mánadagur 6. november 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 6. november 2006
11
Tá lógir verða smíðaðar í
Føroyum, verður mangan
samanborið við, hvussu
okkara næstu grannar hava
lóggivið um líknandi mál
og nú Føroya Løgting skal
taka støðu til, um § 266 b
í Revsilógini skal broytast,
fer henda grein at varpa ljós
á, og í høvuðsheitum lýsa,
hvussu nøkur av londunum,
sum vit javnan samanbera
okkum við, hava loyst sama
mál. Allar upplýsingar um
londini eru lætt atkomulig
fakta, og eru keldurnar
uppgivnar. Løgtingslimir er
vælkomnir at nýta hesa grein
sum ískoyti til viðgerðina á
tingi av uppskotinum.
ES
Av teimum 25 limalondunum
í ES er tað bert eitt land,
Litava, ið ikki hevur eina
diskriminatiónslóg ið verjir
samkynd. Øll hini 24 londini
hava ásetingar, ið kunnu
samanberast við umstríddu
§ 266 b í Revsilógini. Hug
vekjandi er, at Írland og
Pólland, sum vegna teirra
konservativu katolsku trúgv
vanliga verða mett sum varin
lond í ES høpi, tá tað kemur
til moralsk mál, eisini hava
valt at verja fólk vegna teirra
seksuellu sannføring.
Restina av Evropa
Av 52 londunum í Evropa,
íroknað Føroyar og onnur
sjálvstýrandi lond, eru tað
15 lond, ið ikki hava eina
anti diskriminatións lóg.
Tey 15 londini eru: Albania,
Armenia, Aserbajan, Belar
us, oyggjin Jersey, Litava,
Makedonien, Montenegro,
Russland, San Marino,
Sveits, Turkaland, Ukraina,
Pávabýurin Vatikani og
Føroyar. Av hesum 15
londunum, eru tey flestu
at rokna sum lond, ið hava
eitt livistøði langt undir
livistøðið hjá londunum í
ES, undantikið San Marino,
Jersey, Pávabýurin, Sveis og
kanska Russland, umframt
Føroyar.
Skrásett parlag í Evropa
Tað verður mangan ført
fram, at verða tey samkyndu
vard við eini diskriminatións
lóg, verður hetta bert
byrjanin til, at samkynd
fara at krevja meira, millum
annað at kunna ganga saman
í parlag. Tí er hóskandi til
samanberingar at nevna, at
av teimum 25 ES londunum
loyva 15 lond onkran form
fyri skrásettum parlagi.
Av teimum norðurlendsku
londunum, sum vit vanliga
altíð so errin vilja bólkast
saman við, so loyva Danmark,
Norra, Svøríki, Finland og
Ísland øll onkrum formi fyri
skrásettum parlagi, Føroyar
verandi undantakið.
Ísrael
Mangir munnu teir føroyingar
vera, ið eru glaðir fyri Ísrael
og fólk tess. Í Føroyum eru
eisini tveir vinafelagsskapir,
ið vísa á tætta tilknýtið
millum Føroyar og Ísrael.
Fólk kenna Ísrael sum eitt
religiøst land, ið setir Gud
í miðdepilin, tað lovaða
landið, sum skrivað stendur.
Hóast fólkið í Ísrael fyri tað
mesta eru jødar, ið trúgva á
Gud og framvegis seta sítt
álit á gamla testamentið,
so hevur Ísrael sum tað
mest framkomna landið í
miðeystri hildið tað verið
rætt at verja samkynd mót
vegis diskriminatión. Ísrael
hevur enntá valt at loyva
samkyndum at skráseta seg
við sivilari giftu (common
law marriage).
Gud og revsingin
Sjónarmið teirra, sum eru
ímóti samkyndum, er, at
ein slíkur liviháttur er ímóti
bíbliuni. Fleiri politikarar
hava ført fram, at Gud fer at
revsa Føroyar, um vit gloppa
skápið og geva samkyndum
minnilutarættindi.
Av londunum í heimin
um, sum hava sett í gildi
lógir, ið verja rættindi hjá
samkyndum, eru tey allar
flestu alment kristin lond,
eitt nú øll hini Norður
londini. Hesi lond, sum
longu hava sett í gildi slíkar
lógir, burdu sambært somu
politikarum longu havt
upplivað Guds vreiði. Líta
vit til ES londini og hini
Norðurlondini, kann tað
tykjast trupult at fáa eyga á
Guds revsing.
Deyðarevsing
Er tað trupult at fáa eyga á
Guds revsing á foldum, so er
tað harafturímóti ikki so ringt
at fáa eyga á ta revsing, sum
menniskju fremja mótvegis
teirra næsta. Í fleiri londum í
verðini er homoseksualitetur
framhaldandi ólógligur, og
spennir revsiramman frá eini
bót til deyðarevsing.
Sambært bókini “The
Sword of the Prophet:
History, Theology, Impact on
the World”, verða samkynd
dømd at lata lív í sjey lond
um í heiminum, í øllum
sjey er muslimska Sharia
lógin galdandi. Sambært
Amnesty
International
verða møguliga eini 3.000
fólk tikin av døgum um
árið bert í Iran, vegna teirra
seksuella hugburð.
USA
Í Texas og 12 øðrum statum
var fram til 2003 sokallaðar
sodomi lógir í gildi, ið millum
annað bannaðu samkyndum
at hava samlegu. Hesar
lógir vóru settar til síðis
við hægstarættardóminum
Lawrance v. Texas frá 2003,
ið staðfesti, at tað er brot á
grundlógina, tá lóggevandi
valdið leggur seg útí, hvat
vaksin fólk gera undir lakin
um, sjálvt um tey eru av
sama kyni.
Bretland og hjálond
Sjálvt um Ongland í 1967
broytti lógina soleiðis, at
homoseksualitetur ikki
longur var lógarbrot, so
var sama lóg galdandi í
Skotlandi líka fram til
1980. Í fleiri av fyrrverandi
hjálondunum hjá Bretlandi
er homoseksualitetur fram
vegis ólógligur sambært
Sodomi lógum. Hetta í flestu
førum av teirri orsøk, tí tey
nýfloygdu fullveldini arvaðu
galdandi bretska lóggávu, og
hava tey enn ikki sett gomlu
lógina hjá hjálandaveldinum
úr gildi.
Danmark eitt stig víðari
Danmark er í mongum før
um frammarlaga í Vestur
heiminum, tá tað umræður
at verja rættindi hjá fólki,
íroknað minnilutabólkum.
Nú fara danskarar eitt stig
víðari til tess at forða fyri
diskriminatión á arbeiðs
marknaðinum. Verður eitt
uppskot hjá stjórnini sam
tykt, sum verður lagt fram
til várs, fer tað at bera til
hjá danskarum at kæra á
einum stað, tá teir halda seg
hava verið fyri mismuni,
vegna kyn, uppruna, húð
arlit, trúgv, aldur, brek,
politiska áskoðan ella seksu
ella orientering. Sambært
uppskotinum er ætlanin at
stovna eitt nýtt felags kæru
organ, Det Fælles Klage
nævn for Ligebehandling.
Henda
nýggja
kæru
nevndin fer júst sum í dag
bert at viðgera mál um
diskriminatión á arbeiðs
marknaðinum, íroknað dis
kriminatión mótvegis sam
kyndum.
Tann nýggja nevndin
skal avloysa núverandi Lige
stillesnævnet, men sum nak
að nýtt fer tað at bera til
at kæra um diskriminatión
á
arbeiðsmarknaðinum
vegna t. d. aldur, brek ella
seksuella orientering. Tað
merkir, at nú fer ein borg
ari at kunna kæra, um við
komandi metir seg hava
fingið noktandi svar um
arbeiði, av tí at viðkomandi
ber brek, er samkyndur ella
er ov gamal.
Við at broyta Javnstøðu
lógina til eisini at umfata
aðrar bólkar kundu líknandi
reglur verið settar í gildi
Føroyum. Høvdu líknandi
reglur verið í gildi í Føroyum,
hevði tað verið ólógligt hjá
arbeiðsgevarum at noktað
at seta í starv ella á annan
hátt diskriminera samkynd.
Ein slík kærunevnd hevði
eitt nú kunnað revsað ein
borgarstjóra, ið noktaði at
seta í starv ein samkyndan
lærara.
Føroyar anno 2006
Hóast tað gjørdist lógligt at
vera samkyndur í Føroyum
fyri mongum árum síðani,
er ikki nógv hent síðani, tá
umræður at verja rættindi
hjá samkyndum sum ein
minniluta bólk. Føroyar
kann ikki samanberast við
framkomin lond í vestur
heiminum, men minna
mest um muslimsk og onn
ur tilafturskomin lond í
Afrika.
Nakrir
fáir
føroyskir
politikarar hava við sínum
hóttanum og úttalilsum roynt
at lammað tað lóggevandi
valdið
í
Føroyum
og
loypt ræðslu á politikarar,
ið kenna seg tryggar við
status quo. Tá politikarar
og onnur fólk við valdi
javnan samanbera Føroyar
við okkara næstu grannar,
til tess at fáa íblástur og
vitan um, hvussu eitt rætt
arsamfelag er skipað, er
tað undrunarsamt, at tá
tað kemur til evnið um
samkynd, skulu vit saman
berast við muslimsk og til
afturskomin lond, ella eitt
nú Korea.
Keldur:
http://en.wikipedia.org/
wiki/Homosexuality_laws_
of_the_world,
www.amnesty.org,
www.javnratt.fo
www.lige.dk
løgfrøðingur
Heðin Dánials
son Poulsen
Rættindi hjá samkyndum samanborið
Tey, sum í hesum døgum
rópa harðast um toleransu,
eru í veruleikanum tey
mest intolerantu. Og for
sprákararnir fyri toleransu
gera seg sekar í sama mis
broti, teir ákæra mótpartin
fyri.
Hetta var niðurstøðan hjá
Jens Wang, løgfrøðingi,
tá hann í farnu viku borð
reiddi við áhugaverdum
lesarabrævi um hugtakið
tolsemi. Lesarabrævið tók
– eins og tey flestu í hesum
yvirupphitaðu døgum –
útgangsstøði í kjakinum um,
hvørs kynslig orientering
skal skoytast uppí grein
266b í revsilógini ella ikki.
Ein avgerð, sum løgtingið
skal viðgera týsdagin.
Í høvuðsheitum harmast
Jens Wang um intoleranta
hugburðin mótvegis teim
um, sum eru ímóti hesi
lógarbroyting, ella sum av
trúarávum ikki taka undir
við samkyndum lívshátti.
Hann vísir á, at intoleransa
mótvegis intoleransu resul
terar í somu intoleransu.
Og tí eru tey, sum í hesum
døgum føra seg fram sum
toleransunnar umboðsfólk,
fangað í eini logiskari and
søgn.
So far so good. Ein einføld
og klassisk grundgeving,
sum ein freistast at nikka
samtykkjandi til.
Álopini á samkynd
Jens Wang hevur rætt í,
at atfinningarnar móti tí
samfelagsbólki, hann metir
seg hoyra til, eru hvassar
og til tíðir ósakligar. Men
hevur hann hugsað um,
hvør upprunin er til hesar
atfinningar? Er hann tilvit
aður um, hví trýstið á ávísar
trúarbólkar og trúarinnar
umboðsfólk er vaksandi?
Lat okkum skrúva tíðina
eitt sindur aftur.
Í apríl í 2005 kallaði sam
komuleiðarin í Filadelfia í
Havn, Tummas Jacobsen,
samkyndan lívshátt fyri ráns
veiðu Satans. Í desembur
2005 síðustillar Mogens
Thilsted Christensen, hval
víksprestur, samkynd og
pedofilar. Undir 1. viðgerð
av broyting í §266b fyri
lítlum ári síðani segði ting
limurin Egin Henriksen,
at samkynd eru pervers
og ónormal. Sambært for
manni Miðfloksins, Jenisi
av Rana, eru samkynd sjúk
og hava tørv á grøðing.
Mentamálaráðharrin Jógv
an á Lakjuni skrivaði í august
í 2005, at um samkynd
verða
góðtikin,
verður
avleiðingin ein vanlagna
fyri Føroyar. Tíðliga í 2005
sigur Gerhard Lognberg,
tinglimur, at tey samkyndu
draga synd yvir landið, og
seinni diskvalifiserar hann
tey samkyndu til starv í
føroyska fólkaskúlanum.
Og vit kundu hildið á at
reksa upp tær religiøst
funderaðu ákærur, sum eru
skolaðar oman yvir hendan
minnilutabólk.
Og her hava vit so orsøk
ina til tað, Jens Wang
harmast um. Tað eru slíkar
útsagnir, sum hava elvt til tær
ákærur, Jens Wang upplivir
sum trúgvandi. Hetta er
orsøkin til okkara egnu lítlu
Muhammed-kreppu. Hevði
hann veruliga væntað, at
omanfyristandandi apoka
lyptisku
proklameringar,
mannminkandi retorikkur og
diskriminerandi orðaval frá
nøkrum av landsins leiðarum
fór at standa ósvarað? Trýst
elvir til móttrýst. Aktión
elvir til reaktión. Og í
toleransunnar navni trivu
onnur í pennin og mótmæltu
hvassliga teimum verbalu
lortaspannum, sum samkynd
hava fingið oman yvir seg.
Spell, at ótespiligi fram
ferðarhátturin hjá parti
av føroyska trúarlívinum
skal koma einum so kon
struktivum og reflekterandi
manni sum Jens Wang aftur
um brekku, tá mótparturin
vendir kanónini.
Men atfinningarnar vóru
náttúrligar. Og mótmælini
vóru neyðug og átroðk
andi.
Toleransa mótvegis
intoleransu?
Kravið um toleransu mót
vegis intoleransu er mein
ingarleyst. Og pástandurin
um, at hugtakið toleransa
er fangað í eini logiskari
andsøgn, sum bítur seg
sjálvt í halan, er absurd.
Tí treytaleys toleransa finst
ikki. Hvat hevði treytaleys
toleransa elvt til? Jú, hon
hevði elvt til lógloysi, tí
so høvdu vit jú tolererað
Hitler og Stalin.
Henda partin hevur Jens
Wang ikki við í síni viðgerð
av hugtakinum toleransa.
Hann viðgerð bert ta
absoluttu og paradoksalu
útgávuna. Tí er útgangs
støðið skeivt frá byrjan. Og
tí gerast atfinningarnar av
hugtakinum tannleysar.
Toleransa er eitt virði í
sær sjálvum. Eitt virði í
harðari kapping við onnur
virði. Eitt virði, sum tek
ur dystin upp við og for
dømir onnur virði, sum
ganga tolseminum ímóti.
Eitt universelt virði, sum
er formaliserað í altjóða
mannarættindasáttmálum.
Eitt krav, ein standardur,
sum mótmælir intolerantan
hugburð.
Og júst henda fatan
av toleransu sprettir ikki
úr eini líkasælari og rela
tivistiskari trúgv, sum Jens
Wang skrivar. Toleransa
sum ítøkiligt virði er tvørt
urímóti partur av eini lívs
áskoðan, sum byggir á ein
universellan
mannarætt
indamoral, og sum – by
the way – als ikki nýtist at
standa í andsøgn til kristnan
moral!
Er tolsemi ein andsøgn? Er
tolsemi eitt meiningarleyst
hugtak? Nei. Tolsemi hevur
verið ein hornasteinur í vest
urlendskari tjóðarbygging.
Tolsemi er grundarlagið
undir fólkaræðisligu skipan
ini. Tolsemi hevur slóðað
fyri mongum mannarætt
indarligum
framstigum.
Og tolsemi er tað, okkum
vantar í Føroyum.
Tolsemistyranni ella neyðug mótmæli?
- Viðmerking til Jens Wang um §266b-málið og hugtakið tolsemia
lesandi
Heini í
Skorini
viðmerkingar