mánadagur 6. november 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 214 - 6. november 2006 ]
Dýr
fartelefon
Eitt móttikið SMS
beindi alla vón
um neyðugu IM-
stigini, tá Helgi
Dam Ziska varð
diskaður í talv
inum móti Hans
Kristian Simonsen
Talv
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir at hann leygardagin
byrjaði væl við sigri á
IM Jens Ove Fries-Niel
sen, gekst minni væl,
hjá Helgi Dam Ziska í
næsta degnum av Klaks
vík International.
Tvey talv vóru á
skránni sunnudagin,
og báðu ferðirnar tapti
Helgi. .í 2. umfari tapti
hann við svarta fólkinum
ímóti svenska IMaranum
Emil Hermansson, og í
3. umfarinum kiksaði av
álvara .Helgi hevði nevn
liga gloymt at sløkt fyri
fartelefonini, og tá hann
undir talvinum fekk eitt
SMS sendandi, var hetta
nóg stór orsøk at verða
diskvalifiseraður.
Fremsti føroyingurin
eftir trý umfør er Martin
Poulsen. Eftir sigurin á
Hans Kristiani Simon
sen í fyrsta umfari vann
Martin í 2. umfari við
hvítum á IM Jens Ove
Fries-Nielsen. Í triðja
umfari noyddist Martin
við svarta fólkinum
at lúta fyri stórmeist
aranum Henrik Daniel
sen.
Støðan eftir 3. umfar
1 IM Emil Hermansson,
SWE
2,5
2 GM Henrik Danielsen,
ISL
2,0
2 Martin Poulsen,
FAI
2,0
4 Hans Kr. Simonsen,
FAI
1,0
5 Helgi Dam Ziska,
FAI
1,0
6 IM Jens Ove Fries-
Nielsen,
DEN
0,5
ÍF Føroyar endaði á fjórða plássi
Nú kappingin er at enda komin gjørdist greitt, at ÍF Føroyar endaði
á einum fjórða plássi í Københavnsserien, sum telur fjúrtan liðum.
ÍF Føroyar var seks stig aftanfyri liðini á øðrum plássi, sum hevði
givið møguleika fyri uppflyting. ÍF Føroyar tapti tríggjar teir fyrstu
dystirnar eftir summarsteðgin, tá liðið var illa mannað, og tað var ein
dyggur smeitur.
Julian Hansen hevur saman við Frankie Jensen verið venjarar hjá
liðnum í hesum kappingarárinum. Frankie og Julian høvdu felags
ábyrgd av liðnum fyri summarsteðgin, men eftir at Frankie gjørdist
venjari hjá Skjold, hevur Julian havt evstu ábyrgd av liðnum.
FCK vann nýklassikaran
Brøndby skuldi gera eina seinastu roynd at bjarga árinum,
sum longu mest sum er farið, tá teir vitjaðu í Parkini hjá
FCK. FCK hevur í ár verið mest sum einaráðandi í donsku
SAS-liguni, og sunnudagurin varð einki undantak í so
máta. Við tveimum málum frá Marcus Allbäck og einum
frá Martin Bergvold beindu vertirnir allan iva av vegnum,
og so hjálpti tað lítið, at Henrik Kildentoft fekk minkað um
munin móti dystarenda.
Í fyrru undankapp
ingini til FM í talvi,
sum var í Vestmanna
leygardagin, vann
Herborg Hansen øll
talvini og endaði
harvið frammanfyri
allar dreingirnar
talv
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
44 børn og ung luttóku leyg
ardagin í fyrra innleiðandi
umfarinum í FM kapping
ini í talvi, sum var í Vest
manna. Telvað var í fýra
aldursbólkum. Í bólkinum
fyri 15-16 ára gomul telvaði
Herborg Hansen ímóti sjey
dreingjum, og hon vann øll
talvini.
Seinna innleiðandi umfarið
verður í Klaksvík leygar
dagin, tá ið endabresturin
eisini verður í Klaksvík Int
ernational. Átta tey samantalt
bestu í hvørjum aldursbólk
inum kvalifisera seg til sjálva
FM kappingina, sum verður
í Argja skúla leygardagin 2.
desember. Á heimasíðuni hjá
Talvsambandi Føroya verður
sagt, at tað ber eisini teimum
til at luttaka í kappingini í
Klaksvík, sum ikki vóru í
Vestmanna leygardagin.
Umframt at tað verður
telvað um at sleppa til enda
umfarið í FM, er kappingin
eisini kvalifikatiónskapping
til NM í talvi, sum verður
í Íslandi í februar 2007.
Føroyameistararnir
og
nummar tvey í hvørjum bólki
sleppa við til ta kappingina.
Úrslit:
1996: Heðin Gregersen og
Høgni E. Nielsen 7 stig.
1994-1995: Jóhann Vørma
dal 6,5 stig og Einar Greger
sen 5,5 stig.
1992-1993: Rógvi E. Nielsen
5,5 stig og Heiðrikkur T.
Jacobsen 4 stig.
1990-1991: Herborg Hansen
7 stig og Rógvi Dragaberg 5
stig (eftir umdyst við Boga
H. Eliasen).
Bólkurin 1987-1989 fer ikki
at kappast fyrrenn í finalu
umfarinum á Argjum.
Herborg
setti
dreingirnar
upp á pláss
Kvinnurnar hjá
Mjølni fingu sín
fyrsta sigur í ár, tá
tær heldur óvæntað
vunnu á KÍF í Kolla
firði. Sigurin var tó
fult uppiborin
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
KÍF og Mjølnir hava havt eitt
heldur misjavnt kappingarár
í ár. KÍF fekk góða byrjan,
men nú hava tær tapt fýra
dystir á rað, og nú sær ikki
gott út hjá KÍF.
Um tað hevur gingið illa
hjá KÍF, so hevur gingist
uppaftur verri hjá Mjølni.
Tær høvdu einki stig fingið
undan dystinum ímóti KÍF,
men leygardagin bragdaði
endiliga hjá kvinnunum úr
Klaksvík.
Í fyrsta setti var annars
einki sum bendi á, at
Mjølnir skuldi fara at fáa
stig í Kollafirði. KÍF vann
nevniliga hetta settið 25-22.
Mjølnir hevði stórar trupul
leikar í álopsspælinum, og
hetta kom til sjóndar í øllum
dystinum. Hóast álopsspælið
ikki altíð riggaði so væl, so
duga kvinnurnar úr Klaks
vík at kempa, og júst hetta
eyðkendi tær í restini av
dystinum.Tær vunnu nevni
liga tvey tey næstu settini
18-25 og 24-26.
Nú var týðiligt, at Mjølnir
vildi vinna dystin, og tær
gjørdu eisini arbeiði liðugt
í fjórða setti, sum tær vunnu
22-25. Sostatt hevur Mjølnir
fingið sín fyrsta sigur í ár, og
spennandi verður at síggja,
um tær nú megna at vinna
næstu ferð eisini.
KÍF-Mjølnir 1-3 (25-22, 18-25, 24-26, 22-25):
Mjølnir fekk fyrsta sigurin
Mjølnir hevur ikki longur
sama status, sum tær høvdu
fyri fáum árum síðani. Men
at tær enn kunnu bíta frá sær,
var dysturin í Kollafirði eitt
gott dømi um
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað var eingin ivi um, hvør stinnasti telvarin var í aldursbólkinum, 15-16 ára gomul
Mynd: www.faroechess.com