Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. februar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 28 - 10. februar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 28 - 10. februar 2000 JÁKUP MØRK Gamli Jupiter, sum fram- vegis er á føroyskum hond- um, liggur enn í Gøtu, hóast talan leingi hevur verið um at selt skipið. Annars hoyrdist herfyri, at skipið var selt, man tá vit spyrja reiðarunum, Atla Hansen, um hann kann vátta hesum, svaraði hann: »Hevði tað verið so væl«. Sáttmáli gjørdur Atli greiðir tó frá, at russar hava verið og hugt at skipi- num, men tað langa tíð at arbeiða við eini slíkari sølu. Umleið hálvt ár er nú lið- ið, síðani russar vóru her og hugdi at skipinum, og sum so hava teir helst verið nøgdir við tað, sum teir hava Gongur striltið Enn liggur gamli Jupiter við bryggju í Gøtu, men eigararnir vóna, at hetta ikki verður so leingi afturat. Talan er um, at skipið skal seljast til Russlands sæð. Í øllum førum kann Atli Hansen vátta, at sølusátt- máli er gjørdur, men at sølan ikki er avgreidd fyri tað. Hetta tí tað við einum sølusáttmála fylgja ymsar treytir, sum bæði keypari og seljari skulu uppfylla, og enn restar so nakað í hesum viðvíkjandi, greiður Atli frá, uttan at útgreina nærri, hvørjir lutir av sáttmálanum talan er um. Sambært reiðaranum er enn ikki greitt, nær endaliga sølan kann fara fram, og heldur ikki er gjørligt at fáa upplýsingar um søluprísin. Upp á spurningin, hvørt teir eru nøgdir við prísin, er svarið, at teir sum so ong- antíð eru nøgdir við prísin, men at tað týdningarmesta hjá teimum er at sleppa av við bátin, sum við tíðini er komin nakað upp í árini. Gamli Jupiter varð bygdur afturi í 1972. Gongur hampuligt Annars verður sagt úr Gøtu, at fiskiskapurin hjá nýggja Jupiter hevur gingið hamp- uliga væl higartil, men so heldur ikki meir. - Veðrið var sera ringt í desember mánaði, so tá hylnaðist einki serligt, greiður Atli frá. Higartil í ár hava teir verið og roynt eftir makreli, og nú verður so farið eftir lodnu. Vónirnar til nýggja skipið eru tó góðar, og reiðarin heldur fyri, at vóru tær ikki tað, varð ongantíð farið undir hetta nýggja projekt- ið. Tað er P/F Driftin, sum eigur og rekur Jupiter. JÁKUP MØRK Eftir ætlan skulu Fuglfarða og Nes sóknar prestagjald skipast av nýggjum, og fer hetta væntandi at viðføra, at vit innan stutta tíð hava fingið enn eitt prestagjald her á landi, Glyvra presta- gjald. Hetta merkir, at bygdirnar frá Runavíkini til Skipanes, umframt Rituvík, verða skipaðar undir nýggja prest- agjaldinum, og og at Gøt- urnar síðani verða lagdar afturat tí, sum tá er eftir av Nes sóknar prestagjaldi. Fuglafjarðar prestagjald kemur sostatt at fevna um somu bygdir sum framman- undand, Gøturnar tó undan- tiknar. Enn er ikki endalig av- gerð tikin hesum viðvíkj- andi, men Hans Jacob Jo- ensen, bispur, sigur við Sos- ialin, at málið í løtuni liggur hjá Kirkjumálaráðnum. Um knappan mánað Verður ætlanin veruleiki, fer hetta samstundis at merkja, at nýggjur prestur skal set- ast í Glyvra prestagjaldið, sum tað ætlandi skal nevn- ast. Enn er sjálvsagt einki avgjørt í so máta, men verð- ur starvið lýst leyst at søkja til ta tíð. Hans Jacob Joensen greiður annars frá, at hann enn ikki veit, nær eitt møg- uligt býti av prestagjøldu- num skal fara fram, men at hann tó munnliga er kunn- aður um, at hetta helst verð- ur longu 1. mars. Um so verður fæst helst skjótt av vita, tí neyðugt er við kongaligari resolutión, soleiðis at Margretha Drotn- ing skal skriva undir Nýtt prestagjald Gongst eftir ætlan, verður nýtt prestagjald skipað í Eyst- uroynni um knappan mánaða. Nýggja prestagjaldið fær heitið, Glyvra prestagjald Glyvra kirkja, sum verður ein av kirkjunum í nýggja prestagjaldinum Spara 2,2 mió. í rakstrinum Í ongum føri er talan um uppsøgn or- sakað av misnøgd við starvsfólkið. Tvørturímóti harmar tað leiðsluna at noyðast at siga dugnaligum og álít- andi fólki úr starvi, sigur stjórin í Sjónvarpinum, Tróndur Djurhuus, í tíðindaskrivi ÓLAVUR Í BEITI Í tíðindaskrivi mikukvøldið frá stjóranum í Sjónvarpi- num, verður sagt, at SVF hevur sera trongar fíggjar- karmar, og leiðslan hevur eftir drúgvar og nágreinilig- ar viðgerðir gjørt ta niður- støðu, at neyðugt er at spara 2,2 mió. krónur í rakstrinum í ár til tess at hava eitt nóg trygt gjaldføri. – Í hesum sambandi verða íløgur fyri uml. eina millión krónur útsettar, og vanligur rakstur verður skerdur 250.000 krónur. Hetta er sera harmiligt, av tí at stovn- urin er illa fyri tøkniliga, og raksturin er longu framm- anundan skerdur og sera tepur, sigur Tróndur Djur- huus. Og víðari sigur stjórin í SVF, at enn harmiligari er tó, at neyðugt er at spara útvið eina millión krónur í lønum. Leiðslan hevur roynt at gera hesa sparing so lagaliga sum til ber, men tað er altíð nívandi, tá ið fólk verða uppsøgd, bæði fyri starvsfólkið, stovnin og leiðsluna. Onga almenna viðmerking Í tíðindaskrivinum váttar stjórin í Sjónvarpinum, at uppsagnirnar raka seks starvsfólk, summi av teim- um hava havt niðursetta tíð. Arbeiðstíðin verður eisini stytt hjá trimum starvsfólk- um, og onkur fær haraftrat tilboð um fyribils at taka við øðrum starvi, eins og ar- beiðstíðin hjá onkrum verð- ur broytt nakað. – Í ongum føri er talan um uppsøgn orsakað av misnøgd við starvsfólkið, sigur Tróndur Djurhuus, og leggur aftrat, at tvørturímóti harmar tað leiðsluna at noyðast at siga dugnaligum og álítandi fólki úr starvi. Tey, ið uppsøgd eru í SvF starvast soleiðis: Eitt fólk í savninum, eitt fólk á mentanardeildini, eitt í avgreiðsluni, tveir band- menn, ein sendimaður og trý onnur fólk eru sett niður í tíð – Leiðslan vil ikki gera nakra almenna viðmerking til tær einstøku uppsagnir- nar ella broytingarnar í starvsviðurskiftunum, sigur stjórin í Sjónvarpinum í tíð- indaskrivi, sum sent er út. ÓLAVUR Í BEITI Fyri ikki so langari tíð síðan fekk Signar á Brúnni frá- greiðingina um Sjónvarp Føroya, sum Rasmussen & Weihe gjørdi, og frágreið- ingin vísti nágreiniliga støð- una í SVF. Kringvarpslógin hevur havt sína ávirkan á støðuna hjá sjónvarpinum, har 1/3 av tilfarinum skal verða føroyskt tilfar, eftir hesi lóg, og hetta er so eitt av tí, sum stjórin í SVF hev- ur tikið til eftirtektar, tá ið hann hevur sett fleiri fólk t. d. Og so hava metingarnar sum gjørdar eru viðvíkjandi spølunum í sjónvarpinum ikki hildið, og hetta tilsam- ans hevur verið um at koll- siglt hesum loftmiðli í hvussu so er einaferð. Umframt alt hetta, sum hevur verið við til at gjørt støðuna sera trupla bæði hjá sjónvarpsstjóranum og leiðsluni í SVF, og eisini hjá Sginari á Brúnni, menta- málaráðharra, hevur ein tyngri byggirokning frá 1997 gjørt støðuna sera trupla á fíggjarliga økinum hjá sjónvarpinum. Leiðslan velur sjálv Í stuttari viðmerking við Sosialin, sigur Signar á Brúnni, at hann sendi skriv til leiðsluna í SVF í juni í fjør, har álagt er leiðsluni í fyrsta lagi at senda ment- amálaráðharranum rokn- skapin fyri hvønn mánað, og nevnt verður eisini at gjørligt verður ikki í fram- tíðini at fáa nakra eykajátt- an. – Hesum hevur leiðslan so fylgt og tekur nú tey keð- iligu stig sum takast mugu fyri at fáa stovnin at koyra, sigur Signar á Brúnni. Spurdur um ikki tað kann kastast leiðsluni fyri at slík- ar hópuppsagnir skulu til, sigur Signar á Brúnni, at í hesum skrivi sum leiðslan fekk í juni í fjør liggur so, at leiðslan skal fáa tað at bera til, og vit fara ikki at leggja okkum í, hvussu leiðslan ger tað. Tá ið løg- tingið ikki vil játta sjónvarp- inum pening, ja so má leiðslan sjálv reka stovnin á sín hátt, sigur mentamál- aráðharrin, og vísir eisini til at Fíggjarmálasýrið kom Hava eftirlit við rakstrinum av Sjónvarpinum Hvønn mánað síðan í mai í fjør hevur mentamálaráðharrin fingið frágreiðing frá leiðsluni SVF um gongdina á stovninum eisini inn í myndina í fjør við sínum treytum. Varisliga privatisering av almennum partafeløgum Fyri at náa út til ein breiðan keyparaskara beinanvegin, eigur at verða kannað, um teir 6000 – 7000 núverandi privatu partaeigararnir í Føroya Banka, og fyrrverandi eigarar í Sjóvinnubankanum og Føroya Banka, sum fingu teirra partabrøv niðurskrivað, ikki eiga at fáa ein fyrimun í samband við keyp av nýggjum partabrøvum, sigur Edmund Joensen í viðmerkingunum til uppskot um varisliga privatisering ÓLAVUR Í BEITI Edmund Joensen hevur lagt uppskot fram vegna Sambandsflokkin um at fara undir eina varisliga privatisering av teim al- mennu partafeløgunum, men tað skal verða bein- anvegin. Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Edmund Joensen, at Sambands- flokkurin hevur alla tíðina hildið, at so skjótt sum ringasta kreppan var av, átti at verðið farið undir eina normalisering av eigara- viðurskiftunum í Føroya Banka. Somuleiðis var ætl- anin við at gera stovnar til partafeløg bara fyrsta stig- ið á leiðini, áðrenn farið varð undir at privatisera. – Tað kemur eisini til sjóndar í avtalunum, sum vórðu gjørdar ímillum donsku stjórnina og Føroya landsstýri, hvørjar ætlani- rnar vóru við Føroya Banka. Nevndin í Fígging- argrunninum kom eisini, saman við leiðsluni í bank- anum, við beinleiðis upp- skoti um, hvussu hetta kundi gerast. Sølu av partabrøvum Sambandsflokkurin mælir til, at farið verður undur eina varisliga sølu av part- abrøvum til privatar. Byrj- að verður við at selja til dømis eini 10 – 15% fyrsta árið, fyri síðani at halda fram ár um ár, sigur Ed- mund Joensen. – Fyri at náa út til ein breiðan keyparaskara bein- anvegin, eigur at verða kannað, um teir 6000 – 7000 núverandi privatu partaeigararnir í Føroya Banka, og fyrrverandi eig- arar í Sjóvinnubankanum og Føroya Banka, sum fingu teirra partabrøv nið- urskrivað, ikki eiga at fáa ein fyrimun í samband við keyp av nýggjum parta- brøvum. – Tað er ómetaliga týdn- ingarmikið, at Føroya Banka verða skaptar bestu umstøður til at gerast ein av »krumtappunum« í før- oyska fíggjarheiminum og samfelagnum. Við einum vaksandi privatum eigara- skara fer hann eisini at hava frísku menniskjasál- ina sum drívmegi. Vandin er stórur fyri at bankin, í verandi støðu, ikki fær virkað, sum ein fríur banki eigur at gera, millum annað tí at nevndarlimirnir eru politiskt valdir. Bara 1. stig – Í sambandi við, at Føroya Tele og partur av Trygg- ingarsambandi Føroya vórðu gjørd til partafeløg, var ætlanin at koma før- oyska samfelagnum burtur úr tí monopolstøðu, sum feløgini høvdu. Hetta var fyri okkum í Sambands- flokkinum bara fyrsta stig- ið. Tann ætlanin er framd, og borgarin hevur longu merkt týðiliga broyting til tað betra, bæði í prísum og í betri tænastu. – Næsta stigið er sjálv- sagt at fara undir eina var- isliga privatisering av hes- um fyritøkum. Við hesum verður tryggjað, at menn- ingin av fyritøkunum held- ur fram, so borgarin fram- haldandi fær eina betri og bíligari tænastu. – Tá ið Sambandsflokk- urin mælir til at fara varis- liga fram, so verður her hugsað um, at sera umráð- andi er at fáa rætta virðið fyri ognirnar hjá tí al- menna. Eisini vil flokkurin við hesum tryggja, at sølan fer fram í millum føroying- ar, sigur Edmund Joensen í viðmerkingunum til upp- skotið.