Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. november 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 214 - 6. november 2006 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Stutt sagt Ongan lækna Persónligi læknin hjá bur­ mesiska andstøðu­leiðar­an­ um, Aung San Suu Kyi, segði í gjár, at tað eru tveir mánaðir, síðani hann sá Suu Kyi. Sambært lækn­ anum er tað tann politiska støðan í landinum, sum ger, at hann hevur ikki fingið møguleikar at vitja hana í seinastuni. Mynd­ ugleikarnir siga, at Suu Kyi livir væl, og at henni tørvar ikki læknahjálp. Aung San Suu Kyi hevur sitið í húsavarðhaldi út í eitt síðani í mai í 2003, og seinastu 17 árini hevur hon sitið 11 ár í húsavarðhaldi. Funnin deyður Um jóltíðir í 2004 hvarv svenski hermaðurin Olof Jansson á einari gongu­ ferð í Írlandi. Nú eru leivd­irnar av honum funn­ ar nærhendis fjall­inum Mangerton tætt við býin Killarney. Tann 22 ára gamli Olof Jansson var júst giftur, tá hann gjørdi av at fara á eina gonguferð í Írlandi stutt fyri jól í 2004. Men hann kom ikki afturíaftur, og hóast løgregla og bjargingarfólk leitaðu væl og leingi, var einki at síggja til tann svenska hermannin. Ikki fyrr enn í síðstu viku komu fólk fram á leivdirnar av einum fólki nærhendis Killarney, og kanningar hjá írsku løgregluni hava staðfest, at talan er um Olof Jansson. Brúkti amfetamin Nú er komið undan kavi, at fyrrverandi bretski for­sætis­ ráðharrin An­thony Eden brúkti rúsevnið amfetamin. Eden var forsætisráðharri í fimmtiárunum. Tað hevur leingi verið alment kent, at Eden brúkti pínu­linnandi evni, eftir at hann bleiv lagdur undir skurð fyri gallstein í 1953, og nú er staðfest, at hann brúkti amfetamin í fleiri ár, skriva bretsk bløð. Í 1956 gjørdi Eden av at senda bretskar hermenn til Egyptalands, eftir at Nasser, forseti, hevði tjóðartikið Suez-veitina. Átakið miseydnaðist, og tað hevur leingi verið ein gáta, hvussu tað bar til, at Eden sendi hermenninar avstað. Men kanska var tað amfetaminið, sum ávirkaði hann, skriva bløðini. – Landasvíkjararnir fingu ta revsing, sum tey áttu sambært iraksku lógini Saddam Hussein Men deyðadómurin ímóti Saddam Hussein verður neyvan fullførdur í bræði Sjálvur hevði Saddam Hussein sagt, at bleiv hann dømdur til deyða, vildi hann verða skotin, og hann var eisini í øðini, tá hann fekk dómin gjáramorgunin. Uttan fyri rættarhølið og um alt Irak fagnaðu shia­muslimar og kurdar dóminum, meðan sunni­ mus­limarnir løgdu rætt­ in undir at ganga ør­indi fyri amerikanska her­set­ ingarvaldið og stjórnina í Washington. Amerikanski sendiharrin í Bagdad, Zah­man Khalilzad, at úr­skurð­urin hjá rættinum gav irakska fólkinum ein møguleika til semju. Men tað var lítið, sum bendi á tað. Í Sadr-býarpartinum í Bagdad kravdu illir shia­ muslimar, at Saddam skuldi í gálgan alt fyri eitt, men í Tikrit fóru fólk út á gøturnar at fagna gamla leiðaranum. Dómurin er ikki endin á rættarmálinum. Av tí at málið endaði við deyða­ dómi, skal ein serlig dóm­ ara­nevnd viðgera tað, og hon skal taka støðu til, um deyðarevsingin kann skjótast inn fyri ein hægri rætt. Hetta er ikki bara galdandi fyri Saddam Hussein, men eisinmi hinar báðar, sum fingu sama dóm sum Saddam. Kemur dómaranevndin til ta niðurstøðu, at málið kann leggjast fyri annan rætt, skal alt málið takast uppaftur. Staðfestir dómaranevndin hinvegin deyðadómin, skal revsingin fullførast innan 30 dagar. Hevnd Málið, sum endaði við deyð­adómi í gjár, snúði se3g um ein tilburð í bygdini Dujail í 1982. Stutt frammanundan var ein drápsroynd ímóti Saddam Hussein miseydnað, og tað skuldi hevnast. Úrslitið varð, at 148 shiamuslimar í Dujail vórðu avrættaðir, og fleiri onnur vórðu tikin og illa viðfarin. Undir rættarviðgerðini viðgekk Saddam tilburðin í Dujail, men hann vildi vera við, at hann hevði rætt til at revsa teir, sum høvdu roynt at beina fyri sær, og at revsingin var í samsvari við irakska lóg. Í øðini Saddam tóktist sinniligur, tá dómarin gjørdi seg kláran til at kunngera dómin, men friðurin í rættarhølinum fekk ein bráðan enda. Tá dómarin bað tann ákærda reisa seg, noktaði Saddam at reisa seg úr stólinum, og dómarin mátti tí fáa tveir vaktarmenn at halda gamla forsetanum uppi. Tá Saddam hoyrdi, at hann skuldi takast av døgum í gálganum, bleiv hann frá sær sjálvum og rópti ”Allah akbar” ”(Guð er stórur”) og ”Leingi livi irakska fólkið”. Myndugleikarnir høvdu fyrireikað seg til ófrið í sambandi við dómin. Í Bagdad var útigongubann komið í gildi fleiri tímar undan rættarfundinum, og tað var galdandi í fleiri tímar aftan á rættarfundin. Hermenn og løgreglumenn stóðu á varðhaldi allastaðni, men kortini savnaðust fólk í gøtunum ymsastaðni - summi at fagna dóminum, onnur at mótmæla. Skilnaðurin Eygleiðarar í Irak siga, at tað, sum hendi aftan á dómsúrskurðin í gjár, vísti týðiliga, at tað er átrún­aðurin, sum skilir irakska fólkið. Í teimum shia­muslimsku økjunum var fagnaðurin óførur, tá tað frættist, at tann gamli eina­ræðis­ harrin hevði fingið deyða­ dóm og skuldi heingjast. Forsætisráðharrin, Nuri al-Maliki, sum er shia­mus­ limur, var eisini skjótur við sínari fyrstu viðmerking: – Hann fekk ta revsing, hann hevði uppiborið, segði hann. Í teimum sunnimuslimsku økjunum vóru fólk har­ afturímóti í øðini inn á dómin. Tey vildu vera við, at dómarin hevði gjørt eftir boðum frá stjórnini og USA, og at dómurin tí var politiskur. Saddam dømdur í gálgan SADDAM HUSSEIN * Føddur í einari bygd nærhendis býnum Tikrit tann 26. apríl í 1937. * Fór sum 19 ára gamal upp í uppreisturin ímóti kongshúsinum. * Eftir eina miseydnaða drápsroynd ímóti landsins forsætisráðharra flýddi hann av landinum. * Kom aftur til Bagdad í 1963, eftir at Baath-flokkurin hevði tikið valdið. Men flokkurin misti valdið aftur, og Saddam endaði í fongsli. Í 1968 var hann við í einum kvetti, sum gav Baath-flokkinum valdið aftur. * Valdur til landsins leiðara í 1979. * Í 1980 byrjar kríggj millum Irak og Iran. Kríggið varir í átta ár. * Í august í 1990 ger Irak innrás í Kuwait, men í januar í 1991 verða irakar riknir úr Kuwait. * Í mars í 2003 fer USA í kríggj við Irak, og eftir trimum vikum verður Bagdad tikin, og Saddam verður koyrdur frá. * Í desember í 2003 kunnger USA, at Saddam er tikin til fanga. * Tann 5. november í 2006 verður Saddam Hussein dømdur til deyða. FAKTA – Guð er stórur, rópti Saddam Hussein, tá dómurin bleiv lisin fyri honum