið í so svingandi í ár, men teir hava eitt gott lið, sum millum annað vann á ÍF í FK-kappingini. Spennandi verður at síggja, um Mjølnir klárar at basa Fram í Hoyvík leygardagin, ella um Fram skal vera einasti kappingarneyti hjá ÍF í oddinum. Síðsti dysturin hetta vikuskiftið verður á Eiði leygardagin, har Nøvan tekur ímóti Fleyr. Nøvan hevur ikki víst nakað serliga gott spæl síðsta árið, so her skulu vit heilt víst vænta ein sigur til Fleyr. Megnar SÍ at steðga ÍF? Toppdystur verður í meistaradeildini hjá kvinnum leygar­ dagin, tá TB vitjar hjá Drátti á Giljanesi. Spennandi dystur verður eisini í Sør­ vági, tá ÍF vitjar, og KÍF skal royna at nærk­ast oddinum, tá Mjølnir vitjar í Kollafirði FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tríggir dystir eru á skránni í meistaradeildini hjá kvinn­um í vikuskiftinum. Størsti spenningurin verður leygardagin á Giljanesi, tá tvey av oddaliðunum, Drátt­ ur og TB, bresta saman. Tey liggja bæði á einum deild­um fyrsta plássi við seks stigum, so vinnarin av hesum dystinum leggur seg á odda í meistaradeildini hjá kvinnum. Bæði liðini hava vunnið tryggar sigrar síðstu umførini, og tí verður lagt upp til eitt ordans brak á Giljanesi henda dagin. Ein annar sera spennandi dystur er eisini á skránni í vikuskiftinum. Hesin verður sunnudagin í Sørvági. Tá kem­ur síðsta oddaliðið, ÍF, á vitjan hjá SÍ, sum ligg­ur beint í hølunum á topp­liðunum. Vinnur SÍ henda dystin, so kunnu tær veruliga blanda seg í oddin. Tað hevur tó gingið avbera væl hjá ÍF seinastu dystirnar, og tær hava ikki tapt síðani fyrsta umfar, tá tær máttu lúta fyri Drátti á Giljanesi, so SÍ skal spæla upp til sítt besta, um tær skulu klára at basa formsterku kvinnunum úr Fuglafirði. Síðsti dysturin á skránni í hesum vikuskiftinum verð­ur leygardagin. Her vitjar Mjølnir í Kollafirði. Hjá hesum báðum liðunum ræður um at sleppa úr botnin­ um. KÍF hevur til tíðir spælt sera væl í ár, so tær eru at meta sum stórur favorittur til henda dystin. Mjølnir hevur hinvegin ikki spælt upp til sítt besta, men kanska tær megna at gera ein vørr í Kollafirði. Dráttur og TB bresta saman