mánadagur 6. november 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 214 - 6. november 2006
tíðindi
Fleiri fáa livraskaða
Norðmenn drekkand munandi meiri alkohol nú enn fyri 10
árum síðani, og nýggj hagtøl vísa, at alt fleiri norðmenn fáa
livraskaða orsakað av alkoholi. Teir fyrstu átta mánaðarnar
í ár vórðu 1300 fólk løgd inn á sjúkrahús við livraskaða,
sum tey høvdu fingið av alkoholi, og læknarnir vænta, at
talið fer upp um 2000 innan árslok. Fyrr drukku norðmenn
um vikuskiftið, men nú drekka teir eisini aðrar dagar, og
tað sæst aftur.
Blað skelkar
Í Malaysia eru myndugleikarnir í øðini, eftir
at blaðið The Weekend Mail hevur prentað
fleiri greinar um sexvanarnar hjá teimum ungu
í landinum. Najib Razak, varaforsætisráðharri,
sigur seg hava fingið fleiri uppringingar og eina
rúgvu av SMS-boðum frá fólki, sum eru skelkað
av teirri opinskáraðu lýsingini av sexvanunum hjá
ungfólki. Harafturímóti siga lesararnir hjá The
Weekend Mail, at teir vilja fegnir lesa um evnið.
Í morgin, týsdagin,
kemur málið um tey
samkyndu fyri tingið
til fyrstu viðgerð, og tí
hava vit fingið orðið
á Rasmus Rasmussen,
ið gjørdist ein av
høvuðspersónunum
í málinum, og biðji
hann um hansara
viðmerkingar
SAMKYND
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í morgin, týsdagin, kemur
málið um tey samkyndu
fyri tingið til fyrstu viðgerð.
Skal “kynslig orientering”
skoytast upp í anti-dis
kriminatiónslógina
ella
ikki? Tað er spurningurin,
sum
allir
løgtingslimir
skulu taka støðu til, tá
atkvøðast skal, og tað er
ein spurningurin sum flestir
føroyingar hava helst hugsað
um, nú málið hevur fylgt so
mikið nógv í fjølmiðlunum
– bæði her heima og ikki
minst uttanlands.
Tað er í hesum saman
hangi, at vit hava ringt til
Rasmus Rasmussen. Mað
urin, sum nokk er størsta
orsøkin til kjakið um sam
kynd, og at løgtingið nú
skal til at viðgera málið.
Somu rættindi
Rasmus Rasmussen játtar at
gera sínar viðmerkingar, og
sigur sum tað fyrsta, at hann
sum samkyndur føroyingur
ynskir, at hann eins og
aðrir samkyndir føroyingar
fáa somu grundleggjandi
rættindi sum onnur.
Tað sigur hann sum før
oyingur og sum samkyndur,
men Rasmus følir eisini, at
hann sum demokratur má
tala at í hesum málinum.
– Sum demokratur má eg
tala at. Demokratar krevja,
at øll verða viðfarin eins
– at øll kunnu liva á sama
stað og í frið og náðum.
Men spyrt tú meg, so kann
eg ikki siga ja til, at vit hava
demokrati í Føroyum, sigur
Rasmus Rasmussen.
– Ljóðar hetta rætt, tá tú
lesur hetta, so haldi eg, at tú
skalt tala at, sigur Rasmus.
Stuðul troystar
Og tað eru eisini fólk,
sum hava átala støðuna í
Føroyum. Millum annað
føroyskir politikarar, løg
maður og eisini danski
forsætisráðharrin, Anders
Fogh Rasmusssen.
– Tað er ein troyst, at
merkja stuðul aðrastaðni
frá. Serliga úr Íslandi og
Danmark og eisini øðrum
londum, sum virða sam
kynd, havi eg fingið stuðul,
greiður Rasmus frá.
Nógv fyri
Á heysti 2005 hevði løg
tingið støðuna hjá teimum
samkyndu í Føroyum til
viðgerðar. Tá varð atkvøtt,
um samkynd skulu verða
vard av anti-diskrimina
tiónslógini. Úrslitið tá var, at
20 vóru ímóti hesum og 12
vóru fyri. Í dag er greitt, at
støðan á politiska pallinum
hesum viðvíkjandi ikki er
tann sama. Spurningurin
er bara, hvussu nógvir av
tinglimunum hava broytt
støðu.
Tá eg so spyrji Rasmus,
um hann hevði gjørt sær
nakrar tankar um, at hann
kann vera beinleiðis orsøkin
til, at ein lógarbroyting
kann koma, sum tryggjar
samkyndum í Føroyum
betri sømdir, svarar hann
hugtungur á málinum:
– Ja, tað havi eg faktiskt
hugsað um. Og eg má
siga, at um so er, so er
tað nógv fyri, sigur Rasmus
Rasmussen at enda.
Gevið mær
demokrati
Bæði Høgni Hoydal
og Jóannes Eides
gaard eru samdir
við útleggingini
hjá Halgir Winther
Poulsen um, at
løgtingið hevur
bundið seg at verja
tey samkyndu við
mannarættinda
sáttmálanum
SAMKYND
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Tað var eitt einmælt løg
ting, sum samtykti manna
rættindasáttmálan, og tí er
tað púra rætt sum Halgir
Winther Poulsen skrivaði í
Sosialinum leygardagin, at
tingfólk kunnu ikki annnað
enn atkvøða fyri broytingini
í revsilógini, sum nú er
frammi í sambandi við
rættindini hjá teimum sam
kyndu, sigur Jóannes Eides
gaard, løgmaður.
Halgir Winther Poulsen,
advokatur, segði í grein í
Sosialinum
leygardagin,
at europeiski mannarætt
indasáttmálin eftir ein
mæltari løgtinssamtykt er
settur í gildi í Føroyum
sum partur av føroyskari
lóggávu. Harvið eru eisini
dómarnir hjá mannarættinda
dómstólinum
bindandi
fyri føroyska lóggávu og
umsiting,
sigur
Halgir
Winther Poulsen.
Hann sigur víðari, at
dómstólurin dømir, at sam
kynd eru vard av grein 8 og
í grein 14 í mannarættinda
sáttmálanum. Tað er sostatt
í stríð við sáttmálan at
gera mannamun móti sam
kyndum og Føroyar, ella
heldur Danmark sum sátt
málapartur, kunnu tí rokna
við at verða dømd fyri
sáttmálabrot, um tílíkur
mannamunur framhaldandi
verður gjørdur í Føroyum,
sigur Halgir Winther Poul
sen.
Niðurstøðan hjá Halgir
Winther Poulsen er, hetta
eigur at geva okkara lóggev
arum nakað at hugsa um,
nú teir á ørðum sinni skulu
undir at viðgera samkynd
og teirra rættarstøðu í før
oyska samfelagum.
Jóannes Eidesgaard, løg
maður er sera fegin um
hesa útleggingina hjá Halg
ir Winther Poulsen.
- Um hatta kann gera, at
nøkur tingfólk skifta støðu
í málinum og atkvøða fyri,
so hevur greinin gjørt stórt
gagn, sigur hann.
Løgmaður vísir á, at tað
eru nøkur tingfólk sum eru
fyri og onnur sum eru ímóti.
Men nøkur av teimum,
sum eru ímóti, eru ímóti
vegna sína kristnu trúgv og
tulking av bíbliuni.
Løgmaður væntar ikki,
at hesi skifta hugsan av
greinini hjá Halgir Winther
Poulsen, men hann væntar
at nøkur av teimum, sum
vóru ivandi, nú hava nú
fingið góðar grundgevingar
til tess at skifta hugsa og
atkvøða fyri.
Høgni Hoydal sigur, at
greinin hjá Halgir Winther
Poulsen er sera væl grund
að. Hann vísir á, at føroysk
lóggáva í alt ov lítlan mun
byggir á altjóða bindingar.
Hann ivast eisini í, um tað
verður øðrvísi hesaferð.
– Viðgerðin í rættarnevnd
ini seinast vísti týðuliga, at
altjóða perspektiv als ikki
vórðu tikin við í viðgerðina.
Men um rættarnevndin
hesaferð tekur altjóða atlit
og sakligar grundgevingar
við, so verður kanska ein
broyting, heldur Høgni
Hoydal, formaður Tjóð
veldisfloksins.
Løgtingið kann bara atkvøða ja til broyting í revsilógin
– Demokratar krevja, at øll verða viðfarin eins – at øll kunnu liva á sama stað og í frið og náðum. Men spyrt tú meg, so kann eg
ikki siga ja til, at vit hava demokrati í Føroyum, sigur Rasmus Rasmussen
Mynd Jens Kristian Vang