Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. november 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 214 - 6. november 2006 5 tíðindi Einaferð í tíðini vóru fleiri handlar á Viðareiði. Um stutta tíð verður eingin. - Tað er ein kata­ strofa at eingin hand­il verður her í bygd­ini, sigur eitt av bygdar­ fólkunum Handil Orð & myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Viðareiði: Tað er lítið fólk at síggja á bygdagøtunum henda hósdagin í farnu viku. Okkurt barn er á veg til hús eftir loknan skúladag. Inni í handlinum á Brúgva­ skiftinum er púrt einki fólk at síggja. Ein góð løta gongur, áðrenn fyrsta viðskiftafólkið kemur innar. Millum bygdarfólkið er tosið nevniliga farið at ganga um, at einasti mat­vøru­ handilin í bygdini skal lata aftur. Um tað er hetta sum heldur fólki aftur í at fara til handils, skal vera ósagt. Okkurt kundi kortini bent á, at teir 350 íbúgvararnir í bygdini so smátt eru farin at venja seg við tann veruleika, at tey hereftir mugu av bygd­ ini, um tey skulu til hand­ils. Um stutta tíð verður bert møguligt at fara til handils í Norðdepli ella í Árnafirði. Um ein vil, so kann ein eisini fara allan vegin til teir stóru handlarnar í Klaksvík. – Hetta er ein katastrofa fyri bygdina, sigur Ninna Andreasen av Viðareiði. Hon hevur verið ein av trú­ føstu kundunum í handlinum á Brúgvaskiftinum. Hvønn dag Hósdagin var hon til arbeiðis á Hotel Norð, og noyddist einu løtuna at fara oman í hand­ilin, tí kokkinum tørv­ aði okkurt smávegis til mat­ gerðina. Um stutta tíð verður hesin møguleikin altso ikki til staðar. Og tí mugu Ninna og øll hini bygdarfólkini hereftir av bygdini um tey skulu til ein matvøruhandil. – Sjálv keypi eg bara her. Um eg mangli okkurt, til døm­is grønmeti og onkra frukt sum ikki fæst her, so fari eg aðrastaðni. – Men í aðrar mátar so eri eg til handils her hvønn einasta dag. So í mínari verð er hetta ógvuliga keðiligt, slær Ninna fast. Hugsa øðrvísi Verandi handilseigarar hava havt handilin í meiri enn 30 ár. Handilin kallaðist at byrja við á Brekkumørk, men skifti seinni navn til Brúgvaskiftið, eftir staðnum har hann liggur. Tá ein hevur ein slíkan handil í bygdini, so vísir tað seg, at fólk ikki keypa so nógv inn hvørja ferð. Men nú verður bygdar­ fólkið – og Ninna sjálv – noydd at hugsa øðrvísi í tí dagliga. Hetta sama ger seg eisini galdandi fyri onnur av bygdar­fólkunum. – Tey sum eg tosi við, halda eisini at tað er sera keði­ligt uttan handil. – Vit hopa bara at onkur annar fer at reka handilin víðari, sigur Ninna Andrea­ sen. - Nú handilin letur aftur, má ein hugsa øðrvísi, tá ein skal keypa inn, sigur Ansa Viderø av Viðareiði. Handil Hon starvast til dagliga í Klaksvík, men fegnast tó um møguleikan at kunna fara til handils í heimbygdini, tá okkurt manglar til húsar­ haldið. Hesin møguleikin verður nú ikki til staðar. – Eg hugsi serliga um tey eldru fólkini í bygdini, og tey sum keypa alt inn her. – Tað verður verri við ong­ um handli. Ja, tað verður bedrøviligt hjá teimum, slær Ansa fast. Handilin á Brúgvaskifti hevur havt allar vanligar vør­ur og er tí eisini vorðin eitt slag av savningarstað á Viðareiði. Undarlig støða Fyrsta hugsan Ansu, tá fólk byrjaðu at tosa um aftur­ latingina var, at hetta mátti vera leysatíðindi. Men tað var tað kortini ikki. – Eg hugsaði beinanvegin, at hetta kundi ikki vera rætt. Eg meini, hann hevur verið her alla mína tíð. Og nú skal hann so bara lata aftur! –– Eg dugi illa at ímynda mær bygdina uttan ein slíkan handil, sigur Ansa. Alikar brotnaði Annað av teimum stóru alikørunum hjá Faroe Cod Farming í Hvalba brotnaði í tí nógva vindinum leygarnáttina. Tey bæði kørini eru tóm, og tað var helst orsøkin til, at annað teirra brotnaði. Kørini eru 15 metrar í tvørmát og taka tí nógvan vind á seg. Richard Rognsøy hjá Faroe Cod Farming sigur, at hevði vatn verið í kørunum, at skaðin fer ikki at ávirka seinka felagnum, og at ætlanin er framvegis at seta toskayngul í kørini fyri jól. Filmur á netinum Í sambandi við at Føroya Banki hevur hildið 100 ára dag, hevur bankin gjørt ein film um søgu bankans tey hundrað árini. Í filminum verður greitt frá stovnanini í 1906, hvussu Sjóvinnubankin kom í 1932 og gongdini upp ígjøgnum tíðina. Hans Petur Hansen og Thomas Koba hava gjørt filmin eftir bók hjá Jørn Astrup Hansen og Jóan Paula Joensen, sum kemur út seinni í ár. Tað ber til at síggja filmin á heimasíðu bankans. Viðareiði: Mugu nú av bygdini til handils Brúgvaskiftið var handil við øllum tí, sum hoyrir til húsarhaldið. Nú er líkt til at hetta er ein saga blott, og fólkið má aðrastaðni at keypa inn – Ógvuliga harmiligt – Eg dugi illa at ímynda mær Viðareiði uttan ein handil, sigur Ansa Viderø av Viðareiði