mánadagur 6. november 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 6. november 2006
17
tíðindi
ka skipanin er spælipláss hjá mannfólki
práta um diskriminatión í
hesum samanhangi.
Ingrid S. Henriksen hev
ur av sínum eintingum gjørt
eitt uppskot til eina nýggja
valskipan. Í uppskotinum
hjá Ingrid verður verandi
valdømi varðveitt, men
uppskotið tryggjar sam
stundis, at bæði kyn verða
stillað javnt í samband við
uppstilling til løgtingsval:
– Hetta kann eitt nú
tryggjast við at hava áseting
í vallógini, ið sigur, at talið
á monnum og kvinnum, ið
stilla upp til løgtingsval,
skal vera eins stórt, greiðir
Ingrid S. Henriksen frá.
Í valuppskotinum hjá
Ingrid verður Løgtingsval
lógin broytt soleiðis, at
veljarin setur kross annað
hvørt fyri tann listan, hann
ætlar at velja, ella fyri
tveimum av valevnunum
á sama listanum – einum
manni og einari kvinnu.
Veljarin setur kross við tann
av hesum báðum, hann velur
sum fyrstvaldan og tann,
hann velur sum næstvaldan.
Hvør atkvøða fyri listanum
telur 1, og skulu hesar
atkvøðurnar lutast eins
millum øll valevnini, sum
fáa persónligar atkvøður
á listanum. Hvør atkvøða,
sum tann fyrstvaldi fær,
telur 1,1, meðan atkvøðan,
sum tann næstvaldi fær,
telur 1,0:
– Uppskotið hjá mær
leggur upp til, at politisku
flokkarnir skulu syrgja fyri
at stilla upp bæði menn
og kvinnur í sambandi við
løgtingsval. Harumframt
venja veljararnar til at javnt
seta menn og kvinnur, tá
tað ræður um politiska
umboðan og at sita fyri
leiðslu
landsins,
sigur
Ingrid S. Henriksen.
Hon leggur afturat, at
politiskir flokkar skulu bera
kostnaðin av valstríðnum,
og at tað skal ikki vera
loyvt hjá einstaklingum at
fíggja valstríðið úr egnum
lumma:
– So hava vit eitt breitt
fólkaræði, og øll valevni
fáa møguleika at stilla
upp við somu treytum,
sigur Ingrid, sum heldur,
at uppskotið hjá sær gevur
meira javnstøðu á tingi
og fjølbroyttari arbeiðslag
í løgtinginum, har bæði
kynini fáa rúmd til gagns
fyri alt Føroya fólk.
– Nú er nóg mikið, tí havi
eg gjørt hetta uppskotið.
Vónandi kann tað geva
íblástur til onnur uppskot,
sigur Ingrid S. Henriksen
at enda.
– Í 1998 samtykti ís
lendska Altingið at gera
eina fýraársætlan fyri at fáa
javnrætt millum kynini í
politikki. Ætlanin fevndi eitt
nú um upplýsing og lýsinga
átøk. Tá arbeiðið byrjaði,
var stórur dentur lagdur á
at hava gott samstarv við
fjølmiðlarnar. Og fyri at fáa
tað besta úrslitið varð alt
gjørt í tøttum samstarvi við
politisku flokkarnar, greiddi
Hólmfríður
Sveinsdóttir
frá.
Hon legði afturat, at
somuleiðis vórðu kvinnur
nar eggjaðar til at stilla
upp til val við mennandi
fyrilestrum og skeiðum
kring landið. Fyrsta átakið
í ætlanini var tó at gera eina
gallupkanning, sum sera
greitt staðfesti, at stórur
meiriluti var fyri at økja um
kvinnuleiklutin í politikki.
– Til Altings valið í 1999
og kommuvalið í 2002
varð tikið stig til eina víð
fevnandi lýsingaherferð,
hvørs endamál var at ávirka
politikararnar og at fáa
umtalu frá fjølmiðlunum
og almenninginum. Fleiri
politiskir leiðarar vóru við
til at gera lýsingarnar fyri at
lýsa munin millum kynini
og at vísa á, at tørvur er
á báðum. Lýsingaherferðin
vakti miklan ans og fekk
íslendsku stjórnina at gera
nakað við málið at fáa fleiri
kvinnur inn á ting, segði
Hólmfríður Sveinsdóttir.
Hon heldur, at um ein
skal royna at økja um
kvinnuleiklutin í politikki,
er nógv ymiskt at hugsa
um:
– Politiska skipanin er
gjørd av monnum og er
teirra spælipláss. Vit noyð
ast at broyta henda gamla
hugsanarháttin
um,
at
menn standa á odda og taka
allar tær týdningarmiklu
avgerðirnar.
– Vit noyðast at granska
politisku skipanina, og
hvussu vit møguliga kunnu
broyta hana, so bæði kynini
kunnu
arbeiða
saman.
Valskipanin,
valdømini,
kommunurnar og politisku
flokkarnir eru faktorar, sum
vit noyðast at eftirkanna,
legði hon dent á.
Hólmfríður er tó sannførd
um, at javnrættur kemur
ikki bara av sær sjálvum:
– Tað er okkara skylda
at arbeiða fyri javnrætti,
og tað gleðir meg almikið,
at føroyingar nú av álvara
eru farnir undir at økja
um kvinnuleiklutin í poli
tikki, segði Hólmfríður
Sveinsdóttir at enda.
Hólmfríður Sveinsdóttir hevur verið aktiv
í íslendskum politikki í 12 ár. Eisini hevur
hon drúgvar royndir við nevndararbeiði og
ábyrgdarstørvum. Árini 1998-2003 sat hon
í nevnd, ið virkaði fyri øktum kvinnuleikluti
í íslendskum politikki. Nevndin skipaði fyri
fleiri áhugaverdum og øðrvísi átøkum, og
úrslitið sást aftur í, at glið kom á kvinnuligu
luttøkuna í samfelagsmálum og politikki.
FAKTA
er nóg mikið
Bjarni Djurholm:
– Skulu
royna at
fáa nógvar
kvinnur á
ting
Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður í vinnu
málum,
var
millum
fáu menninar, sum í ill
veðrinum vóru komnir
at lýða á fyrilestrarnar
á Hotel Hafnia leygar
dagin. Men Bjarni kendi
seg væl sum hani millum
allar hønurnar:
– Evnisdagurin í dag
hevur verið viðkomandi,
framløgurnar hava givið
íblástur til kjak og eg taki
fult undir við teimum
kvinnum, sum í dag hava
prátað um, at tað átti at
verið eitt valdømi, segði
Bjarni Djurholm, sum
er sannførdur um, at vit
skulu royna at fáa so
nógvar kvinnur, sum tað
letur seg gera, á ting.
Hann legði afturat,
at við einum valdømi
hevði tað verið lættari
at skapað eitt javnt býti
millum menn og kvinnur
á tingi:
- Tað er skilagott. Eisini
kunnu vit í Føroyum
heilt víst nýta nógv av
tí, sum Hólmfríður úr
Íslandi greiddi okkum
frá. Vit, sum hava verið
til fundin, hava fingið
okkurt heim við í skjátt
uni at hugsa um. Eg
vóni, at tiltakið í dag
verður fyrsti partur av
einari røð av seminarum,
segði Bjarni Djurholm
at enda.
- horsdal
Láturin millum áhoyrarnar var nógvur, tá Hólmfríður vísti lýsingarnar, sum til Altings-valið í 1999 og kommuvalið í
2002 floymdu yvir Ísland. Lýsingarnar høvdu stóran týdning í stríðnum at fáa fleiri kvinnur upp í politikk.
- Politiska skipanin er gjørd av monnum og er teirra spælipláss.
Vit noyðast at broyta hetta, segði Hólmfríður Sveinsdóttir
millum annað á evnisdegnum á Hotel Hafnia leygardagin.
Ingrid S. Henriksen greiðir
her frá uppskotinum hjá sær
til eina nýggja valskipan:
- Løgtingið prátar og prátar
um javnrætt, men um vit
kvinnur ikki traðka til nú,
fer tað at taka alt ov nógv
ár, áðrenn nakað sum helst
hendir