mánadagur 6. november 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 6. november 2006
13
tíðindi
Blaðið Ð fingið
nýggja heimasíðu
Nýggj heimasíða er løgd út og tað er blaðið Ð, sum
stendur fyri síðuni, ið kallast www.edd.fo.
Øll Ð bløðini eru á síðuni og Jógvan á Høvdanum,
yngri, ið er blaðstjóri sigur, at síðan verður dagførd
einaferð um dagin, so at tað gerst áhugavert at vitja
síðuna dagliga.
Ljómur skipaði í
sunnukvøldið fyri
árligu Allahalg
annakonsertini í
Vágs Kirkju. Hetta
gjørdust tveir tímar,
ið gingu skjótt, og
fullsett kirkja bar
boð um, at áhoyrarar
njóta gomlu
konsertsiðvenjuna
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Klokkan 18 í sunnukvøldið
skipaði Kirkjukórið Ljóm
ur fyri árligu Allahalg
annakonsertini, sum hevur
verið afturvendandi tiltak
síðani 1940.
Skráin var fjølbroytt.
Ljómur sang og eisini vóru
fleiri kórlimir solistar. Hesir
hava verið á sangskeiði hjá
Súsonnu Brattaberg. Tey
sungu klassisk verk eftir
t.d. Mozart, Schumann,
Bartholdy og Beethoven.
Solistar vóru Karin Bratta
berg, Arnóra B. Petersen,
Tóra Vestergaard, Kristian
Holbæk og Sigmundur
Olsen. Eisini framførdu
Beinta, Essan, Henning
og Susanna verk hjá Schu
mann
Umframt sálmasang frá
kórinum, var eisini felags
sangur. Mikkalina Tausen
leikti tvørfloytu, meðan
Anki Dýrdarklett Hansen
hevði klaverfylgispæl, og
skúlanæmingar úr Vágs
Skúla sungu og spældu
eisini.
Patrick de Neergaard,
prestur, segði nøkur orð,
og sum vanligt er, verður
konsertin skipað við offur
gongd og tá syngur kór
og kirkjufólk “Nú Hvítna
Tindar”, sum Robert Joen
sen setti føroysk orð til og
gjørdi hann hetta á sinni í
samband við framførslu hjá
Ljómi.
Jens Mortan Mortensen
stjórnaði Ljómi og Niels
Nolsøe hevði urgu- og
klaverfylgispæl.
Vágs Kirkja var fullsett
og teir tveir tímarnir runnu
skjótt. Eftir konsertina
hevði Ljómur opið hús fyri
luttakarum og áhoyrarum í
nýkeyptu húsum sínum, ið
eru beint vestanfyri kirkj
una.
Heiti hylurin
eitt vælvitjað
tilboð
Leygardagar hevur
svimjihylurin í Vági
sonevndan heitan
hyl, og tá eru t.d.
børn og tey eldru
serliga glað fyri
hylin
Heitur hylur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
At hylurin er nøkur
stig heitari leygardag,
enn aðrar dagar, er eitt
kærkomið
tilboð,
ið
alt fleiri suðuroyingar
njóta.
Dagurin er býttur upp,
so at børn, pensjónistar
og foreldur við smábørn
um hava ávísar tíðir á
degnum at njóta heita
hylin.
Og tilboðið er væl
vitjað og ber tað boð
um, at hetta er eitt tilboð,
ið fólk fegnast um.
Samstarv við Ísland á heilsuøkinum
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður, hevði miku
dagin 1. november fund
við íslendska heilsumála
ráðharran, Siv Friðleivs
dóttir, um møguleikarnar
fyri einum tættari samstarvi
millum Ísland og Føroyar
á
heilsuøkinum.
Tað
var ein sera positivur
fundur, har avgjørt varð,
at embætisfólk frá báðum
londunum skulu fara undir
at gera eina útgreining
av samtarvsmøguleikum.
Fundur hevur fyrr í ár
verið millum leiðslurnar
á
Landssjúkrahúsinum
og
Landspitalinum
um
samstarv. Hetta arbeiðið
heldur áfram, og ætlanin
er, at samstarvið millum
sjúkrahúsini verður víðkað
til eisini at fevna um
onnur heilsupolitisk øki.
Íslendski ráðharrin bjóðaði
landsstýrismanninum
á
vitjan í Íslandi í byrjanini
av komandi ári í sambandi
við komandi avtaluna.
Ingimar Einarsson, Katrin
Gaard, Siv Friðleifsdóttir,
Hans Pauli Strøm og Gert
Poul Hansen á Christiansborg
í Keypmannahavn
Ljómur, solistar og full kirkja
Nógv vitjandi á Planet.fo
Planet.fo slóð sítt egna met fyri vitjandi í farnu viku, við 14.425 brúkarum sambært
vevmátingarlistanum hjá Gallup og liggur í farnu viku á tryggum øðrum plássi.
Nýggjur vevmátingarlistið hjá Gallup verður almannakunngjørdur hvørja viku, og hesa
vikuna eru fleiri síðir, ið hava sláa egin met, millum annað planet.fo, sum vanliga kappast við
sportal.fo og nummar.fo um annað pláss á listanum aftan fyri portal.fo. Hesa vikuna er talið
á vitjani á planet.fo farið upp við 33,2%. Eisini talið á vitjanum 32.445 og á sýndum síðum
106.019 eru munandi hægri enn vikuna fyri.
Men planet.fo er sambært gallup.fo ikki einasta heimasíða, ið tekur egið met eisini bio.fo við
1.068 brúkarum, televarp.fo við 1.003 brúkarum, vinnuvitan.fo við 662 brúkarum, trade.fo við
376 brúkarum sláa egið met.