Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. november 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 214 - 6. november 2006 7 tíðindi Fáir lærlingar Sambært Yrkisdeplinum hava vit ongantíð fingið so nógvar nýggjar lærlingar í Føroyum sum í ár. Níggju teir fyrstu mánaðarnar vórðu skrásett 308 nýggju lærupláss, og tann størsti einstaki bólkurin er skrivstovuyrkið, har 104 nýggir lærlingar eru byrjaðir í ár. Men í Suðuroy eru tølini heilt øðrvísi. Har eru bara 15 nýggj lærupláss skrásett higartil í ár ella 4,8 prosent av øllum, hóast 11 prosent av Føroya fólki búgva í Suðuroy, skrivar Suðurrás. Nýggj bók Tann 86 ára gamli cigarsølumaðurin Børge Martin Jeppesen hevur skrivað eina bók um Føroyar út frá tí, sum hann sá og hoyrdi tær fimm ferðirnar, hann var í Føroyum á søluferð í árunum frá 1962 til 1974. Bókin, sum hevur fingið heitið ”Skærpekød og tørre torsk - mit færøske rejseliv”, er 176 síður og kostar 135 krónur. Høvundurin sigur, at endamálið við bókini er at greiða dønum frá føroyskari mentan, og hvussu ein fremmandur sær Føroyar. - Tað eru onnur fólk enn tey víðgongdu sum hava sjónarmið um tey samkyndu, slær argjamaðurin, Sølvar Michelsen fast. Hann hevur í hesum sambandi byrjað eina innsavning av undirskriftum ímóti at broyta nógv umrøddu grein 266 b í revsilógini Samkynd Snorri Brend Argir: Stigtakarin til hesa innsavningina er 29 ára gamli Sølvar Michelsen. Hann siglir vanliga við skipunum hjá Mærsk, men er heima í løtuni. Hesa tíðina meðan hann er heima dámar hon væl at fylgja við í dagsins tjakevnum. Eitt av hesum er málið um tey samkyndu, og her hevur hann sett sær fyri at gera sína ávirkan galdandi við m.a. at savna inn undir­ skriftirnar. Sølvar sigur, at hann og hini í bólkinum hava sera yms­ar grundir fyri, hví tey siga nei til lógar­­broyt­­ing­ina í § 266 b. - Men vit eru tó felags um, at vit eiga at gera vart við, at tað hóast alt eru nakrir føroyingar, ið ikki taka undir við at broyta hesa lógargreinina, sigur hann. Ímóti Endamálið við hesum stigin­ um er stutt sagt, at fáa eina meiri avbalanseraða mynd inn í tjakið. Ella sum Sølvar sjálvur tekur til: - Nú onnur savna inn undirskriftir FYRI lógar­ broytingini, so átti ein eisini at savna inn undirskriftir ÍMÓTI. - Tað er so tað sum vit gera nú, sigur Sølvar í stuttum viðtali við Sosialin. Hann hevur eisini skip­ að eina heimasíðu við heit­inum www.neinei.dk. Henda hevur verið óvirkin um vikuskiftið, men har ber annars til at fáa fatur á einum skjali sum kann sendast til stigtakararnar. Ein lýsing stóð í Sosial­ inum leygardagin og stendur aftur í dagsins blaði. Sum skilst er ætlanin at handa løgtings­for­mann­ inum hesar undirskriftir. – Vit mugu ikki halda, at málið um broytingarnar í revsilógini einans snýr seg um happing. Hyggja vit at okkara grannalondum, so síggja vit, hvat hendan lógar­broyt­ ingin hevur ført til. M.a. varð ein svenskur prestur dømdur eftir revsi­ lógini, tí hann hevði havt tað frammi, sum Bíblian sigur um at liva sum samkyndur. – Í ringasta føri kann lógarbroytingin gera tað ólógligt at lesa ávísar tekstir í Bíbliuni, ávarar Vagn Foldbo, aðalskrivari í Heimamissiónini. Samkynd Snorri Brend Nesvík: Í starvi sínum sum aðalskrivari í hesi rørsl­ uni fylgir Vagn væl við gongdini og tjakinum í sam­ felagnum. Ein spurningur hansara í hesum málinum, og sum hann eisini lýsti í eini oddagrein í málgagni teirra “Trúboðanum” er hesin: - Hvat er tað, tey vilja, sum ynskja at fáa kynsliga orientering inn í revsilógina? - Tað vanliga, vit hoyra, er, at vit skulu verja tey samkyndu frá at verða happ­ að og niðrað av øðrum. Hetta er ein sera góð grund­ geving, tí hvør kann seta seg upp ímóti tí?, spyr Vagn Foldbo. Eftir hansara meting eru flest fólk samd um, at vit eiga ikki at happa ella tosa niðrandi um onnur, óansæð hvørji ella hvussu tey eru. Heldur ikki eigur nakar at gera seg inn á tey likamliga. - Hetta er jú als ikki í tráð við kristna siðalæru, slær Vagn fast. Men so leggur hann aftrat: – Aftanfyri hesa grundgev­ ingina liggur ein duld dagsskrá – ella kanska er hon ikki so duld kortini. Tí fáa vit kynsliga orientering inn í revsilógina, so verður ikki longur loyvi til at gera mun á samkyndum pørum og hinkyndum pørum. Tá kemur kravið um skrásett parlag. – Um vit ikki hava skrá­ sett parlag, so gera vit jú mun á, og tað er ólógligt. Síðani mugu vit heldur ikki í kirkjuni gera mun á, tá ið pør skulu vígast. Tá mugu samkynd pør hava sama rætt sum øll onnur at verða vígd í kirkjuni, sigur aðalskrivarin í Heima­ missiónini. Tveir polar Í øllum hesum kjakinum verða tveir mótpolar settir upp ímóti hvørjum øðrum: Tey tollyntu mótvegis teim­ um fanatisku kristnu. – Vit, sum hava eina kristna sannføring, eru ikki øll fanatisk. Vit taka als ikki undir við happing av teimum samkyndu, ella at tey samkyndu verða hótt. Vit taka frástøðu frá til­ burðunum, sum hava verið í seinastuni. Men rokn­ingin verður send til okk­ara. - Tað er kristintrúgvin í Føroyum, sum fær skyldina, sigur hann. Men so leggur hann aftrat, at vit vilja hava rætt til at hava ta áskoðan, at Bíblian tosar ímóti sam­ kyndum parlívi, uttan at taka ábyrgd fyri øllum hótt­ an­um og harðskapi móti sam­kyndum. Sum kristin eiga vit at virða onnur menniskju, óansæð hvussu tey velja at liva sítt lív. Tí eiga vit at taka frástøðu frá allari happing og niðurgerð av menniskjum. - Men eg vil halda fast við, at tað í okkara landi skal vera lógligt at meina nakað annað enn rákið í tíðini. Tolsemi eigur eisini at fevna um okkum. - Vit hava eisini krav uppá virðing fyri okkara sjónarmiðum, sigur Vagn Foldbo. – Vit eru nøkur sum siga nei – Ikki øll trúgvandi eru fanatisk – Eg haldi fast við, at tað í okkara landi skal vera lógligt at meina nakað annað enn rákið í tíðini, sigur Vagn Foldbo, aðalskrivari í Heimamissiónini ” – Í ringasta føri kann lógar­broyt­ ingin gera tað ólógligt at lesa ávísar tekstir í Bíbliuni