mánadagur 6. november 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 214 - 6. november 2006 ]
VB fylgdi við eina
løtu, men tá Neistin
fekk skil á sítt spæl,
fekk mótstøðan ikki
gjørt tað heilt stóra
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var lítil ivi um, at
vinnarin var tann rætti,
tá Neistin og VB tóktust
sunnudagin.
Tí hóast Neistin í hálvan
tíma als ikki fann tað spælið
fram, sum roknast kann av
liðnum, so megnaði VB
sjáldan at hótta heimaliðið.
Serstakliga vóru mangalrnir
í verjupartinum stórir hjá
gestunum, og hóast trilv
andi Neista-spæl, so var tað
bert ein blanding av vána
ligum skotum og góðum
málmansspæli frá Astu (m.a.
bjarjaði hon fýra brotskøst
um), sum gjørdi, at munurin
í steðginum ikki var størri.
Hinvegin kann VB
kanska eisini iðra seg um,
at tær ikki vóru kaldari
enn tað sama. Tí tá Neistin
misbrúkti somikið nógvar
møguleikar, so gav tað VB
ein fríbillett til veruliga at
koma í dystin, men hesari
tók Erla Eliasen sær tó av,
soleiðis at VB ikki fekk
fleiri mál, enn gott var.
Eftir steðgin fekk Neistin
tó eitt sindur betri skil á
spælið, og so var mest sum
liðugt. VB hevur í Daivu
Toumaite kanska besta
spælaran í landinum, men
hon vaðr hildin í sera stuttum
tjóðuri av teimum bláu, og
hóast níggju mál frá henni,
so var hetta ikki nóg mikið
at køva mótstøðuna.
Og spurningurin er, hvørt
VB í ár megnar at halda seg
at heiðursmerkjunum, ella
um liðið noyðist at spæla
seinnu helvt av kappingini
millum tey veikaru liðini.
Higar til hava tær ikki
sannført um, at teir eiga
sjálvskrivað pláss millum
tey fýra fremstu, og tað
eigur at vera fremsta málið
hjá liðnum.
Tveir triðingar av
dystinum vóru tað
hoyvíkingar, sum
høvdu betri og
greiðari spæl. Men tá
Neistin fekk spælið
at koyra seinastu
20 minuttirnar,
skrædnaði av álvara
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Longu undan kappingarbyrj
an vóru útmeldingarnar frá
Neistanum greiðar. Mans
liðið hjá felagnum, sum
í fjør bara vann ein dyst,
skuldi eftir FM-heitinum.
Og í so máta var eingin
ivi um favoritt-leiklutin, tá
Neistin tók móti H71 sunnu
dagin. Hoyvíkingar hava
greitt staðfest, at teir nú skulu
byggja upp av nýggjum, og
tí var hetta ein dystur, sum
Neistin skuldi vinna.
Skilagóðir
hoyvíkingar
Fyrstu longu løtuna tóktist
sannleiksvirðið í Neista-
útsagnunum tó ikki at vera
tað heilt stóra. H71 hevði
nevnliga takið á dystinum í
longum løtum, og orsøkin var
sum so rættiliga eyðsæð.
Í fyrsta lagi tóktust teir bláu
at hava kannað sær bitan,
áðrenn hann var svølgdur, og
tað plagar at vera vandamikil
kostur. Snøgt sagt, so vildu
Neistamenninir ikki ofra
nóg nógv fyri sigurin, og
serliga í verjupartinum gav
hetta at bíta. Somikið nógv,
at var tað ikki fyri stórspæl
frá Jacob Larsen í málinum,
kundi leiðslan hjá H71 verið
so nógv størri, enn hon var.
Og í øðrum lagi, so
brúktu hoyvíkingarnir eisini
innaru síðuna av høvdinum.
Neistin hevur kanska betri
einstaklingar í sínum hópi,
men kollektivið hjá H71
sveiggjaði í takt. Og teir løgdu
heldur ikki upp til meira, enn
teir vistu seg megna. Kryddað
við góðum detaljum frá
serstakliga Tróndi Vatnhamar,
tóktist H71 spakuliga draga
frá, men teir megnaðu tó ikki
at binda fyri, áðrenn bláa liðið
vaknaði.
Vaknaðu í tøkum tíma
Og tá Neistin so vaknaði, var
tað við manér. Støðan hevði
annars verið 16-20 eitt skifti,
men tá H71 tók time-out,
fekk Claus Rasmussen sett
skil á sínar menn.
Fyrst og fremst, so kom
verjan nú upp at koyra, og
tað, sum hon ikki tók, tók
ein sera væl upplagdur Ári
Dam sær nú av.
Og so gekk tað annars
skjótt fyri seg. Neistin tók
seg við fullari ferð fram, og
tá møðin samstundis tóktist
gera um seg hjá gestunum,
skrædnaði av álvara. Fleiri
ferðir vórðu sjuskut mistøk
revsað við bláum kontra-
málum, og sum minuttirnir
gingu, bendi alt meira og
meira á stórsigur.
Rós til venjaran
Tryggur gjørdist sigurin und
ir øllum umstøðum í seinasta
enda, og soleiðis staðfesti
Neistin, at tað kann roknast
við teimum í ár.
Men tað setir so sanniliga
eisini krøv til spælarar. Ikki
minst um, at teir hvønn tann
einasta dyst skulu vera klárir
at fara upp á maskimalar
snúningar.
Hoyvíkingarnir fingu ikki
nakað í sín lut hesaferð, tá
talan er um stigaposan. Men
unga liðið fekk enn ein posa av
royndum við sær, og bara tær í
sjálvum sær kunnu verða nógv
verdar. Í so máta nýtist teimum
bara at hyggja at Neistanum,
har Claus Rasmussen eigur
stórt rós uppiborið fyri tað
uppbyggjandi arbeiðið, sum
hann framdi í fjør. Hóast
stórur partur av liðnum enn
er tann sami, so eru einstaki
spælararnir mentir nógv. Og
við kryddinum, sum nýggju
spælararnir hava givið, tykist
liðið nú veruliga vera ført
fyri at taka dystin upp við tey
stóru.
Neistin-H71 33-28 (14-16):
Vaknaðu í tøkum tíma
Stíla eftir
toppinum
Tróndur Kragesteen var
skjótur at ásanna, at spælið
hjá Neistanum hevði verið
lítið sannførandi stóran
part av dystinum móti
H71. Men hann helt ikki,
at teir høvdu undirmett
hoyvíkingar.
– Summar dystir er tað
bara so, at tú ikki ert í
snúningum. Og tað haldi
eg var galdandi fyri okkum
stóran part av dystinum.
Men hvat er tað so, sum
ger, at tit brádliga koma
ígognd?
– Vit fáa verjuna at
koyra. Hon er altíð grund
arlagið í hondbólti. Tað
steðgar teimum í at skora,
og tá vit so samstundis
fáa nøkur løtt kontra-mál,
gevur tað okkum luft. Og
eftir tað var eingin ivi um
úrslitið.
Tit hava undan árinum í
ár sagt, at gullið er málið.
Er tann setningurin eins
greiður framvegis?
– Har er eingin broyt
ing. Vit ætla okkum allan
vegin, og tað er tað, sum
vit allir sum ein arbeiða
knallhart fyri, sigur
Tróndur.
Neistin-H71 33-28 (14-16)
Málskjúttar:
Neistin: Blagoje Buga 9(4), Áki Mørk 6, Tróndur
Kragesteen 6, Dann Thorleifsson 5, Birgir Poulsen 3,
Helgi Michelsen 2, Jugoslav Djumic 2
H71: Esbern Patursson 7(4), Niels Viggo Niclassen 6,
Tróndur Vatnhamar 4, Dánjal Tórgarð 4, Poul Kjartan
Dam 3, Gunnar Bláberg 2, Olaf Vesturgarð 2
Brotskøst: Neistin 6, H71 4
Útvísingar: Neistin 7, H71 2
Diskvalifikatión: H71 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
FAKTA UM DYSTIN
Neistin-VB (28-19 (10-9):
Neistin hevði
fleiri gear
Tá Neistin brádliga vaknaði, megnaðu hoyvíkingarnir ikki at gera tað heilt stóra
Mynd: Álvur Haraldsen
Hóast VB í
Daivu hevur
ein tann besta
spælaran í
landinum, so
er hetta ikki
nóg mikið til
at halda fast í
oddaliðunum
Mynd: Álvur
Haraldsen
Neistin-VB 28-19( (10-9)
Málskjúttar:
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 9, Ása á Neystabø 6,
Heidi Maria Akselsen 4(2), Annika Thomsen 3, Katja
Eigemann 3, Elin Staksund 2, Gannvá Brockie 1
VB: Daiva Toumaite 9, Jóna Thorsteinsson 4(1),
Ivana Ljubicic 2, Miriam Michelsen 1, Gunnvá Olsen
1, Theresa Joensen 1, Ruth Lisberg 1
Brotskøst: Neistin 6, VB 3
Útvísingar: Neistin 1, VB 6
Diskvalifikatión: VB 1 (beinleiðis reytt)
FAKTA UM DYSTIN
Todi segði farvæl við sigri
Todi Jónsson segði sunnudagin farvæl við norskan fótbólt. Tað gjørdi
hann á heimavøllinum í Kristiansand, har Start vann 2-1 á Odd Grenland.
Gestirnir vóru á odda eftir 1. hálvleik. Todi Jónsson varð skiftur inn, tá ið
tað restaðu tjúgu minuttir. Í yvirtíðini var um reppið, at Todi skoraði fyrsta
málið í hesum kappingarárinum, men bólturin fór ov langt frá honum.
Sigurin ber við sær, at Start endaði á sætta plássi. Tað er væl lakari enn
silvurplássið í fjør, men tað er betri, enn soltnu úrslitini nógvu tey fyrstu
umførini bóru boð um. Vánaligu úrslitini bóru við sær, at venjarin varð
sagdur úr starvinum, tá ið Start hevði verið á Svangaskarði og spælt ímóti
Skála í UEFA Cup.
Stóra søgan sunnudagin var, at Viking Stavanger við 5-0 heimasigri á
Brann úr Bergen slapp bæði undan beinleiðis niðurflyting og endaspæli um
at halda fram í bestu deildini.
Tá ið Tom Nordlie – sekkjaði Start venjarin – tíðliga í heyst tók við
venjarastarvinum í Stavanger, var tað mest sum óhugsandi, at tað skuldi
eydnast at halda Viking í bestu deildini. Tí var einki at siga til, at Tom
Nordlie skein sum sólin í kvøld.
Rosenborg er meistari. Niður úr bestu deildini flyta Ham-Kam og gamla
felagið hjá Jákupi Mikkelsen, Molde, sum endaði á aftasta plássi. Odd
Grenland skal spæla um rættin at halda fram í bestu deildini.