Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. november 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 214 - 6. november 2006 21 tíðindi Nøvan-Fleyr 0-3 (14-25, 11-25, 1-25): Fleyr bukaði Nøvuna Fleyr er nú betri við í meist­ara­ deildini hjá monnum, eftir at teir bankaði Nøvuna av leygar­ dagin FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Í vikuskiftinum var túr­ urin komin til Fleyr at møta Nøvuni, og søg­an endurtók seg enn eina­ ferð. Fleyr sutt sagt hølvaði Nøvua av, og Nøvan hevði ongantíð ein møgu­leika at vinna dyst­in. Teir fingu tó eitt hampi­ligt úrslit í fyrsta setti, sum Fleyr vann 14-25. Í øðrum setti vaks munurin. Fleyr spældi væl, og Nøvan hevði sum so ongan møguleika ímóti vælspælandi havnarliðnum. Hetta settið endaði við 11-25 sigri til Fleyr. Høvdu tvey tey fyrstu settini ginið illa hjá Nøvuni, so gekst av skriðuni í triðja setti. Her fingu teir snøgt sagt ikki eitt bein til jørðina, og Fleyr vann heili 1-25. Hetta er næstan óhoyrt í føroyskum flogbólti. Við stórsigrinum á Eiði leygardagin kann Fleyr spakuliga byrja at hyggja uppeftir á stigatalvuni. Teir hava nú vunnið seg uppá fýra stig og liggja á einum fjóðra plássi javnir í stigum við SÍ. ÍF eru enn ósigraðir í meistaradeildini hjá monnum. Hesaferð vunnu teir á SÍ á Sørvági, og nú eru heili fýra stig niður til næsta liðið. FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo ÍF hevur havt eitt sera gott kapp­ingarár í meistara­deild­ ini hjá monnum. Teir hava vunnið allar sínar dystir, og SÍ var einasta liðið, sum ÍF ikki hevði møtt í lands­kappingini undan vikuskift­inum. Hjá SÍ hevur ikki gingist so væl. Teir hava vunnið sær fýra stig av átta møguligum, og teir liggja mitt í deildini. Gongdin hevði tó verið góð síðstu dystirnar, og tí var ikki óhugsandi, at sørvingarnir kundu leypa hvøkk á ÍF, sum mátti vera ein av sínum royndastu leikarum, Bartal Eliasen, fyriuttan. SÍ fekk góða byrjan SÍ byrjaði eisini dystin betur. Liðini fylgdust allan vegin í fyrsta settinum, og heili 27 stig máttu til, áðrenn ein vinnari var funnin. Heima­lið­ ið dróg longra stráðið, og nú hevði SÍ júst fingið ta byrj­ anina, sum teir ynsktu sær. ÍF dróg frá Men hetta vísti seg ikki at steðga fuglfirðingunum. Í øðrum setti løgdu teir bragd­liga fyri, og mest sum alt settið lógu teir á odda. Sørvingarnir royndu at stríðast, men her var ÍF betra liðið. Teir vunnu eisini annað sett trygt, 19-25. Gongdin var júst tann sama í triðja setti. ÍF var enn einaferð betra liðið, og okk­urt bendir á, at hetta liðið kann røkka heilt langt í ár. Teir spældu trygt ímóti SÍ, og at enda megnaðu teir eisini at vinna triðja sett. Enn einaferð gjørdist støðan 19-25, og nú stóð illa til hjá sørvingunum. Hóast sørvingar royndu at stríðast í fjórða setti, so var ikki so nógv at gera. ÍF vann aftur hetta settið. Hesa ferð gjørdist støðan 22-25, og sostatt er ÍF enn ósigrað í meistaradeildini hjá monnum. SÍ liggur á fjórða plássi við 4 stigum. SÍ-ÍF 1-3 (27-25, 19-25, 19-25, 22-25): ÍF heldur kósini Stjørnan heldur á fram, har tær sleptu í fjør. Hesaferð stóð Kyndil fyri skotum, og Stjørnan vann stórsigur í KÍ-høllini sunnudagin. HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Í fyrsta umfari hevði Stjørn­ an stórar trupulleikar við at basa StÍF á Skála, men síðani hevur gingið strúkandi hjá kvinnunum úr Klaksvík. Sunnu­dagin fingu tær aftur fult. Hesaferð ímóti Kyndli, og tær liggja nú einsamallar á odda við fullum stigatali. Javnur fyrri hálvleikur Í fyrra hálvleiki var tó einki sum bendi á, at Stjørnan fór at vinna stórt á Kyndli. Stjørnan var oman á stóran partin av hálvleikinum, men munurin var ongantíð meir enn tvey mál. Ímóti endanum gekst tó eitt sindur gali hjá Kyndli, og hetta gjørdi, at Stjørnan slapp til hálvleiki við eini trý mála leiðslu. Støðan í hálvleikinum var 12-9 til Stjørnuna, og leiðslan var sum heild uppiborin. Góður endaspurtur Tá liðini komu út aftur til seinna hálvleik var gongdin aftur sera jøvn. Liðini fylgdø­ ust væl at, og tá seinni hálv­ leikur var hálvrunnin vóru enn bert trý mál á muni. Men tað lá líkasum í luftini, at Stjørnan hevði fleiri streingir at spæla á enn Kyndil. Tær hava ein størri hóp, og hetta kom til sjóndar í endanum á dystinum. Tá 10 minuttir vóru eftir at leika var støðan 19-15 til Stjørnuna, og so valdi verj­ an bara at steingja málið. Kyndil fekk nevniliga ikki fleiri mál, og líkt var til, at orkan hjá kyndilkvinnunum var uppi. Síðstu 10 minuttirnar fekk Stjørnan fimm mál, meðan Kyndil einki fekk, og sostatt gjørdist endaliga úrslitið 24- 15 til Stjørnuna. Samanumtikið var sigurin fult uppiborin, og hann var ongantíð í vanda, tí Stjørnan var væl betri enn Kyndil henda dagin. Nú er Stjørnan einsamøll á odda, og so er spurningurin, hvat av hinum liðunum í deildini megna at steðga Stjørnuni. Stjørnan-Kyndil 24-15 (12-9): Enn ein sigur til Stjørnuna Stjørnan-Kyndil 24-15 (12-9) Málskjúttar Stjørnan: Durita Christophersen 6, Simona Petersen 5, Alina Olaru 4, Joan M. Djordjevic 4, Una Olsen 2, Annika Biskupstø 2, Edith Hansen 1 Kyndil: Lina Andriulyte 6, Brynhild Klein 4, Jacklin Durhuus 4, Barbara Egilstrøð 1 Brotskøst: Stjørnan 5, Kyndil 3 Útvísingar: Stjørnan: 2, Kyndil 3 Dómarar: Helgi Petersen & Ragnar Simonsen FAKTA UM DYSTIN Tað gekk heldur tungt hjá Stjørnuni at koma ígongd, men samanlagt var eingin ivi um, hvør vinnarin skuldi verða í Klaksvík sunnudagin Mynd: Bárður Lydersen Christian málskjútti í toppdysti Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin átti avgerandi leiklut, tá ið Lyngby á heimavølli vann 3-1 í toppuppgerðini ímóti SønderjyskE í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Sigurin ber við sær, at Lyngby er oddalið í næstbestu deildini. Lyngby hevur 30 stig, og SønderjyskE er á triðja plássi við 28 stigum. Næstfremst er Køge, sum fyrrverandi landsliðsvenjarin í Føroyum, Henrik Larsen, hevur ábyrgdina av. Í Lyngby stóð á jøvnum 1-1 í steðginum. Sjey minuttir eftir steðgin legði Lyngby seg framum aftur. So vóru møguleikar í báðum endum. Tveir minuttir undan leikloki økti Christian Lamhauge Holst til 3-1, og tá mundi fagnaðurin millum væl uppløgdu áskoðararnar ongan enda taka. Andrew aftur við í sigri Andrew av Fløtum er komin fyri seg aftur eftir drúgvan skaðasteðg, og so gongur betri hjá Fremad Amager.. Sunnudagin spældi Fremad Amager á heimavølli ímóti Fredericia. Fremad Amager vann 3-1. Hetta er fyrsta ferðin síðani í august, at Fremad Amager hevur vunnið tvey umfør á rað. Andrew av Fløtum var við í allar 90 minuttirnar, og tó at hann ikki skoraði, so skerst ikki burtur, at hetta er stórt stig at taka, nú hann hevur verið skaddur somikið leingi. Og verri bleiv úrslitið ikki av, at Fremad í fjør tapti saman lagt 12-1 fyri just Fredericia.