mánadagur 6. november 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 214 - 6. november 2006
Sølurásin í ítróttarhøllini á
Skála var í vikuskiftinum.
Har vóru alskyns framsýn
arar á sølustevnuni. Heilt
fitt av fólki fór ein túr inn í
høllina. Serliga sunnudagin
vóru sera nógvir bilar uttan
fyri høllina. Á pallinum
vóru ymsar framførslur frá
tónleikarum. Eisini vóru
mótasýningar við klæðum
frá handlunum, sum luttóku
á sølustevnuni. Mótasýn
ingar savnaðu fleiri fólk
við pallin. Tað var Skála
Ítróttarfelag, Strálan. Skála
Róðrarfelag og STÍF, sum
skipaðu fyri Sølurásini.
- heinik
Stórur áhugi fyri
nýggja barnagarðinum
Sølurásin á Skála
Nýggi barnagarðurin á
Strondum er tikin í nýtslu í
morgun. Leygardagin var
hátíðarhald í nýggja barna
garðinum. Um 400 fólk
støkku inn á gólvið at
síggja snotuligu hølini. Øll
starvsfólkini tóktust at vera
sera væl nøgd við nýggja
barnagarðin, og fólk sum
heild vóru í góðum lag. Tað
tykist, sum nógvir strand
ingar hava áhuga fyri
barnagarðinum.
Borgarstjórin fegnast um
nýggja barnagarðin. Hon
staðfestir, at hann longu er
fullur av børnum. Sostatt
er tørvurin ikki stillaður
langt fram í tíðina, um
tørvurin gerst størri.
Les meira um hátíðarhal
di í blaðnum í morgin. Har
hava vit eisini samrøðu við
Malanu Thomsen, borgar
stjóra.
- heinik
Mótaframsýning var bæði kvøldini. Tær savnaðu nógv fólk við pallin
Mynd: Heini S. Kristiansen
Hesi trý hugnaðu sær á hátíðarhaldinum í nýggja barnagarðinum á Strondum leygardagin
Mynd: Heini S. Kristiansen