mánadagur 6. november 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 214 - 6. november 2006
tíðindi
SAMBAND
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
ítróttur
»Samanlagt hevur eingin gjørt tað betri enn Ferguson«
Arsene Wenger, Arsenal-venjari, um starvsfelagan í Manchester United
Teir 98 fimleikararnir
hjá Støkk skiftu búna
hópatals ferðir lítla
korterið, sum teirra
framsýning vardi.
Íalt vórðu 40 ymiskir
búnar nýttir, og
gevur hetta eina góða
mynd av tí arbeiði,
sum liggur handan
framførslurnar á
Fimleikafagnaðinum
Fimleikur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Úti við 40 ymisk snið av
búnum skuldu seymast,
áðrenn tey í Støkk vóru til
reiðar at hava sína fram
førslu á Fimleikafagnaði
num. Flestu av búnunum
skuldu eisini gerast í nógv
um eintøkum, so alt í alt
hevur talan verið um
hundraðtals búnar, sum
skuldu seymast.
– Búnarnir eru jú ein
stórur partur av framsýn
ingini, so tað er heilt víst
nakað, sum vit leggja
stóran dent á. Og tað er eitt
veldugt arbeiði, sum er
gjørt fyri hetta. Nevnd,
mammur og onnur, sum
onkursvegna eru knýtt at
felagnum hava framt eitt
ótrúliga stórt arbeiði, sum
vit øll eru serstakliga fegin
um, sigur Dagbjørt Sól
heim, sum er ein av teim
um, sum var við til at
samskipa framførsluna hjá
Støkk á Fimleikafagnaði
num. Ein fagnaður, sum
Støkk vann fyri fimtu ferð,
soleiðis at tær nú hava
vunnið ferðasteypið, sum
kappast verður um, til
ognar.
Drúgv fyrireiking
Hóast fimleikafagnaðurin
ikki er kappingarfimleikur
á sama hátt sum eitt nú
FM-kappingin er tað, so
dylur Dagbjørt ikki fyri, at
sera nógv verður lagt fyri.
– Hetta er ein sera týðan
di partur av tí, sum Støkk
arbeiðir við. Ikki minst tí
Fimleikafagnaðurin er eitt
tiltak, har øll breiddin í
felagnum kemur til sín
rætt. Sjálvt evnið, sum
arbeitt verður við, fáa vit at
vita okkurt um hálvt ár
fyri framsýningina, og so
verður arbeitt miðvíst við
at leggja alt so væl til
rættis, sum tað yvir høvur
ber til, sigur hon.
Betri sammeting
Sum tað framgongur aðra
staðni her á síðunum, so
bar valið av evni hesa ferð
við sær, at fleiri av fram
førslunum gjørdust sera
líkar. Men hóast hetta
minkaði um variatiónina í
framførsluni, so heldur
Dagbjørt ikki, at hetta bara
var keðiligt.
– Á ein hátt haldi eg, at
hetta ger kappingina meira
spennandi, tí tað gevur eitt
nógv betri sammetingar
grundarlag, tá metast skal
um avrikini.
– Men hinvegin skilji eg
eisini væl, at tað ger alla
framførsluna meira eins
táttaða. Tá evnið er somikið
ítøkiligt, so snúgva nógvar
framførslur seg um somu
evni og somu eyðkenni, og
tað er kanska eitt sindur
spell.
Steypið í
føðingardagsgávu
Orðið fagnaður og tað at
nýta breiddina hava kanska
hug at minka eitt sindur
um kappingarelementið í
fagnaðinum, um sammett
verður við aðrar kappingar.
Men tá eitt steyp er at
vinna, so vilja øll sjálvandi
gera sítt ítarsta, og Dagbjørt
dylur ikki fyri, at tað er
stuttligt hjá felagnum at tey
nú eiga steypið til ognar.
– Sjálvt steypið hevur
ikki alt at siga. Men tað er
klárt, hetta økir um spenn
ingin fyri luttøkuni. Og nú
felagið fyllir 40 ár um
tríggjar vikur, so er hetta
kanska eyka stuttligt í so
máta. Ikki minst, tí fim
leikafagnaðurin sum tiltak
er við til at styrkja saman
haldið og felagsandan í
felagnum.
Øll í felagnum hjálpa til
Bodil Tausen
Joan Simonsen
Dagbjørt Sólheim
Rannvá Troest
Drita Knudsen
Anita Knudsen
Jenny Troest Davidsen
Jóhanna Petersen
Jóhanna Troest
Rósa Heinesen
Henny Joensen
Elna Johannesen
Marjun Thomassen
Hansa Hansen
Kirstin Hansen
Katrin Fredriksberg
Ann Mari R. Johannesen
Jónvá Joensen
Støkk-
venjararnir