Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. februar 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 28 - 10. februar 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 28 - 10. februar 2000 AUTO - Dag sum nátt - - skjótt og gott - Skalt tú bil hýra - so er tað 311234 BENZIN DIESEL KIOSK - ALT DØGNIÐ - AUTO 311234 AUTO NÁTT- BUSSURIN v/ Øssur Christiansen Leygarkvøldið: • Úr Vestmanna kl. 24 • Úr Tórshavn kl. 01 • Úr Vestmanna kl. 04 • Úr Tórshavn kl. 05 (Koyrt verður um Kvívík og Kollafjørð, tá fráboð- an fyriliggur) Onnur kvøld kann koyrast eftir avtalu Tlf. 424254 Bussarnir: Tlf. 287752 • 286254 Streymoy MINI BUSS 3X21 TAXA SKAR‹HAMAR´S BUSSKOYRING v/ He›in Skar›hamar, Sleipnisgøta 13. B, FO–100 Tórshavn TAXA MINI BUSS TIL 10 FER‹ANDI 288888 FR • VISA • EUROCARD • MASTERCARD • JCBCARD Vilja tygum vi› í Í b‡in - hvønn hósdag Ynskja tygum at l‡sa í teiginum í b‡in, so fylli› út henda lepan og sendi› hann til Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax 314720 Tekstur * * * Staðið har vit hittast * * * Opið er: Mán.– Hós. kl. 19. 00 – 23. 30 Fríggjadag kl. 17.00 – 03.30 Leygardag kl. 19.00 – 03.30 Sunnudag kl. 17.00 – 23.30 Long drinks Café Við gongugøtuna Sosialurin - 311820 Piparbúffur við piparsós Franskur búffur við persillusmøri GALLAN Á HOTEL TÓRSHAVN BJÓÐAR: Búffar alt vikuskiftið Frítt val 98,- Allir búffar verða borðreiddir við frískum grønmeti, bakaðum epli og chips. ÓKEYPIS heimkoyring millum kl. 18.00 og 19.00 hvørt kvøld. Bílegging á tel. 350000 HOTEL TÓRSHAVNAR SJÓMANSHEIM Enskur búffur við leyki Hawaii Steak við ananas og piparfrukt Entrecote við kryddsmør T-bone Steak við bernaise Innbakaður búffur við soppasós Kaggin MOON- SHOT MOON- SHOT Kaggin Kaggin Kaggin www.kaggin.fo spælir til dans fríggja- og leygar- kvøldið Sosialurin - 311820 EYDNAN EYDNAN EYDNAN ‡ Oyrarbakka OLLI viÝ FIMMBOÜA LISBERG og JîGVAN OLSEN sp¾la KJELL ELVIS luttekur Dansur verður leygarkvøldið 12/2 OLLI viÝ FIMMBOÜA LISBERG og JîGVAN OLSEN sp¾la KJELL ELVIS luttekur -har tað hendir Eysturoy Mat- seðilin Hósdagin 10. feb.: Gullash Fríggjadagin 11. feb.: Kotelettir Leygardagin 12. feb.: Oksasteik Mánadagin 14. feb.: Milliónbúff Týsdagin 15. feb.: Karrygrýta Mikudagin 16. feb.: Minuttbúff Kostnaður 30,- kr. *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 14,95 Maxiburgari ella Búffsandwich 19,95 Matstovan í Hoyvík Stendur fast sum í klettinum Mánadagin fóru Føroya Lærarafelag og lønardeildin hjá Fíggjarmálastýri- num enn einaferð til samráðingarborðið, men tað stendur fast sum í kletti- num, sigur forkvinnan í Lærarafelagnum, sum nú fyrireikar seg til arbeiðs- steðg DAGFINN OLSEN Tað tykist mongum, sum ganga sáttmálasamráðingar- nar millum Føroya Lærara- felag og lønardeildina undir Fíggjarmálastýrinum sera strilti. Henda hugsan verður staðfest, um ein vitjar tíð- indatænastuna hjá Lærara- felagnum á heimasíðu fel- agsins. Har stendur stutt og greitt, at samráðingar við Fíggjar- málastýrið 7. februar vóru ikki minni trekar, enn und- anfarnu samráðingarumfør- ini. Hetta var fimta samráð- ingarumfar, síðani samráð- ingarnar byrjaðu. Sum í klettinum Forkvinnan í Føroya Lær- ararfelag, Elsa Birgitta Pet- ersen sigur, at tað gongur ikki væl og at torført er at fáa eyga á ein glotta. - Vit eru komin sera stutt. Ein kann siga, at heilt lítið av realitetsamráðingum hava verið, sigur Elsa Bir- gitta Petersen. - Sigast kann, at tað stendur fast sum í klettinum, sigur forkvinnan í Lærara- felagnum. Partarnir skuldu aftur á fund í morgun, hósmorgun, klokkan 10, og tað er einasti glottin, metti Elsa Birgitta Petersen í gjár. Hon vil ikki inn á smálutir í samráðingunum, tí møgu- liga kemur gongd á, tá part- arnir hittast aftur. Verkfall - Um myndugleikin heldur á at hava somu støðu, sum nú, so verður óivað verkfall, sigur Elsa Birgitta Petersen. Sostatt er vandi fyri fyrsta verkfalli í søgu Føroya Lær- arafelags, sum nú hevur limir, ið hava verkfallsrætt og tað hevur felagið ikki havt áður. Eldru lærararnir eru flest allir tænastumenn, men yngru lærararnir eru ikki tænastumenn og hava tískil verkfallsrætt. Teir telja umleið 1/3 av limunum í felagnum Sáttmálin millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmál- astýrið er galdandi til 1. mars. Í heyst, tann 31. oktober, funnu partarnir fram til eina fyribils semju, sum gongur fram til 1. mars, tí verulig semja kom ikki í lag tá. Í semjuni tá stendur, hvat samráðast skal um nú, men semja fæst nú ikki um hetta. Føroya Lærarafelag hev- ur áður sagt, at nú skal ver- uligur sáttmáli fáast í lag. Dyggan stuðul Føroya Lærarafelag hevur fingið dyggan stuðul frá limum sínum, sum heita á felagið, um at halda fast við krøvini. Føroya Lærarafelag hev- ur m.a. víst á, at nýggja fólkaskúlalógin krevur meira og tískil kostar. Felagið hevur m.a. lagt Blað í hvørt hús um møguligt verkfall Føroya Lærarafelag arbeiðir við einum blað, sum skal í hvørt hús, fyri at greiða frá støðuni undan einum møguligum verkfalli DAGFINN OLSEN Føroya Lærarafelag gevur út limablaðið Skúlablaðið, men nú fyririkar felagið eitt eykablað, sum skal í hvørt hús í landinum. - Vit geva út eitt eykablað undan einum møguligum verkfalli. Tað sita vit og stríðast við nú, sigur for- kvinnan í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta Petersen. - Blaðið kemur út seinast í februar. Hetta gera vit fyri at greiða frá okkara støðu, sigur Elsa Birgitta Petersen. Hon leggur afturat, at felagið ikki heilt veit, um fólk eru greið yvir álvaran í málinum og hvat felagið meinar við og tí greiðir felagið frá støðuni í blaðnum Mótvegis Skúlablaðnum, so verður eykablaðið borið út í hvørt hús. Elsa Birgitta Petersen, forkvinna Føroya Lærararfelags, á veg til samráðingar í Fíggjarmálastýrinum. Samráðingar- nar ganga als ikki væl og fyrsta verkfall í søgu felagsins tykist koma alt nærri Mynd Jens Kristian Vang dent á lønarkrøv og arbeiðs- tíð. Felagið ynskir, at skúl- aleiðslurnar fáa tíð til um- siting og at lærarar fáa tíð til ráðlegging. Barnabati skipar fyri ráðstevnu Í døgunum 27. og 28. mars skipar Barnabati fyri ráðstevnu, har evnið er børn, ið hava verið fyri kynsligum ágangi DAGFINN OLSEN Tað liggur í navninum, at felagskapurin vil børnu- num bata. Og Barnabati hevur verið við til ymsik tiltøk, fyri at bøta um umstøð- urnar hjá børnum og ung- um. T. d. fekk Barnabati 240.000 krónur árliga í 3 ár frá norðurlendskum bróðurfelagsskapum, sum fóru til at fáa upp á beinini Meiaríið í Havn, sum nú er tilhaldsstað hjá ung- dómi. Eisini hevur Barn- abati barna - og ungdóms- telefon, sum nú er víðkað við foreldralinju. Ágangur Í mars skipar Barnabati fyri ráðstevnu, ið hevur til endamáls at varpa ljós á ein trupulleika, sum hevur verið rættiliga fjaldur í samfelag okkara, men sum alt meira hoyrist um. Fokus verður sett á kynsmisnýtslu av børn- um. Endamálið er at skifta vitan og royndir og at vita, hvussu kynsligur ágangur kann fyribyrgj- ast. Ráðstevnan verður á Hotel Føroyum í døgu- num 27. og 28 mars. Ráð- stevnan vendir sær ser- stakliga til barnaverndar- limir, lærarar, pedagogar, heilsu- og sjúkrasystrar, sosialráðgevar, men eisini onnur áhugað eru væl- komin at luttaka. Stevnan er sjálvsagt treytað av, at nóg nógv tekna seg til. Sjálvstøðugur felagsskapur Barnabati er sjálvstøðug- ur felagsskapur, sum tann 22. mars 2000 hevur 20 ár á baki. Felagsskapurin arbeiðir saman við líknandi fel- agskapum í Íslandi, Nor- eg og Svøríki, umframt Red Barnet í Danmark og Save the Children Allian- ce í Onglandi. Barnabati luttekur á fundum hjá norðurlendsku felags- skapunum. Í mars kemur eisini for- maðurin í enska felags- skapinum, Burkhard Gnärig, á vitjan í Føroy- um. Barnabati heldur til í húsunum hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka 10 í Havn. Millum framtíðarætl- anirnar hjá Barnabata, er at fáa eitt fólk í starv nak- arar tímar um vikuna, tí sera nógv skrivligt tilfar er at taka sær av. Forkvinnan í Barna- bata, Marna Olsen, vænt- ar sær nógv av ráðstevn- uni í mars, tí góð og skikkað fólk luttaka. Hon vónar, at nóg nógv tekna seg sum luttakarar, so stevnan kann gerast veruleiki.