Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. november 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 214 - 6. november 2006 9 tíðindi Karita Bekkemellem, sum er ráðharri í javnstøðu, kolldømir føroysku politisku myndugleikarnir, fyri ikki at verja tey samkyndu í landinum. POLITIKKUR Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo - Í Føroyum er tað loyvt at fremja grovan harðskap og mishandlað samkynd. Hetta er ein støða, sum vit mugu taka harðliga frástøðu frá, sigur Karita Bekkemellem við Avisenes Nyhetsbyrå. Søgan um Rasmus Ras­ mussen, sum hevur verið útsettur fyri kropsligan og sálarligan harðskap, hevur ferðast til Noregs, og hon verður møtt við andstygd, skilst. Norski Sosialdemo­krat­ar­ nir tóku málið upp í Nordisk Råd í Keypamannahavn, men fingu at vita, at talan er um eitt mál, sum verður avgreitt innanhýsis í Føroyum. Jógvan á Lakjuni vardi seg við at vísa á, at vit í Føroyum hava eitt fólkastýri. - At verða álopin bara tí at ein er samkyndur er grovt brot á mannarættindi, sigur Javnstøðuráðharrin millum annað. Víðari sigur hon, at um føroyingar eru sinnaðir til tess, vil hon møguliga ferðast til Føroya fyri at greiða frá, hvørjar royndir norðmenn hava við hesum trupulleikanum. Í farnu viku segði Jógvan soleiðis á portalinum: - Danskir miðlar hava seinastu vikurnar miðvíst roynt at seta Føroyar í ringt ljós, tí tað dámar teimum best. Útleggingin av støðuni hjá samkyndum hjá teimum er fullkomiliga burturvið, tí vit diskriminera ongan í Føroyum. Eg taki full­ komiliga frástøðu frá til­ burðinum í farna mánað, men eg vil staðiliga vísa á, at hatta er ikki nakað sum hendir regluliga í Før­ oyum. Tí haldi eg, at tað er ótrúligt, at Norðanlond skulu ganga á odda við at seta Føroyar í ringt ljós, segði ein kensluborin Jógvan á Lakjuni. Tjóðveldisflokkurin hevur lagt fyri Føroya Løgting uppskot til samtyktar, um at skipa løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Lærdi háskúlin er búgvin at fara undir hægri útbúgving og gransking í føroyskari løgfrøði. Nú ræður bara um fíggjarliga og fyrisitingarliga raðfesting. Fyri at lynna undir hetta átak er viðlagda uppskot latið Føroya Løgtingi. POLITIKKUR Tjóðveldisflokkurin skjýt­ ur upp, at Føroya Løg­ting skal heita á lands­stýrið um at skipa løg­frøði á Fróðskaparsetri Før­ oya, og í hesum høpi at tryggja neyðugu játt­an­ina á fíggjarlógini 2007; at skipa neyðugu karm­arnar fyri ætlaðu meist­ara­út­búgv­ ingina, at skipa karmar fyri gransking innan føroyska løgfrøði, at lata arbeiðið í stjórnarskipanarnevndini halda fram sum stjórnardepil og at tryggja “Føroyskum Lógarriti” neyðuga játtan, soleiðis at hetta virksemið ótarnað kann halda fram. Felags fyri øll lond við vilja at menna seg stjórn­ arliga er, at tey fáa sær ræði á egnari løgfrøði. Bæði Noreg og Ísland fingu tíðliga í lag egna stjórnarskipan, egna løgfrøði og egnar dómstólar – sum altavgerandi lið í sjálvræðisstremban og stýri landanna. Ísland fer í 2008 at hátíðarhalda hundraðáradagin fyri stovn­an lógskúlans. Tann dagin eiga Føroyar at vera so frægt at sær komnar, at tær kunna senda umboð fyri føroyska lógskúlan til hátíðarhaldið. Valla gongur dagur, harið vit varnast, at løgfrøðin ikki er ment, sum hon átti. Almenna kjakið verður ongantíð upplýst av óheftum greiningum, tingstarvið fær ikki íblástur frá samberandi frøðingum, fyrisitingin hev­ur ikki granskarar at heita á og lógaruppskot sakna úrslit av fakligum eftir­metingum av galdandi lógum og venju. Øll tjóðin, frá vinstru til høgru, frá sambandi til tjóð­ veldi, hevði havt fyri­mun av óheftari løgfrøðiligari gransking og undirvísing. Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt ítøkiliga menn­ ingarætlan, har føroysk løg­frøði hevur týðandi lut. Ætlingin er at skipa fyri útbúgving á meistarastigi. Lesandi kunna taka hesa útbúgving sum sjálv­støð­ uga útbúgving á hægri støði, men eisini skal bera til at taka fak sum stakgreinalestur. Hugsandi er eisini, at fleiri bólkar av lesandi fara at taka nám innan løgfrøði, so sum: • lesandi við grund­ útbúgving ið vilja taka lóg sum yvirbygnað; • lesandi á útlendskum stovnum sum kunna gera útbúgving sína lidna í Føroyum; • fólk innan føroyska fyrisiting, ið hava tikið grundskeið í lóg, og vilja eftirútbúgva seg; • løgfrøðingar, ið vilja taka eftirútbúgving; • útlendsk lesandi, ið vilja lesa ella granska samanberandi lóg. Gransking má vera grund­ arlagið undir hægri undir­ vísing, tí fegnast vit um arbeiðið, sum gjørt er í Grundlógarnevndini og í “Føroyskum Lógarriti”. Stjórnarskipanararbeiðið eigur at halda fram sum granskingardepil. Onnur lógkøn gransking eigur at fáa fígging og harvið møguleikar. Samanumtikið kunna vit bert siga sum íslendingar, at løgfrøði er sjálvræði. Vilji fólksins er lóg landsins. Skula føroyingar ráða í Føroyum, er umráðandi at teir smíða og kenna sínar egnu lógir til fulnar. Norski javnstøðu­ ráðharrin fýlist á Føroyar Og stjørnan lýsti sum ein sól Og stjørnan lýsti sum ein sól er ein jólakrubba, sum russiska listakvinnan Anastassija Archipowa hevur sniðgivið og málað. Uttaná líkist hetta einari bók, hildin saman við reyðari silkisloyfu, og við jólaevangeliinum aftanfyri. Men letur tú hana upp, so kemur fram ein trý dimensional mynd av fjósinum við krubbini og øllum tí, ið hendi har jólanátt fyri mongum árum síðan. Har eru seyðamenninir við dýrum sínum, teir vísu menninir, Jósef og Maria við Jesusbarninum í fanginum, og uppi yvir øllum lýsir jólastjørnan. Anastassija Archipowa gjørdist kend um allan heim, tá ið hon fór at myndprýða klassikarar sum Shakespeare, Cervantes, Moliére og Goethe. Hjá okkum kenna vit hana frá ævintýrsøvninum hjá H.C.Andersen og brøðrunum Grimm, sum Bókadeildin gav út í 2000 og 2002. Og stjørnan lýsti sum ein sól er skapað í heitum, kraftfullum litum, og figurarnir eru listarligir á at líta. Alt er júst, sum vit altíð hava ímyndað okkum, at fjósið í Bethlehem hevur verið. Jólakrubban, ið er ætlað at standa frammi í jólamánaðinum, kostar 120 kr í bókahandlunum. Løgfrøði á Fróðskaparsetrinum Karita Bekkemellem Meirluti fyri saman­ legging av feløgum Ein kanning á heima­ síðuni hjá Suður­ oyarportalinum vísir ein greiðan meirluta uppá 92%, sum eru fyri at leggja fótbóltsliðini í Suðuroynni saman og harvið hava eitt felagslið Samanlegging dagfinn@sosialurin.fo Tilsamans hava 508 vitj­andi á Suðuroyar­ por­talinum lut­tikið í kann­ingini og svar­aðu 92% av teimum, at fótbóltsfeløgini eiga at leggja saman í 1 felag. 4% søgdu at best var við 2 feløgum, meðan 4% søgdu at støðan skuldi verða sum hon er nú. Kanningin varð gjørd eftir at Suður­ oyar­portalurin hevði spurn­arumfar mill­um formenn í fótbólts­feløg­ unum í Suðuroynni. Allir formenn (uttan for­maðurin í TB) høvdu greiða støðu: Teir hildu rættast var at leggja saman í 1 felag. For­ maðurin í TB segði, at TB hevði ikki viðgjørt spurningin, tí kundi hann ikki siga, hvør støðan hjá TB var. Heimasíðan veit at siga, at samband hevur verið millum VB/Sumba, Royn og TB um Spurn­ ingin. Slík kanning á netinum eigur altíð at takast við fyrivarni, men úrslitið bendir á, at meirluti er millum fólk fyri saman­ legging.