Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. februar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 28 - 10. februar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 28 - 10. februar 2000 ...vit søkja eftir 20 ungum kvinnum og monnum, ið skulu mynda føroyska fiskivinnu komandi árini. Eitt sindur um teg Tú ert púra vitandi um, at Føroyar hava brúk fyri tær. Tað sæst ikki á skræðuni, men tú hevur eitt brennandi ynski um at taka lut í at ávirka framtíðina í Føroyum. Eitt sindur um okkum Vit bjóða eina spennandi útbúgving, ið tekur støði í veruleikanum. Tað, tú lærir, kanst tú brúka, og tey, ið undirvísa, eru fólk í lyklastørvum í føroysku fiskivinnuni. Fiskivinnuskúlin bjóðar tvinnar útbúgvingar !2 ára vinnurættað útbúgving (AIF), ið gevur beinleiðis atgongd til arbeiðsmarknaðin ella tøkniligar útbúgvingar á matvøruøkinum. !3 ára yrkisgymnasial útbúgving (HIF). At ein útbúgving er yrkisgymnasial merkir, at hon gevur atgongd til hægri útbúgvingar. Ring 424573 og bið um umsóknarblað. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna Postrúm 96 - 350 Vestmanna - Tlf. 42 45 73/42 44 96 - Fax 42 44 28 www. fiskvest.fo - Teldupostur: fiskvest@fiskvest.fo stephanssons hús Fólk streyma til Creamy Føroyska Rannvá og danska Rebekka lokka helst út ímóti 4000 føroyingar á konsert Danski barnabólkurin Creamy slær øll met í Føroyum. Tær hava selt fleiri enn 2000 fløgur, og atgongumerkjasølan til konsertirnar gongur við fúkandi ferð EYÐUN KLAKSTEIN Í døgunum við fullveldis- práti, uppriti í trúnaði og breiðum semjum hevur ein danskur barnapoppbólkur óhoyrdan undanvind í Før- oyum. Duoin, har føroyska Rannvá Joensen er ljós- hærdi parturin, hevur fingið so gott tak á føroyingum, at eingin útlendskur bólkur kann samanlíknast við tær. Creamy hevur selt fleiri enn 2000 fløgur í Føroyum, og tað klára bara tær allar- fægstu føroysku útgávurnar. Sølan av atgongumerkj- um til konsertirnar hjá teim- um í Føroyum hevur gingið so væl, at hendan sølan eig- ur ikki sín líka. Konsertin í Runavík var útseld eftir fá- um døgum, og nú eru bara fá hundrað av teimum 1900 atgongumerkjunum eftir til eykakonsertina í Havn. Útselt verður helst til báð- ar konsertirnar, og tí fer Creamy við sínum donsku barnasangum at savna út ímóti 4000 føroyingar á konsert vikuskifti 19. og 20. februar. Saman við Creamy fara eisini Kular Røtur at spæla, og tey standa fyri tí meira heimliga ískoytinum á kon- sertunum. Grammy til Creamy Leygardagin fekk Creamy eina virðisløn fyri at hava gjørt bestu donsku barna- fløguna í farna ári. Á stórum hátíðarhaldi í Keypmanna- havn fingu Rannvá og Re- bekka eina av Grammy- virðislønunum tillutaðar. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur tónleikari vinnur eina Grammy-virðisløn. Creamy eru nógv um- bidnar til konsertir í Dan- mark, og har savnast nógv fólk, tá tær báðar genturnar syngja. Tað er Kappróðrarfelagið NSÍ og Kyndil, sum skipa fyri konsertunum í Føroy- um, og konsertirnar fara helst at kasta okkurt oyrað av sær, hóast nógvar útreið- slur standast av konsertu- num. Nikotin líka vanaelvandi sum heroin Bretskt læknafelag heldur, at myndugleikarnir skula skerpa eftirlitið við tubbaksvørum Bretska læknafelagið The Royal College of Physi- cians (RCP) vil hava myndugleikarnar at betra eftirlitið við tubbaksvør- um. Og fólk sum roykja skulu hava hjálp til at leggja av. Ein nýggj frágreiðing hjá RCP mælir til, at myndugleikarnir seta ein serfrøðingabólk, sum skal kanna, hvussu útbreiðsl- an av nikotin kann av- markast. Frágreiðingin heldur, at nikotin er líka vanaelv- andi sum heroin og kokain, og tí skal evni hava somu við- ferð sum hesi. RCP sigur, at hátturin sum verður nýttur at máta nikotin og tjøru í sigarett- um er villeiðandi, tí hann tekur ikki hædd fyri, hvussu sigarettir verða royktar. Frágreiðingin heldur eisini, at frámerki sum light og ultra light skulu forbjóðast, um tað ikki eru sannførandi prógv fyri, at hetta minkar um heilsuvandan við royk- ing. Í Bretlandi er tubbaks- royking orsøk til fimta hvørt deyðsfall. Nýggjar fløgur á veg Fólk skulu hjálpast til at leggja at roykja Seinasta fríggjadag var al- menni útgávudagurin av nýggju fløguni hjá Jørgini Dahl, men eitt óheppið mis- tak í fløguframleiðsluni hevur havt við sær, at fløgan ikki enn er sett til sølu kring landið. Hon hevur verið at fingið í handlinum hjá Tutl í Havn, men fólk hava fingið at vita, at tey kunnu býta fløguna umaftur, tá nýggja sending- in kemur Plátufelagið Tutl hevur gjørt framleiðarn varugan við mistakið, og nú eru nýggjar fløgur á veg til Før- oya. Kristian Blak kundi í gjár ikki siga við vissu, nær nýggju fløgurnar koma til landið, men leygardagin verða tær í øllum førðum at fáa. Tá verða teir eisini beinanvegin sendar kring landið. – Hetta var stórt spell, men eg óttist ikki fyri, at sølan verður nakað serligt ávirkað av hesum. Áhugin fyri fløguni er stórur kring landið, so nú ræður tað bara um hjá okkum at fáa hana til landið sum skjótast, sigur Kristian Blak. Lost Pilgrims hjá Jørgin Dahl er fyrsta soloútgávan hjá honum, og ummælini av fløguni hava verið góð. Jørgin Dahl og Tutl høvdu fríggjadagin móttøku í sambandi við nýggju útgávuna hjá klaksvíkinginum Mynd: Jonhard Hammer