mánadagur 6. november 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 214 - 6. november 2006 ]
Støkk vann Fim
leikafagnaðin 2006.
Men stóri vinnarin
varð enn einaferð
fimleikurin, har
breiddin nú tykist
størri, enn hon
nakran tíð áður hevur
verið
Fimleikur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
11.
Fimleikafagnaðurin
varð hildin í Norðurlanda
húsinum um vikuskiftið,
har fýra feløg kappaðust
um at geva bestu myndina
av evninum, sum hesa ferð
stóð á uppgávulepanum.
Tað evnið var »Ein ferð
kring jørðina«, og í eitt
korter skuldu feløgini so við
rørslum, ljósi og tónleiki
skapa eina mynd av sínari
ferð gjøgnum heimin.
Bundið evnið
Júst valið av evninum tókt
ist onkursvegna at gera, at
framførslurnar hesa ferð
vóru nógv líkari, enn tær
áður hava verið. Tí við
einum korteri at lýsa evnið,
var sum so avmarkað, hvat
kundi leggjast afturat, tá
obligatoriska vitjanin til
teir sjey heimspartarnar
var av. Uttan at hetta skal
misskiljast
sum
nakað
negativt, so gjørdist talan tí
í nógvar mátar um, hvat lið
hevði vakrasta Eiffel-tornið
ella frítheitsgudindu.
Í so máta vórðu kreativu
evnini latin í ein hampuliga
stramman ham – ikki minst,
sum sammett verður við
bíliusøgu, sum var evnið
fyri tveimum árum síðani.
Og hóast tað eisini varð
algt upp til, at siðir og
mentan skuldi lýsast, so var
tað sjáldan, at hetta veru
liga kom til sín rætt. Vit sóu
Samba á Copacabana, eins og
brasilskur fótbóltur eisini var
á skránni. Og vit fingu eisini
cowboyu’arar og indianarar úr
USA. Grindaboð, kung-fu og
suðureuropisk havnamentan
vóru eisini at síggja, men stórt
sæð varð landafrøðin tann
dominerandi kraftin, og tað
var kanska eitt sindur spell. Í
øllum førum forðaði hetta eitt
sindur fyri abstrakta partinum
av framsýningunum, sum
til tíðir kanska hevur verið
mest hugtakandi parturin av
øllum.
Høgt støði
Tá hetta er sagt, so skal
tó leggjast afturat, at
talan kortini var um eina
hugtakandi framsýsning í
Norðurlandahúsinum.
Ikki minst tóktist tað vera
ein breið fatan, at støðið hjá
liðunum sum heild var væl
hægri, enn tað áður hevur
verið. Fleiri ferðir hevur
spurningurin um vinnaran
bara snúð seg um Støkk
ella Havnar Fimleikafelag,
og hóast heiðurin í ár fór
til Støkk, so var talan á
ongan hátt um somikið
stóran mun, sum tað onkra
tíð hevur verið.
At tað so kortini gjørdist
Støkk, sum stóð sum
vinnari, hevði tó sínar
greiðu orsøkir. Fyrst og
fremst, so var teirra fram
førsla onkursvegna tann
ruddiligasta. Ivi var ongan
tíð um, hvar í heiminum tú
ferðaðist, tá fimleikararnir
sera ítøkiliga bóru áskoð
aran á ferð sína.
Og so skaraði liðið hjá
Støkk eisini framúr hvat
búnum víðvíkur. Hvussu
nógvar konur kring Skála
fjørðin hava sitið við seymi
maskinurnar seinasta hálva
árið, er ikki gott at vita,
men tær hava heilt víst
verið sera nógvar í tali.
Fimleikurin vann
Hetta var helst við til at
vissa Støkk ferðasteypið,
sum felagið nú eigur eftir
fimm sigrar, og í so máta
kundu tey fara errin aftur til
Runavíkar.
Men einki av hinum feløg
unum hevði nakra orsøk at
lúta. Fimleikafagnaðurin
2006 var livdi fyrst og
fremst upp til navnið. Fim
leikurin varð her fagnaður,
og í so máta var tað fim
leikurin, sum stóð eftir sum
vinnarin.
Kring jørðina
Soleiðis sá frælsisgudinnan
hjá Støkk út, tá fuglurin
Føniks ferðaðist kring
knøttin
Havnar
Fimleikafelag tóktist
leggja sear stóran
dent á breiddina í
felagnum, har nógv
av teimum yngru í
felagnum stóðu sterk