mánadagur 6. november 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 6. november 2006
15
Anna Nielsen, Klaksvík, andaðist sunnudagin 5.
november á Norðoya Røktarheimi, 86 ára gomul.
Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Dagurin í morgin
7. november. Engelbrekt. Deyður í 1225. Týskur munkur, sum longu 30 ára gamal
gjørdist erkabiskupur í Köln. Sum kirkjupolitikari tók hann sær fyri at bøta um mong
viðurskifti, sum vóru farin av lagi. Hann fekk, sum vera man, nógvar fíggindar, sum
gingu saman í ráð og myrdu hann.
Navnið er týskt, samansett av orðunum anglar (fólkaslagnum) og bjartur.
M ó t t ø k a
Í sambandi við at Fuglafjarðar
Kommuna hevur sett sosialu deild
á stovn, bjóða vit til almenna
móttøku í hølum stovnsins.
Karvatoftir 4b í Fuglafi rði
Fríggjadagin tann 10. november 2006
frá kl. 14.00 – 17.00
Fuglafjarðar Kommuna
Tøkk
Øllum tykkum, sum við vitjan, gávum, blómum,
uppringingum, telegrammum og kortum gleddu meg
á 80 ára føðingardegnum 12. oktober 2006 takki eg
hjartaliga. Ein serstøk tøkk til dóttrina.
Heilsan
Absalon Jacobsen, Vágur
Starvsvenjing
Fríggjadagin 3. november
var seinasti dagur í starvs
venjingini hjá Elin Mariu
Olsen í Streymnesi og Anitu
Samuelsen úr Haldarsvík á
Sosialinum.
Elin Maria og Anita ganga
báðar í sama flokki á Fel
agsskúlanum á Oyrarbakka.
Anita var fyrst eina viku hjá
Per á Hædd, myndamanni, og
síðan eina viku á Sosialinum,
meðan Elin Maria var báðar
vikurnar á Sosialinum.
Tær siga báðar, at hetta vóru
tvær spennandi og læruríkar
vikur. Tær kendu seg sera
vælkomnar, og starvsfólkini
vóru blíð og fyrikomandi.
Um framtíðina siga báðar,
at tær kundu hugsað sær at
arbeitt við fjølmiðlum.
Elin Mariu Olsen / Anita Samuelsen:
Kundu hugsað sær at arbeitt
við fjølmiðlum
Fríggjadagin var seinasti dagur í starvsvenjingini hjá Elin Mariu Olsen og Anitu Samuelsen á
Sosialinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Leygardagin 11.
november letur fram
sýningin Færø Expo
2006 upp í Bredgade
Kunsthandel í
København við átta
føroyskum listafólk
um. Framsýningin
verður opin til fríggja
dagin 1. desember
Listaframsýning
Annaðhvørt ár skipar Bred
gade Kunsthandel i Keyp
mannahavn fyri Færø Expo
tiltakinum við tí endamáli
sýna fram føroysk listaverk.
Hesaferð eru tað listafólk
ini Kári Svensson, Eyðun
av Reyni, Amariel Norðoy,
Torbjørn Olsen, Zacharias
Heinesen og Beinta av Reyni
sum sýna fram.
Framsýningin letur upp
leygardagin 11. nov. kl. 13,
tá føroyski umboðsmaðurin
í Keypmannahavn, Herálvur
Joensen, setur Færø Expo
2006. Eisini luttekur tónleik
bólkurin Aldubáran.
Adressan er: Bredgade
Kunsthandel, Bredgade 69,
DK-1260 København K.
Framsýningin er opin til
fríggjadagin 1. des., týsdag
til fríggjadag frá 13 – 18 og
leygardag 11 – 15.
Frá 3.- 23 des. verður fram
sýningin í ”Galleri Boxen”,
Norgesvej 11, Horsens.
FÆRØ
E XPO 2006
letur upp
leygardagin