hósdagur 10. februar 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 28 - 10. februar 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 28 - 10. februar 2000
JAN MÜLLER
Ein menningarætlan er
gjørd fyri Náttúruvísinda-
deildina á Fróðskaparsetri-
num, sum sigur, hvørji fólk
tørvur er á til at menna
virksemi á stovninum í
framtíðini. Men sum altíð
er hetta ein spurningur um
játtanir. Í Sosialinum í gjár
hoyrdu vit, hvussu Náttúru-
vísindadeildin roynir at
fylgja við á kolvetnisøkin-
um við stuðuli frá útlendsk-
um oljufeløgum. Nú skjøtil
verður sett á eina komandi
oljuleiting tosa politikarar-
nir nógv um negativu av-
leiðingar á ein slík nýggj
vinna kann hava á føroyska
samfelagið, og í hesum
sambandi verður eisini
nevnt, at vit eiga at brúka
ressursir til at menn okkum
sjálvi eitt nú at útbúgva
okkara egnu fólk fyri harvið
at fyribyrgja, at tað í fram-
tíðini bara verða útlend-
ingar, sum manna størvini í
oljuvinnuni, her serstakliga
á brúnni. Men oftani er
langt millum orð og gerð.
Og hetta kunnu tey m.a.
sanna á Náttúruvísinda-
deildini á Fróðskaparsetri-
num.
Enn eru t.d. ikki pengar
avsettir á fíggjarlógini til
vísindafólk við atliti til
kolvetni. Tað má tó koma
rættiliga skjótt heldur leið-
arin á deildini, Hans Pauli
Jeonsen.
KT náttúrligur partur
av arbeiði Setursins
Eitt annað, sum leikar nógv
á, er spurningurin, sum so
nógv verður tosað um í hes-
um døgum, nevniliga kunn-
ingartøkni. Eisini her er
tørvur á pengum, skal hesin
parturin mennast innan
karmar setursins.
Sjálvur heldur Hans Pauli
Joensen , at kunningartøkni
átti at verið ein náttúrligur
partur av økinum hjá Nátt-
úruvísindadeildini. Og tá
tað kemur til játtanir, so
røkktar verandi játtin ikki
til.
-Tað má vera so, at ein
ikki altíð er uppá pump-
urnar. Heldur má tað vera
so, at tað ber til at arbeiða
leggur Hans Pauli aftrat.
Játtanin til Fróðskapar-
setrið er minkað nógv. Frá
16 mill. kr. fyri 1990 til
eftir tað at rapa niður á 9. Í
dag er játtanin umleið 12
mill. kr. so tað gongur tann
rætta vegin aftur. Mynd-
ugleikarnir síggja týdningin
í, at vit hava ein slíkan stovn
sum Fróðskaparsetrið. Men
enn er langt á mál.
Vinnan og gransking
Í øðrum londum verður
nógv gjørt burtur úr at knýta
vinnuna og granskingar-
stovnar saman, og hetta er
eisini nakað vit í Føroyum
eru farin at vísa áhuga. Hans
Pauli Joensen heldur, tá tosa
verður um vinnurelateraða
gransking so er tað eisini
náttúrligt hjá Náttúruvís-
indadeildini at vera við. Út-
lit er fyri, at Fróðskapar-
setrið og her serliga Nátt-
úruvísindadeildin kann fáa
ein størri leiklut á hesum
øki frameftir.
Tað vísir seg tó, at høgra
hond veit ikki, hvat vinstra
ger. Við hesum sipar Hans
Pauli Joensen m.a. til eina
kanningarferð, har fólk frá
Vinnumálastýrinum kann-
aðu KT-tøkni í svenska
býnum Karlskrona. Heim-
afturkomin varð ferðin um-
rødd í útvarpinum og fleiri
ferðir varð Fróðskapar-
setrið nevnt í hesum við-
fangi - sum ein stovnur, ið
náttúrliga eigur at vera við
í einum KT-útviklingi.
Hetta undrar leiðaran á
Náttúruvísindadeildini ikki
sørt, tí hvørki fólk frá
Vinnumálastýri ella onnur
hava undan ella eftir hesa
kanningar ferðina sett seg í
samband við Fróðskapar-
setrið.
Tørvur á dialogi millum
aðalstýri um kunningartøkni
Ov vánaligt samskifti
-Vit føla, at vit áttu at verið
meira við sum beinleiðis
partnari í slíkum sum KT
og ikki minst tá fólk fara til
útlandið at gera kanningar.
Vinnumálastýrið hevur als
ikki sett seg í samband við
Setrið, hvørki, áðrenn farið
varð til Svøríki ella aftaná.
Hetta kann tykjast eitt
sindur løgið, tá tað hevur
verið sagt, at tað hevur
stóran týdning at menna KT
í Føroyum og eisini við atliti
til vinnuna, og at vit skulu
hava
eina
kunningar-
tøknivinnu. KT er jú eisini
eitt sera breitt hugtak. Tí
kundi verið áhugavert at
vita, hvat tey, sum tosa um
KT, meina við.
Hans Pauli Joensen held-
ur, at nettupp Náttúruvís-
indadeildin átti at verið ein
náttúrligur brikkur, tá tosað
verður um at menna KT, og
eisini við atliti til vinnuna.
Hann sóknast tí eftir einum
signali, um myndugleikar-
nir ítøkiliga vilja hava tey
við.
Kanna nýggjar
útbúgvingar
Náttúruvísindadeildin hev-
ur júst sett ein bólk at kanna,
hvussu man kann bjóða eina
kunningartøkniútbúgving
sum eitt Open University-
tilboð (opið setur). Eitt álit
kemur út í februar. Her er
talan um fólk, sum kunnu
lesa um somu tíð sum tey
hava annað arbeiði við síð-
una av. Tað er heldur einki
dulsmál, at neyðugt verður
við nýggjum játtanum, um
slíkt skal kunna byggjast
upp.
-Vinnan skríggjar eftir
KT-fólkum, og hetta ætla vit
at taka til okkum. Tí undrar
tað okkum, at Fróðskapar-
setrið ikki hevur fingið ta
vitan og informatiónir, sum
aðrir almennir stovnar sita
inni við og við hesum sipar
hann m.a. til umrøddu
kanningarferðina hjá Vinnu-
málastýrinum í svenska KT-
høvuðsstaðnum og hann
leggur aftrat:
Vinnan vælkomin
-Vinnan er so sera væl-
komin at hava ein dialog við
okkum, soleiðis at vit í felag
kunnu gera eitt upplegg til
eina útbúgving, sum er opti-
mal
fyri
ta
føroysku
vinnuna.
Náttúruvísinddeildin
ræður í dag á umleið trið-
ingi av játtanini til Fróð-
skaparsetrið. Har arbeiða
millum 8 og 9 vísindafólk.
Hetta er í veruleikanum alt
ov lítið, verður hugsað um
tey øki, ið hesi dekka. Tí
verða nógv fólk tikin frá
øðrum stovnum at undir-
vísa, og tað verður sjálvandi
mett positivt, tó at tað ikki
er nóg mikið.
-Hetta vísir bara, hvussu
týdningarmikið tað er, at tey
ymsu stýrini arbeiða saman
og ikki mótarbeiða ella ikki
vita av hvørjum øðrum. Eg
haldi tað vil vera sunt í
framtíðini, um Vinnumála-
stýrið og Undirvísingar- og
Mentamálastýrið funnu eitt
sindur meira saman. Eg skal
ikki siga, at tey ikki finna
saman sum nú er. Men tað
er umráðandi, at tey tosa
nógv saman, tá tað kemur
til uppbygging av kompe-
tansu í breiðum týdningi
bæði innan KT og olju-
vinnu.
-Vit hoyra undir UMS, so
VMS hevur ikki ábyrgd til
at taka Fróðskaparsetrið
við. Tó er tað so náttúrligt,
at hesi stýrini arbeiða sam-
an, ella í hvussu so er hava
ein skilagóðan dialog sigur
leiðarin á Náttúruvísinda-
deildini í Nóatúni við Sos-
ialin.
- Skulu vit menna okkum sjálvi við atliti til eitt nú kompetansu innan bæði KT og kolvetni, so er neyðugt við hægri
játtanum og størri samstarvi millum eitt nú tey ymsu aðalstýrini sigur Hans Pauli Joensen, leiðari á Náttúruvísinda-
deildini í Nóatúni
Hans Pauli Joensen held-
ur, at kunningartøkni átti
at verið ein náttúrligur
partur av økinum hjá
Náttúruvísindadeildini
Mynd: Jens Kristian Vang
JAN MÜLLER
Eftir drúgva føðing kom
uppskotið til broyting í kol-
vetnisskattalógini um ser-
skatt loksins á tingborð.
Hetta hendi fríggjadagin,
eftir at málið, sum er tað
seinasta í røðini av fleiri
kolvetnislógaruppskotum,
hevur verið til hoyring hjá
flokkunum og í landsstýri-
num.
Serskatturin er triðja og
seinasta liðið í skatting av
oljufeløgum, sum vilja leita
eftir og framleiða kolvetni
á føroyska landgrunninum.
Undan honum hevur løg-
tingið longu samtykt ein
partafelagsskatt uppá 27%
og eitt framleiðslugjald
(royaly) uppá 2%.
Serskatturin er í trimum
ymsum stigum. Hann er av
RRT-slagnum. (Resource
Rent Tax), sum verður rokn-
aður
av
nettopeninga-
streyminum aftaná, at olju-
felagið hevur fingið eitt
ávíst innanavkast av íløgu
síni. Um ein oljuleið ikki
gevur nakað serligt av vinn-
ingi av sær, verður ser-
skattur ikki roknaður. Tó er
serskatturin stigvaksandi,
soleiðis at um felagið fær
eitt enn hægri innanavkast,
so fer stigið fyri serskatt
upp. Soleiðis verður miðað
ímóti bert at skatta tilfeing-
isrentuna. (Tilfeingisrenta
er
vinningur
omanfyri
kostnaðin av framleiðslu-
faktorunum, t.d. lønir, van-
lig renta osfr.
Í viðmerkingunum til
uppskotið stendur, at ser-
skatturin miðar móti at
leggja hægri inntøkuskatt á
inntøku, ið stavar frá kol-
vetnisverkætlanum, ið kasta
serliga nógv av sær, og sum
sostatt kunnu sigast at hava
serliga høga tilfeingisrentu.
Tann serliga inntøkan, sum
kemur undir hægra inntøku-
skattin, skal sostatt gerast
upp fyri hvørja oljuleið sær,
tað, ið ofta verður nevnt
„inngirðing“ (ringfencing).
Marknaðurin kann
bera trý sløg
Í sambandi við 1. útbjóð-
ingarumfar verður mett, at
marknaðurin kann bera eina
skipan við teimum trimum
sløgunum av avgjøldum og
skattum, sum nú eru í gildi
ella skotin upp: Einum lág-
um framleiðslugjaldi upp á
2% av bruttovirðinum, van-
ligum
kolvetnisinntøku-
skatti upp á 27% og einum
ávísum eyka inntøkuskatti
av kolvetnisframleiðslu í
førum, har úrtøkan, máld
eftir innanavkastinum, er
serliga høg. Ein lands-
kassapartur omanvert við
helvtina av vinninginum av
eini rímiliga lønandi olju-
leið verður hildin hóskandi.
Skatturin av seinastu krón-
uni, markskatturin, av hes-
um trimum skattum/av-
gjøldum tilsamans, rokn-
aður netto, t.e. at fram-
leiðslugjald er loyvdur frá-
dráttur í teimum báðum
inntøkuskattunum, og at
annar inntøkuskatturin, van-
ligi kolvetnisinntøkuskatt-
urin, er loyvdur frádráttur í
hinum inntøkuskattinum,
serskattinum,
fer
eftir
hesum uppskoti ikki upp
um 57,1%.
Í viðmerkingunum í upp-
skotinum til Kolvetnis-
skattalógina er nevnt, at
ymisk skattlig viðurskifti í
verandi skattalóggávu eiga
at broytast, eins og sagt
varð, at støða skal takast til,
hvussu spurningurin við-
víkjandi
avtøkukostnaði
skal loysast skattliga.
Viðvíkjandi avtøkukostn-
aði heldur landsstýrið fram-
vegis, at tað ikki er bráð-
neyðugt við slíkum reglum,
hóast hesi viðurskifti kortini
eiga at fáast í rættlag í góð-
ari tíð, áðrenn avtøka kann
gerast veruleiki. Landsstýr-
ið umhugsar henda spurn-
ing og heldur framvegis, at
ein loysn kundi verið, at tað
í slíkum føri verður loyvt at
regulera sjálvuppgávuna í
til dømis 4 ár undan árinum,
tá hildið verður uppat,
soleiðis at møguleiki verður
at afturføra avtøkukostn-
aðin (carry back).
Serskattur í trimum
stigum
Sum nevnt, miðar serskatt-
urin ímóti at skatta inntøk-
una av kolvetnisætlanum
fyri hvørja oljuleið sær, ið
kasta serliga nógv av sær,
og sum sostatt kunnu sigast
at hava eina serliga høga
tilfeingisrentu.
Skotið verður upp, at ser-
skatturin skal vera stig-
vaksandi í trimum stigum
soleiðis, at um ein kolvetn-
isleið hevur eitt innanavkast
hægri enn 20% aftaná út-
rokning av vanligum kol-
vetnisinntøkuskatti, verður
serskatturin ásettur til 10%.
Kastar ein kolvetnisleið av
sær meira enn ávikavíst
25% ella 30% aftaná út-
rokning av vanligum kol-
vetnisinntøkuskatti, verður
serskatturin ásettur til á-
vikavíst 25% ella 40%.
Uppgerðin av skattskyld-
ugu serinntøkuni verður at
kalla gjørd sum ein netto-
peningastreymsuppgerð
fyri hvørja oljuleið sær, sum
merkir, at útreiðslurnar
kunnu dragast frá tað árið,
tær eru hildnar. Vanliga
kostnaðarhugtakið í skatta-
lóggávuni verður varðveitt,
meðan útreiðslur til íløgur
– sum vanliga skulu ak-
tiverast og avskrivast yvir
eitt ávíst áramál – sum
meginregla
kunnu
út-
reiðsluførast, tá tær eru
hildnar.
Tað ástøðiliga uppruna-
støðið fyri serskattin er, at
tann skattskyldugi ikki skal
rinda henda eyka inntøku-
skatt, fyrr enn hann hevur
fingið eitt ávíst innanavkast
av tí einstøku oljuleiðini.
Tað merkir, at tann negativi
gjaldsstreymurin tey fyrstu
árini (leiting og íløgur í
framleiðsluútgerð o.a.) skal
kunna verða afturgoldin við
ávísari minsturentu, áðrenn
skattlagt verður. Ikki fyrr
enn innanrentan av tí ein-
støku oljuleiðini kemur upp
um eina ávísa minsturentu,
eina "gátt" ("threshold"),
verður serskatturin álagdur.
Minstarentan, ella "gátt-
in", verður sett í samsvari
við, hvat serkønir meta, at
oljufeløg undir dagsins við-
urskiftum
krevja
sum
minstamát av avkasti, um
farast skal undir leiting eftir
kolvetnum á einum øki sum
tí føroyska undan 1. út-
bjóðingarumfari. Her verð-
ur umframt marknaðarrent-
una fyri lán (ið eisini
avspeglar tann væntaða
prísvøksturin (inflatiónina))
eisini lagdur dentur á m.a.
leitingarváðan, tað er óviss-
una um, hvørt olja í lønandi
nøgdum finst í økinum, men
eisini á kostnaðin av at
framleiða olju ella gass á
djúpum vatni í einum harð-
balnum veðurlag. Tann nið-
asta "gáttin" verður í ljósi-
num av oman fyri nevndu
umstøðum sett svarandi til
eina innanrentu upp á 20%,
eftir at vanligur kolvetnis-
inntøkuskattur er goldin.
Síðan verður skattastigið
hækkað í tveimum umfør-
um, so hvørt ein oljuleið
roynist
meira
lønandi,
nevniliga tá ið farið verður
um eina "gátt", svarandi til
eitt innanavkast upp á á-
vikavíst 25% og 30%.
Í verki verða útreiðslurnar
drignar frá tað árið, tær
verða hildnar. Loyvt er ikki
at draga frá rentuútreiðslur,
men afturímóti verður gjørt
eitt ískoyti ("compoun-
ding"), svarandi til meira
enn vanliga marknaðar-
rentu, sum tískil vigar upp
ímóti bæði rentuútreiðslum
og einum vanligum
avkasti.
Nevnda ískoyti ("com-
pounding") verður gjørt fyri
eina kolvetnisleið, um so er,
at skattskylduga inntøkan
fyri árið vísir hall, aftaná at
hall og ískoyti ("compoun-
ding") frá árum framman-
undan eru íroknað. Við øðr-
um orðum verður ískoyti
("compounding") gjørt, um
so er, at nettopeninga-
streymurin hjá tí skattskyld-
uga
("compoundings"
íroknað) enn ikki er vorðin
positivur.
Tá tann soleiðis upp-
gjørda skattskylduga ser-
inntøkan er vorðin positiv,
verður hon skattað í trimum
stigum, sum longu víst á.
F r a m l e i ð s l u g j ø l d
(royalty) og skattur av
vanligari kolvetnisinntøku,
sum eru goldin, og sum við-
víkur tí partinum av skatt-
skyldugu inntøkuni, ið
stavar frá ávísu oljuleiðini,
kann dragast frá í upp-
gerðini av tí inntøku, ið
kemur undir serskatt.
Hægsti skattur 57,1%
Tá goldið framleiðslugjald
(2%) og vanligur kolvetnis-
inntøkuskattur (27%) eru
drigin frá í útrokningini av
serskattinum, verður mark-
skatturin 35,6%, um ser-
skattur á 1. stigi skal gjald-
ast. Skal serskattur gjaldast
bæði á 1. og 2. stigi, verður
markskatturin 46,3%, og
skal serskattur gjaldast eftir
3. stigi, verður markskatt-
urin 57,1%.
Av tí at grundarlagið und-
ir útrokningini av serskatt-
inum verður uppgjørt fyri
hvørja oljuleið sær, er neyð-
ugt at gera bæði inntøkur
og útreiðslur upp fyri hvørja
oljuleið. Í hesum sambandi
verður neyðugt at áseta
nærri reglur um, hvussu
(inntøkur og) útreiðslur, ið
ikki beinleiðis stava frá eini
Hægsti oljuskatturin verður 57%
Føroysku skattamyndugleikarnir hava gjørt eina serføroyska serskattaskipan fyri oljufeløg, sum fara at leita eftir og
framleiða kolvetni á føroyska landgrunninum. Serskatturin er í trimum stigu. Finna oljufeløg stórar oljukeldur, sum
geva nógv av sær, er hægsti skatturin, ið tey skulu rinda landskassanum 57,1%
einstakari oljuleið, kunnu
greinast sundur út á tær
serstøku oljuleiðirnar. Hetta
er eisini galdandi fyri
goldnan skatt, um so er, at
skattskylduga
inntøkan
stavar frá framleiðslu á fleiri
oljuleiðum.
Eitt vandamál, tá ið skatt-
ur verður lagdur á inntøku,
er, um skatturin í sjálvum
sær ávirkar metingarnar hjá
feløgunum soleiðis, at tey
einans av skattligum ávum
fremja atgerðir, sum tey ikki
høvdu framt, var skatturin
ikki har. Vandi kann sostatt
vera fyri, at ein høgur mark-
skattur, saman við møgu-
leikunum fyri at draga út-
reiðslur
frá,
tilsamans
kunnu eggja oljufeløgum til
oyðsl. Hetta fyribrigdið
verður ofta umrøtt undir
enska heitinum "gold pla-
ting" ("forgylling"). Hesin
vandi er serliga stórur við tí
slagi av skatti, talan er um
her, av tí at útreiðslurnar
ikki bert kunnu dragast frá
í skattaútrokningini sum tær
eru, men eftir at teimum er
givið eitt ískoyti upp á 20 –
30% árliga, inntil tann skatt-
skyldugi kemur í serskatta-
støðu. Sambært meting
teirra serkønu skal hesin
vandin kortini ikki yvir-
metast.
Tá ið avgerð skal takast
um tær størstu útreiðslurnar,
nevniliga tá ið leiðin verður
útbygd, hava oljufeløgini
ongar møguleikar fyri at
vita við vissu, um tey
nakrantíð fara at fáa so nógv
burturúr, at tey koma undir
serskatt. Hetta talar fyri
stórum varsemi við íløguút-
reiðslunum. At "gáttirnar"
eru settar so høgt, er júst eitt
úrslit av hesi óvissu, sum
bæði oljufeløg og myndug-
leikar hava. Eisini skulu
leiðbyggiætlanirnar hava
góðkenning frá myndug-
leikunum, sum eisini eiga
at hava í huga, hvørjar av-
leiðingar ymsir útbygging-
armøguleikar hava fyri
inntøkurnar hjá tí føroyska
samfelagnum,
harundir
skattainntøkurnar. Seinri, tá
ið úrtøkan av eini oljuleið
er vorðin so stór, at felagið
er farið at gjalda serskatt,
verða útreiðslurnar ikki
longur førdar fram við
ískoyti. Tá kann hinvegin
vera freistandi hjá oljufel-
agnum at fara í holt við
nýggjar íløgur á viðkom-
andi oljuleið, so at nettopen-
ingastreymurin aftur eina
tíð verður negativur, men
eisini hesar íløgur krevja
góðkenning frá myndug-
leikunum, ið sjálvsagt eru
varnir við at góðkenna tær,
um tær ikki síggja út til at
vera búskaparliga forsvar-
ligar.
Uppskotið varð til 1. við-
gerð á tingi í gjár.