mánadagur 6. november 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 214 - 6. november 2006
»Kvinnurnar
stýra heimunum –
menninir landinum«.
Hesin setningur var
fleiri ferðir havdur á
lofti, tá nevndin fyri
øktum kvinnuleikluti
í politikki skipaði
fyri evnisdegi á Hotel
Hafnia leygardagin.
Kvinnur og
politikkur
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Hóast veðrið leikaði í,
høvdu nógvar kvinnur og
nakrir menn leitað sær til
átakið.
Evnini á fundinum vóru
politiska valskipanin í dag,
alternativir møguleikar til
valskipanina og hvat onnur
lond hava gjørt fyri at fáa
fleiri kvinnur upp í poli
tikk.
Høvuðsfyrilestrahaldari
á átakinum var íslendska
Hólmfríður Sveinsdóttir,
sum er stjórnmálafrøðingur
og hevur verið virkin í
íslendskum
politikki
í
nógv ár. Somuleiðis sluppu
nakrar føroyskar kvinnur
fram at mikrofonini.
Fyrst á pallinum var
Karin Kjølbro, fyrrverandi
løgtingskvinna.
Karin
greiddi frá, hvussu tað eydn
aðist henni at koma á ting,
og hvussu umráðandi tað er
at vera aktivur og sjónligur
í almenna rúminum sum
kvinna. Eisini legði Karin
dent á, at megnar politiski
myndugleikin ikki at hýsa
margfeldi og fjølbroytni á
tingi við at fáa javnrætt
millum bæði kynini, endur
nýggja vit ikki framtíðina.
Eftir Karina fekk Bergtóra
Hanusardóttir
vegna
Kvinnufelagssamskipan
Føroya orðið. Bergtóra bar
Føroyar saman við hini
Norðurlondini, samstundis
sum hon staðfesti, at vit
liggja niðast á listanum,
tá tað kemur til javnbýti
millum kvinnur og menn
á tingi:
– Øll eru betri enn vit,
men tað eru ikki vit kvinn
ur, sum hava feilin. Vit
hava eina valskipan, sum
heldur helminginum av
okkum burtur. Viðvíkjandi
fólkaræði riggar skipanin í
Føroyum ikki nóg væl. Vit
áttu at gjørt Føroyar til eitt,
tvey ella trý valdømi, helt
Bergtóra Hanusardóttir.
Áðrenn ein lítlan steðg
sluppu Ingrid S. Henriksen,
fysioterapeutur og bachelor
í stjórnmálafrøði, og Bjørg
Jacobsen vegna Javnstøðu
nevndina eisini at siga
nøkur orð. Bjørg Jacobsen
varpaði ljós á, hví vit mugu
fáa fleiri kvinnur upp
í politikk, og hvussu tað
kann verða gjørt. Og Ingrid
S. Henriksen legði eitt upp
skot til eina broyting av
valskipanini fram, sum hon
sjálv hevur gjørt.
Fundurin endaði við ein
um lítlum kjaki. Ikki vóru
nógvir spurningar frammi,
men flestu kvinnurnar og
menninir tóku undir við
sjónarmiðunum, sum vórðu
sett fram á røðarapallinum.
Somuleiðis tóktust øll at
vera glað um tiltakið og
róstu stigtakarunum.
- Fólkaræði verður
ikki, fyrr enn menn
og kvinnur arbeiða
á jøvnum støði í
samfelagnum og ríka
um hvønn annan við
vitanini, sum skilur
kynini. Boðskapurin
hjá Hólmfríður
Sveinsdóttir, sum
hevur verið virkin í
íslendskum politikki í
fleiri ár, var greiður á
evnisdegnum.
Kvinnur og
politikkur
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
- Avgerðir, sum kvinnur og
menn taka, eru ofta sera
ymiskar. Helvtin av tjóðini
eru kvinnur, og tískil er
tað bert rættvíst, at fleiri
kvinnur bjóða seg fram í
politikki, legði Hólmfríður
Sveinsdóttir dent á á evnis
degnum á Hotel Hafnia
leygardagin.
Hólmfríður greiddi á
fundinum frá, hvat Ísland
hevur gjørt fyri at fáa fleiri
kvinnur upp í politikk.
Hon ásannar, at íslendsku
kvinnurnar
leingi
hava
stríðst fyri støðu síni í poli
tikki, men at arbeiðið hevur
borið ávøkstur:
Heldur Ingrid S.
Henriksen – fysiotera
peutur og bachelor
í stjórnmálafrøði
– sum hevur gjørt
eitt uppskot til
eina broyting av
løgtingsvallógini, sum
hevur til endamáls
at tryggja eitt javnari
býti av tingsessum
millum menn og
kvinnur
Kvinnur og
politikkur
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
– Løgtingið prátar og prátar
um javnrætt, men um vit
kvinnur ikki traðka til nú,
fer tað at taka alt ov nógv
ár, áðrenn nakað sum helst
hendir. Hvussu leingi skulu
vit finna okkum í, at so fáar
kvinnur eru á tingi?- spyr
Ingrid S. Henriksen, sum
heldur tað vera rímiligt at
Átak:
Fleiri kvinnur
upp í politikk
Hólmfríður Sveinsdóttir:
– Politisk
– Nú
Livandi tónleikur og
drekkamuður hugnaðu um
evnisdagin.
Hóast veðrið leikaði í,
høvdu nógvar kvinnur og
nakrir menn leitað sær til
átakið
Bergtóra Hanusardóttir vísti við
hesari myndini á, hvør leikluturin
hjá kvinnum í politikki í Føroyum er
í dag og hevur verið seinastu árini.
Nevndin fyri øktum
kvinnuleikluti í politikki
ætlar at skipa fyri einari
røð av tiltøkum, og
tiltakið leygardagin var
tað fyrsta av sínum slag.
Nevndin er sett saman
av umboðum fyri allar
politisku flokkarnar,
Kvinnufelagssamskipan
Føroya,
Kommunusamskipan
Føroya, Føroya
Kommunufelag og
Javnstøðunevndini.
FAKTA
tíðindi