mánadagur 6. november 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 214 - 6. november 2006
Eg var sera bilsin, tá ið
eg las í greinini ”Boykott
av føroyskum vørum kann
gerast veruleiki” nakað um
kjakforum okkara ”Das For
um für Freunde der Färöer
in Deutschland” (Sosialurin,
nr. 208 -- 27.oktober 2006,
s.6).
Ja, tað er satt. Ein limur í
kjakforumi okkara skrivaði,
nú hann hevði frætt, hvussu
samkynt fólk í Føroyum
vórðu álopin, helt hann, at
hann mundi ikki ætlað sær
aftur til Føroya. Men hann
var tann einasti í forumi
okkara, sum bar fram
soleiðis.
Eg eri harmur um, at
nøkur fólk úttanlands ákæra
Føroya fólk, sum um allir
føroyingar niðurseta tey
samkynt og nokta teimum
rættindini, ið eitt og hvørt
menniskja átti at eiga, uttan
mun til, um tað er samkynt
ella ikki samkynt.
Tí eri eg sera glaður um, at
nógvar føroyingar mótmæla
teimum landsmonnum, ið
nokta teimum samkyndum
rættin at liva teirra lív,
soleiðis sum tey vilja liva
tað, hóast tey ikki særa
onnur fólk við at gera tað.
Til dømis vil eg nevna her
tær átta føroysku kvinnur
og áheitan teirra.
Eg eri ilskur um áheit
anirnar til boykott ímóti
Føroyum og í forumi okkara
havi eg avgjørt borið fram
ímóti boykotti, tí eg haldi,
at eitt boykott ger ongan
mun. Haldi eisini, at vit
hjálpa ikki føroyingunum,
ið stuðla rættindini hjá
teimum samkyndum, um
vit heita á til boykott, men
tvørturímóti, soleiðis leypa
vit á teimum aftanífrá.
Nú vóni eg, at meirilutin
í Føroya Løgtingi hesaferð
gongur undan við góðum
dømi og samtykkir broyt
ingaruppskotið, so at tað
sæst týðliga, at samkynt
fólk í Føroyum eins og í
øðrum londum í Europa
kunnu liva teirra lív við
ongum ótta. Hetta er jú tað
einasta, alt kjak snýr seg
um í roynd og veru.
Men – um Løgtingið eis
ini hesaferð noktar at sam
tykkja, hvat so skal eg svara
teimum, ið ákæra Føroyar
og krevja boykott???
Málið um broytingina av revsilógini, greinina
um forboð móti mismuni og háðan, so hendan
grein eisini kemur at fevna um kynsligan
samleika er um at spjaða tjóðina. Útheimurin
hevur nú sett fokus á hetta mál og tingmenn
noyðast tí at hugsa seg væl um. Hvørjar
verða fylgjurnar, um teir fella málið og
hvørjar verða fylgjurnar um teir taka undir við
broytingaruppskotinum. Í vikuskiftisblaðnum
vóru hesar fylgjur gjølla lýstar.
Hvat hendir, um vit ikki fremja broytingina
nú? So standa vit fyri útheiminum sum ein
tjóð, ið loyvir happing av fólki orsakað av
teirra kynsliga samleika. Føroyar hava, sum
víst varð í grein her í blaðnum fríggjadagin,
samtykt ST sáttmálan um mannarættindi. Hetta
kann bert merkja, at Løgtingið er mestsum
skyldugt at samtykkja broytingaruppskotið.
Ein onnur síða av málinum er okkara altjóða
umdømi og tær politisku fylgjur, ið kunnu
standast av, at málið fellur. Í síðstu viku
var mestsum rok í Norðurlandaráðnum av
hesum máli, sum nú orsakað av eini undir
skriftsherferð er komið í altjóða fokus. Undir
spurnarorðaskifti í Norðurlandaráðnum
gjørdu norðurlendskir tingmenn vart við,
at støðan í Føroyum hóttir okkara limaskap
í ráðnum. Tað líkist ongum at hótta eina
brøðratjóð á hendan hátt, og tann ræðumynd,
sum nú verður teknað av Føroyum í donsku
pressuni, tænir ongum endamáli.
Hinvegin er hetta ein sera álvarsom støða,
ið nú hevur tikið seg upp. Tingmenn eiga at
hava hesi viðurskifti í huga, tá ið teir atkvøða
í morgin. Tingmenn skulu ikki stinga upp
fyri hóttum. Men hinvegin hava teir skyldu
at tryggja, at vit halda altjóða avtalur og
grundleggjandi mannarættindi. Her sleppst tí
ikki uttanum at samtykkja uppskotið, um vit
skulu halda ST samtyktina um mannarættindi,
sum tingmenn sjálvir áður hava samtykt.
Sosialurin
Ein spurningur um
mannarættindi
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
– Aftursvar til for
stjóran í Føroya
Banka
Tíðum verður sagt, at tøl
kunnu tulkast, so tey siga
tað, tú ynskir. Og tað er
eftir øllum at døma hetta,
ið Janus Petersen, forstjóri
í Føroya Banka, roynir í
lesarabrævi í bløðunum
hósdagin
2.
november,
samstundis sum hann enn
einaferð roynir at sáa iva
um trúvirði hjá útvarpinum
og sendingini ”62 Norður.”
Royndin kann illa tulkast
sum annað enn ”spinn,” har
endamálið er at flyta fokus
frá tí, ið málið snýr seg
um.
Í sendingini 27. november
royndi Janus Petersen at sáa
iva um faktuel og almen
tøl, ið Landsbankin hevur
savnað saman. Tølini vísa
rentuna hjá danska tjóð
bankanum og lægstu út
lánsrentu hjá føroysku pen
ingastovnunum, frá 1994
til í dag. Munurin hevur
onkuntíð verið rættuliga
stórur, eitt nú skuldu før
oyskir
sethúsaeigarar
í
1996 rinda heili trý prosent
meira í rentu enn danski
tjóðbankin setti sum sína
útlánsrentu. Síðani aldar
skiftið hevur munurin verið
millum 1,75 prosent og
2,25 prosent. Hetta eru sum
nevnt almenn og faktuel
tøl.
Í fjør vetur hendi ein
broyting í føroyska fígg
ingarheiminum. Kappingin
herdist, og tað ávirkaði
rentuna, ið fall munandi.
Ella sagt við øðrum orðum:
føroyingar fingu bíligari
lán.
Síðani metlágu rentuna í
desember í fjør, tá bíligasta
útlánsrentan hjá føroysku
peningastovnunum var 1,2
prosent hægri enn rentan
hjá tjóðbankanum, er rentan
hækkað fýra ferðir. Hvørja
ferð hevur grundgevingin
hjá
peningastovnunum
verið, at tjóðbankin hevur
hækkað rentuna. Rentan
hjá tjóðbankanum var í
desember í fjør 2,25 prosent,
í dag er hon 3,25 prosent. Í
desember í fjør var lægsta
bústaðarrentan hjá føroysku
peningastovnunum
3,45
prosent, í dag er hon
4,75 prosent. Tað merkir,
at síðsta árið hevur tjóð
bankin hækkað rentuna eitt
prosent, meðan føroysku
peningastovnarnir
hava
hækkað rentuna 1,3 pro
sent.
Spurningurin til Janus
Petersen í sendingini var tí,
hví neyðugt er hjá Føroya
Banka at hækka rentuna
meira enn tjóðbankin ger?
Seinasta
rentuhækking
hjá bankanum, sum kom
í gildi 12. oktober var
júst 0,3 prosent. Kundi
bankastjórin kanska spart
sethúsaeigarum hesa rentu
hækking?
Tað er beinleiðis ósak
ligt og óseriøst, tá banka
stjórin vísir á, at fyrr var
munurin millum rentuna
hjá tjóðbankanum og hjá
føroysku peningastovnun
um størri enn hann er í dag.
Hvør skal siga: fyrr smurdu
vit tjúkkri smør á breyðið
enn vit gera í dag.
Útvarpið hevur á ongan
hátt skift meining og hev
ur ei heldur avnoktað nið
urstøðurnar, sum komu
fram í sendingini ”62
Norður,” eins og Janus
Petersen spinnur í sínum
lesarabrævi. Nevndu tøl eru
øll faktuel og almenn. Hvat
niðurstøðuni í kanningini
hjá Landsbankanum við
víkur, so verður har staðfest,
at rentan er lægri í dag, enn
hon hevur verið onkuntíð
áður. Men eftir stendur tó,
at rentan er hækkað fýra
ferðir síðani í desember, og
at Føroya Banki í hesum
tíðarskeiði hevur hækkað
sína rentu 0,3 prosent meira
enn danski tjóðbankin. Tað
vil siga at hesir pengar tískil
eru endaðir í lummanum
hjá Janusi Petersen og Før
oya Banka, sjálvt um tjóð
bankin segðist vera orsøk
til rentuhækkingina.
Umrødda samrøða við
Janus Petersen er at finna
á internetinum, heimasíðan
er www.uf.fo/62n, vel síða
ni teigin til vinstru, ið nevn
ist ”lurta á netinum.”
Dánjal Højgaard &
Jón Brian Hvidtfeldt,
journalistar
Jóhann Mortensen,
tíðindaleiðari
Seinasta rentuhækkingin fór í lumman hjá Janusi
føroyavinur
í Týsklandi
Detlef
Wildraut
Boykott móti Føroyum hjálpir einki