Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. november 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 214 - 6. november 2006 Nú eigur fiskimaðurin at krevja sín rætt sum borgari í Føroyum. Ein uppgerð eigur í stundini at verða gjørd við ALS. Tað at fiski­ maðurin ikki fær úr ALS, eins og aðrir borgarar, er ein skamplettur fyri Før­ oyar. Hesi síðstu 30 árini hevur man frá almennari síðu og frá ymiskum sam­ felagsbólkum ført eitt óhugnaligt prognom móti tí føroyska fiskimanninum. Hesar lygnir hava viðført, at fólk, ið ikki vita betur, fáa eina skeiva mynd av fiskimanninum. Tey freist­ ast til at trúgva, at fiski­ maðurin hevur eitt lív, fylt við marglæti og við yvirstórari inntøku. Soleiðis er tað ikki. At verða fiski­ maður er mangan hart og strævið. Tímalønin er lítil, og til tíðir fær ein onki. Sannleikin er, at hevur ein verið á sjónum í nøkur ár, so verður ein eisini vitni til mangan sorgarleikin har. Tað nýtist ikki altíð at verða deyðin, sum vitjar umborð, men tað kunnu eitt nú verða skaðar, sum gera, at ein ikki verður tann sami maðurin aftur. Teir burturkrógvaðu fiskimennirnir Í Føroyum hava vit ein bólk av fólki, sum lítið verð­ur tosað um, tað eru teir skaddu og meiðslaðu fiskimennirnir. Nakrir av hesum fiskimonnum, koma so illa fyri, at teir ikki gerast arbeiðisførir aft­ur og missa sostatt inn­tøkugrundarlagið. Men ein hevur jú tryggjað seg á ymsan hátt, ella tað er í hvussu so er tað, ein fær at vita. Men tað er rættiliga skjótt, at ein verður varugur við, at hóast bæði tú sjálvur og skipið, tú siglur við, hava goldið í dýrar dómar, so fært tú lítið ella onki afturgoldið. Í verðuleikanum meti eg hatta sum rán, sum tann lóggevandi myndugleikin hevur kroyst oman yvir okkum fiskimenn, fyri at fólk innan hesa “vinnu”? upp á kvamsvís kunnu taka pening fyri eina tænastu, sum ikki verður givin. Hetta eru teir burtur­ pakkaðu fiskimennirnir. Tað vil siga, at tú lítið og onki hoyrir til hesar synd­arligu lagnir. Tað líkar helst nøkrum samfelagsbólkum væl, tí nú gerast hesar syndarligu lagnur ein inn­tøkukelda fyri tey. Tað vil siga, at skaddir fiskimenn eru eitt tilfongi hjá teimum. Fyri mær sær tað út til, at tað eisini er ein stórur áhugi millum hesar bólkar, at skaddir fiskimenn ikki fáa høvi at reisa seg aftur, tað kann verða tí, at tað eru lætt forvunnir pengar at halda fólki niðri. Um tey fáa høvi at reisa seg aftur, kunnu hesi fólk gerast ar­beiðsleys. Almennir stovnar forfylgja fiskimonnum Vit eiga í stundini at gera upp við teir stovnar, sum í langa tíð hava framt ágang móti tí føroyska fiskimanninum. Fyri at taka nakrar: ALS, Tryggingarfelagið Føroyar, Toll og Skatt og Hagstovu Føroya. Vit minnast, jú hvussu skeiv hagtøl inni á heimasíðuni hjá “Hagstovu Føroya”, vóru við til at øsa danir upp móti tí før­oyska fiskimanninum. Spurn­ing­ urin er bara, hvør hatar fiski­ mannin so nógv, at hann vil svíkja føði­landið Føroyar við at fremja eina sovorðna lygn. Men til alla lukku høvdu landa­svíkjarnir gjørt so nógv av í hesum føri, at lygnin bleiv avdúkað. Í hesum døgum verða Før­ oyar og politiska støðan mótvegis samkyndum um­talað uttan í heimi. Hvøss eygu eru vend ímóti Før­oyum og serliga Føroya Løgtingi. Fyri at skilja hví virðisgrundarlagið fyri føroyskum politikki er so ólíkt øðrum norðalondum, meti eg tað vera hóskandi, at seta spurnartekin við tað, sum partar av ‘kristnu Føroyum’ bjóðar føroyskum samkyndum, og at vit før­ oyingar umhugsa, hvussu stóran leiklut, júst hesar ‘kristnu‘ rørslur hava fyri føroyska heimastýrið. Nær er tað at man velur annaðhvørt at vera hinkyndur ella samkyndur? Lat meg gera tað greitt, beinanvegin. Ongin velur at gerast samkynd/ur. Einasta valið samkynd hava, er annaðhvørt at við­ ganga ella at nokta egn­ an kynsligan samleika. Men tíanverri tykjast um­støðurnar at vera vána­ ligar í Føroyum, serliga hjá samkyndum, at viðganga egnan kynsligan samleika. Jenis av Rana hevur skriv­ að síður upp og síður niður, um tey samkyndu. Sum einkult persónur er hann nokk tann føroyingurin, sum higartil hevur havt mest at fortalt okkum, um hvat tað er, at vera samkynd/ur. Og millum tað nógva sum vit hava fingið fortalt frá Jenis av Rana, hevur verið, at samkynd sjálvi taka avgerðina um at gerast samkynd. Tí kann eg ikki lata vera við at spyrja, nær Jenis av Rana sjálvur tók avgerð um at gerast hinkyndur? Fara samkynd í helviti? Jenis av Rana hevur eisini fortalt okkum, at samkynd ikki kunnu arva Guds ríki. Men hvør sigur, at samkynd yvirhøvur ynskja at arva hansara týðing av Guðs ríki? Eitt ‘ríki’ har ‘fordøming’ og ‘ævig niðurgerðing’ av mannarættindum, verður prioriterað fram um kristnan næstrakærleika. Og harútyvir fortelur Jenis av Rana okkum, at sa­m­kynd kunnu grøðast við bøn. Hvat er hetta fyri fjas? Sipar Jenis av Rana til tað slagið av bønum, sum út­varps­støðin Lindin hevur bjóðað fólkið við bústaðar­ trupulleikum og ófunktio­ nellum køliskápum? Føroyar hava verið krist­ nar í meiri enn 1000 ár. Alt gott um tað. Men líka longi, og longri enn tað, hava fólk verið samkynd. Eisini í Føroyum. Nær gev­ ast ‘vit føroyingar’ við at brúka týðingar av Bíbliuni sum grundlóg? Og nær gevast ‘vit føroyingar’ við at døma hvønn annan niður í ‘helviti’? Ávísir føroyskir ‘kristnir’ umboðsmenn hava eisini sagt, at ‘hini norðurlondini ikki eru mætari enn bíbilsku syndabýirnir Sodoma og Gomorra, og at Føroyar ikki skulu vera eins og onn­ ur norðurlond!’ Tað er eftir mínari fatan onki minni enn ein stór skomm, at man soleiðis leypur á hini norðurlendsku londini, bara av tí, at tey líkastillað samkynd og hin­ kynd. Tað er nevnliga ólógligt, í øðrum norðalondunum at siga, at fólk eru sjúk av tí at tey eru samkynd. Føroyar, er einasta norður­ landið, har sokallaðar funda­mentalistiskar kreftir, frítt kunnu diskriminera sam­kynd. Eisni á politiska leikvøllinum. ‘Føroyingar hata samkynd!’ Søgan um lógliga dis­ kriminiatión og ágang á føroysk samkynd, hevur sum flestum kunnugt, breitt seg, seinastu vikurnar víða um í útheiminum. Fleiri útlendskir, og eisini føroyskir aktørar velja enn einaferð, at venda hvøss eygu ímóti Føroya Løgtingi. Danski jutstitsministarin er í Fólkatinginum biðin um at koma við frágreiðing um, hvussu tað ber til, at tað miseydnast Føroya Løgtingi, ferð aftaná ferð at forða fyri forfylging og diskriminatión av før­ oyskum samkyndum. Tað stutta av tí langa má nokk vera, at meirilutin av føroyskum politikkarum ikki metir tað vera neyðugt. Danski statsministarin, Anders Fogh Rasmussen, hevur eisini kritiserað Før­oya Løgting, har hann ímillum annað hev­ ur sagt at: “Færøerne bør ikke diskriminere homo­ seksuelle”. Harumframt hava eisini íslendskir politik­ara hvassliga átalað Føroya Løgting, eins og bløð og onnur hava gjørt í Danmark, Íslandi og í øðrum londum. Kritikkurin av Føroya Løgtingi er eisini komin til sjóndar við tveimum óheftum innsamlingum av undirskriftum. Sjálvur meti eg, at tað tók í so langa tíð, áðrenn Miðflokkurin og líkasinnaði endiliga funnu veikleikar í tí út­lendsku innsammlingini. Og sum væntað hava nakrir føroyingar valt at brúka nógva tíð og orku uppá at sabotera útlendsku innsamlingina. Hóast talan hevur verið um eina relativt miseydnaða roynd, hevur hetta alíkavæl verið ein dyggur stuðil til Miðflokkin og líkasinnaði. Kritikkurin frá Miðflokkinum og líka­ sinnaðum politikarum, um­framt miseydnaðu roynd­irnar hjá føroysku sabo­tørunum, er enn eitt tekin um, at tað verðuliga er neyðugt at verja før­ oysk samkynd ímóti dis­ kriminatión og ágangi. Á kjaktorginum hjá Kvinna.fo skrivar ein brúk­ ari nevnd Goggi, at hon heldur, at meinigi føroy­ ingurin ikki skal finna seg í tí fatan, sum útheimurin hevur fingið av Føroyum og føroyingum. Eg eri púra samdur við henni í hesum. Tí nú hava Føroyar og Føroya Løgting við lógaruppskotinum um at seta §226b í gildi enn einaferð fingið møguleikan at broyta vánaliga umdømið, sum Føroyar hevur fingið í útheiminum. Heldigvís hevur eitt vaks­ andi tal av føroyingum nú sett seg uppí móti manglandi viljanum í Løgtinginum og tí homofobiska áganginum sum er komin frá ávísum rørslum í Føroyum. Millum tey sum hava heitt á Føroya Løgting um, at §226b skal vera galdandi í Føroyum, hava millum annað verið fleiri føroysk kvinnufeløg, Føroya Løgmaður, nakrir løgtingslimir og onnur við. Koyr á Føroyar! Tað verður fyrst og fremst spennandi at síggja, hvat úrslit Føroya Løgting finnur fram til. Tí hetta verður tað sum avger, um umdømið hjá Føroyum í útheiminum kann broytast. Og líka so spennandi verður tað at síggja, hvussu politikarnir hvør sær fara at atkvøða fyri og ímóti §226b. Fiskimaðurin skal hava javnbjóðist rættindi við aðrar borgarar í Føroyum Jacob Mouritz Olsen Manna­rættinda­ stríðsmaður, Toftir Jan Højgård “Noyðast at viðurkenna samkynd” Rætting: Tíverri er ein villa kom­in í greinina um summarskeið á Skarva­nesi, sum stóð í Sosialin­um 30. oktober 2006. Har stendur at skeið­luttakararnir fingu inni­vist í húsunum hjá Heilbrigdinum á Skarva­nesi. Har skal standa í privathúsunum hjá Inga Mohr. Umberið okkum mistakið. Dagny Ein setningur, sum er mín, og bara mín orð­ing: “Føroyar vórðu niður­ bundnar 6. oktober 1992” hevur elvt til forvitnisligan dialog. Fyrst fortaldi Heri Mohr mær, at Føroyar vórðu ikki niðurbundnar. Tað var ein donsk bjargingarprosess, sum fekk okkum upp á føtur aftur. Seinni stúrsaði eisini Rolf Guttesen við av mínari hugtaksfløkju, tí henda tilgongd – prosess – var eingin niðurbinding, men ein milliardahjálp, sum vit fingu úr Danmark. Eg skuldi vera sokkin í mytologist myrkur. Eitt mytologist myrkur myndar muruna í stubbunum hjá mær. Eg skal hava roynt at forklára míni orð um niðurbinding við, at tað, at hús vórðu niðurskrivað í virði gjørdi, at fólk kendu tað sum at vera nið­ur­bundin. Eg segði, at “millum annað” varð virðið á húsunum, vit búðu í, niðurskrivað. Og so var. Í hesum sambandi, Rolf, havi eg ongantíð ligið og lúrt eftir mytum um kupp og komplott. Trúgv mær. Og víst fingu bankarnir pengarnar aftur – fra landsstýrinum, sum tú sigur. Ja, bankarnir fingu pengarnar aftur frá landsstýrinum, tí at ein bjargingartilgongd verð sett í verk. Millum annað fekk landsstýrið pengarnar til bankarnar aftur frá fólkinum, sum her búði, við tí, sum eg longu í 1993 rópti “legaliserað rán”. Tað var hvørki metafora ella mytologisk hugtaksfløkja, tí vóru føroyingar ikki fæloysingar – proletarar – fyri Oktoberkollveltingina í 1992, so vórðu teir í bjargingarprosessini roytt­ ir so inn at skinninum, at teir høvdu bara sína arbeiðskraft at lýsa við, men hvat nú? Eingin var førur fyrii at keypa vøruna, arbeiðskraft, frá proletarinum. Málið broytist, Rolf Gutte­sen. Kom ikki og sig mær, hvussu orðabókin lýsir orðið “fæloysingur”. Orðabókum grópi eg í hvønn tann einasta dag í mínum dagliga yrki, og tað havi eg gjørt í mong, mong ár og havi bæði fatað og staðfest, at málið broytist. Ein Marx-prole­ tarur er ikki tað sama nú, sum hann var í Tí kommunistiska Mani­fest­ inum. 6. oktober 1992 var eitt stig í teirri stóru bjarg­ ingarprosessini, at før­ oyingar í Føroyum vórðu riknir saman í ein veldigan flokk og niðurbundnir sum skurðlomb. Tí tað vóru teir, sum betaltu. Teir hava næstan betalt alla skuldina aftur. So okkurt seiggið er eftir. Tíggjutúsundtals føroyingar vórðu meinsk­ aðir. Ikki bara í Føroyum. Útisetar fingu eisini sorg­ arleikin at føla. “Skyd en færing, spar i skat”! var eitt. Sjálvur var eg hjástaddur, tá ið ein kona úr Føroyum skuldi gjalda í einum H&M-handli við kekki. Hon varð so eyð­ mýkt, tí tey vildu ikki taka kekk frá einum føroyingi, at eg varð noyddur at tala at og bað tey seta seg í samband við Den danske Bank. Tað gjørdu tey og fingu annað at vita, men tá vóru bíðirøðirnar við kassarnar so langar, at tey bóðu okkum sleppa okkum at fananum til. So kalla tað, hvat tú vilt, metaforu ella myto­ logist myrkur. Tá løgdu føroyingar ikki petti í, hvussu tilgongdin æt. Teir høvdu nóg mikið høvuð­ bríggj við at vríggja seg úr hafti. Úr niðurbindingini! Mytologisk hugtaksfløkja Sonne Smith viðmerkingar