mánadagur 6. november 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 214 - 6. november 2006
Nýggjastu hagtølini fyri
tíggju teir fyrstu mánaðirnar
í 2006 frá Akstovuni, fyri
søluna av nýggjum akførum,
vísa, at sølan framvegis er
vaksandi.
Størsti vøksturin er í
søluna av persónbilum,
motorsúkklum og kamping
vognum, meðan sølan av
prutlum er minkað við næst
an 50 prosentum.
Higartil í ár eru seldir
yvir 1500 persónbilar í
mun til 1145 í fjør, hetta er
ein vøkstur upp á 31,9 pros
ent. Í prosentum er sølan
av motorsúkklum nógv
tann størsta - næstan 1800
prosent.
Sølan av nýggjum
akførum vaksandi
Hagtøl fyri skráseting av nýggjum akførum fyri jan.- okt. 2006 og 2005
Hósdagin 26.
oktober 2006 var
fyrsta teldutøka
teoriroyndin á
Akstovuni roynd við
sera góðum úrsliti
Próvtøka
Átta næmingar vóru til fyrstu
teldutøku teoriroyndina
í próvtøkuhølunum hjá
Akstovuni hósdagin 26.
oktober.
Royndin var til vanligan
persónbil, og øll átta kláraðu
royndina og kundu sostatt
fara víðari til verkliga
koyriroynd.
Nýggja tøknin virkaði sum
hon skuldi og eftir royndina
søgdu næmingarnir, at tað var
lætt at skilja spurningarnar,
sum vóru greitt upplisnir
av Una Arge, fyrrverandi
útvarps- og sjónvarpsmanni.
Myndirnar vóru klárar og
týðiligar.
Beint eftir at royndin
var liðug, skrivaði teldan
út úrslitini av royndini,
við virðmerking um hvar í
frálæruætlanini, møguligir
feilir vóru.
Næmingarnir
skuldu
gjøgnum 25 myndir og
skuldu taka støðu til umleið
90 spurningar, við at svara ja
ella nei uppá spurningarnar.
Tað tók 30 minuttir at
avgreiða teoriroyndina.
Kelda: www.akstovan.fo
Fyrsta teldutøka
teoriroyndin
Næmingar sita spentir og bíða eftir úrslitunum av fyrstu teldutøku teoriroyndini á Akstovuni
Mynd: Akstovan