Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. november 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 214 - 6. november 2006 ] Hanus Eliasen til EB/Streym Leygardagin skrivaði EB/Streymur og Hanus Eliasen undir sáttmála, sum sigur, at hann komandi kappingarár skal leika fyri EB/Streym. Tað boðar felagið frá á heimasíðu síni. Harvið hevur felagslið styrkt um álopssinnaða partin av liðnum. Hanus Eliasen er fyrsti nýggi leikarin EB/Streymur hevur gjørt avtalu við eftir at kappingin endaði, og bæði Ronnie Samuelsen og Fróði Clementsen boðaðu frá, at teir ikki ætla at spæla fótbólt komandi kappingarár. Kvinnlandsliðið er úttikið Álvur Hansen, landsliðsvenjari, boðaði fríggjadagin frá, hvørjar 17 spæl­ ar­ar hann fer at hava við sær, tá kvinnulandsliðið seinni í mánaðinum skal spæla EM-undankapping í Kosovo. Ikki óvæntað er tað KÍ, sum dominerar úttøkuna, og hava tær fimm spælarar í hópinum. Hetta er tó væl minni, enn tað áður hevur verið. Umframt Álv fer Jacob Thomsen, hjálparvenjari, eisini við á ferðini, og eru tær 17 kvinnurnar í hópinum hesar: Bjørg B. Syderbø HB, Asta Magnussen, Elin Katrina Haraldsen AB, Hanna Isaksen, Doris í Garði Joensen, Heidi Heinesen GÍ, Heidi Sevdal NSÍ, Ragna Patawary, Malena Josephsen, Rannva B. Andreasen, Randi S. Wardum, Bára S. Klakstein KÍ, Maria Vang Justinussen, Eyðfríð Kristian­sen B36, Olga Kristina Hansen Oure, Tordis Christiansen, Annelisa Juste­sen ÍF Føroya. Kvinnurnar hjá ÍF vunnu ein sera spennandi dyst í Sør­ vági sunnudagin, og tær hava nú vunnið fýra dystir á rað í meistaradeildini hjá kvinnum FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Sunnudagin var toppdystur í Sørvági í meistaradeildini hjá kvinnum. Her tók SÍ ímóti ÍF, og hesin dysturin bleiv sera spennandi. Í byrjanini var tó einki sum bendi á, at SÍ skuldi megna at hótta ÍF á nakran hátt. ÍF vann nevniliga tvey tey fyrsta settini trygt, 11-25 og 21-25, og nú sá ikki alt ov gott út hjá kvinnunum í Sørvági. Men so kom gond á sør­ vágs­kvinnurnar. Tær svar­ aðu aftur í triðja setti, sum tær vunnu tepurt 25-22, og nú var dysturin aftur opin. Í fjórði setti gjørdi SÍ bart. Tær hølvaðu ÍF av 25-14, og nú stóð á gomlum nøglum hjá ÍF. Nú mátti ein javnbrótari til, fyri at ein vinnari skuldi finnast. SÍ hevði spælt sera væl síðstu tvey settini, og tí var líkt til, at kvinnurnar úr Sørvági skuldu fara at draga longra stráðið í síðsta setti. Men so bleiv ikki. Kvinn­ urnar hjá ÍF komu út sum eitt ódnarveður í síðsta setti, og tær vunnu at enda sann­ før­andi í síðsta settinum. Úr­slitið gjørdist 7-15. Enn einferð megnaði ÍF at vinna, og nú eru tær ósigr­aðar í fýra dystum, og tær liggja eisini á odda í meistaradeildini við 8 stig­ um saman við Drátti. SÍ-ÍF 2-3 (11-25, 21-25, 25-22, 25-14, 7-15): Fjórði sigurin á rað til ÍF – Vit hava fleiri streingir at spæla á Eftir dystin fingu vit orð­ ið á Inga Olsen hjá VÍF. Hann helt breiddina vera ein av stóru mun­unum á liðunum henda dagin. – Vit vinna dystin, tí vit hava fleiri streingir at spæla á. Toppskjúttin hjá okkum fær bert fýra mál, men vit hava nógvar málskjúttar. Hjá KÍF eru bert fýra málskjúttar, og tá verður lættari at dekka upp hjá okkum. – Annars haldi eg, at áskoðararnir fingu ein spennandi dyst henda dagin. Dysturin var góð­ ur, liðini spældu skjótt, og so var týðiligt, at báðir partar vildu vinna, sigur Ingi Olsen at enda. – Vit brenna ov illa Gert Hansen hjá KÍF var hampiliga væl nøgdur við spælið. Hann metti, at royndirnar hjá vestmenningum sigraðu henda dagin. – Dysturin er sera javn­ur, og vit hava fleiri møguleikar at leggja okkum avgerandi fram um. Men vit brenna ov illa, og tá koma roynd­ irnar hjá VÍF til sjóndar. Tá vit brenna okkara møguleikar, so vera vit straffaðir í hinum end­anum, og tað er júst hetta, sum hendir til síðst. Gert ásannaði eisini, at byrðan gjørdist tung, tá Rógvi Weyhe fekk reytt kort. – Vit maglaðu tveir leik­arar til dystin, so tað kom illa við, at vit mistu Rógva longu í fyrra hálvleiki, sigur Gert Hansen at enda. VÍF kom aftur á røttu kós eftir teirra ósigur fyri Neistanum síðta vikuskiftið. Sunnudagin vunnu teir á KÍF, og nú liggur VÍF á øðrum plássið í Atlantic Airways deildini HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo VÍF hevur havt eitt sving­ andi ár inn til víðari. Undan dystinum ímóti KÍF høvdu teir vunnið ein dyst, spælt ein javnan og tapt ein. Síðsta vikuskiftið taptu teir fyri Neistanum, og tí hevði tað stóran týdning fyri VÍF at vinna dystin í Vestmanna ímóti KÍF sunnudagin. KÍF skuldi hinvegin royna at halda góðu gongdini. Teir fingu eina ringa byrjan uppá kappingini, tá teir máttu taka til takkar við tveimum stórtapum í fyrstu dystunum. Men síðsta viku­skiftið kom vend í, tá KÍF hølvaði Kyndil av í Kolla­firði. Hesa gongdina ætlaðu kollfirðingar at halda fast í, og tí ætlaðu teir sær til Vestmanna eftir báðum stigunum. VÍF fekk góða byrjan Tað var eisini týðiligt, at VÍF vildi vaska tapið frá síðsta vikuskiftið av sær. Teir lógdu hart út, og eftir 6 minuttir høvdu teir lagt seg á odda 6- 2. Vestmenningarnir tóktust ótrúliga uppsettir, meðan kollfirðingarnir sóu nakað slappir út fyrstu løtuna. Men soleiðis var tó eisini í Kollafirði síðsta vikuskiftið, tá KÍF vann tryggan sigur á Kyndli. Ta ferðina vóru teir aftur 6-0 beinanvegin. Knappliga kom KÍF í gongd, og eftir eini lítlari løtu høvdu teir eisini bart seg upp á javnleik. So leikaði javnt á í eina løtu, og tá tað nærkaðist hálvleikinum var bert tað ein stigið á muni millum liðini bæði. Reytt kort Men beint undan steðginum hendi nakað, sum helst fekk eina ávirkan á dystin. VÍF var farið í álop, og har vóru bara nøkur sekund eftir av seinna hálvleiki. Støðan var tá 15- 14 til VÍF. So hendi tað, at vestmenningar mundu mist bóltin. Koll­firð­ing­ar vóru grammir eftir bólt­inum, men á ein ella annan hát endaði bólturin hjá Inga Olsen. Hann setti beina kós ímóti málinum, men bleiv so steðgaður av Rógva Weyhe. Rógvi fekk sína triðju útvísing, og tí mátti KÍF leika restina av dystinum uttan Rógva. VÍF megnaði tó ikki at skora, og tí var hálvleiksstøðan 15-14 til VÍF. Kreftirnar gingu undan hjá KÍF Nú stóð ikki so væl til hjá KÍF. Undan dystinum var greitt, at teir máttu vera bæði Karl Johan Djurhuss og Petur Martin Poulsen fyriuttan, og tí kom reyða kortið hjá Rógva illa við. Nógv mundu halda, at nú stóð ikki so væl til hjá KÍF, men sum seinni hálvleikur leið, so var nógv sum bendi á, at dysturin kundi blíva ómetaliga spennandi. Hvørki av liðunum vildi geva seg, og tá bara 10 minuttir vóru eftir stóð enn á jøvnum millum liðini bæði. Men tað tóktist, sum hevði VÍF brúkt sínar kreftir rætt. Teir høvdu skift nógv út, so menninir vóru allatið frískir. Hjá KÍF stóð ikki so væl til. Har vóru ikki so nógvir leikarar, eftir at Rógvi hevði fingið reyða kortið, og tí var ikki so nógv fólk at taka av. Móti endanum var týðiligt, at orkan var við at ganga undan hjá KÍF. Upplagdir møguleikar blivu brendir, og hetta megnaðu frísku vestmenningarnir at taka nyttu av. Tá 5 minuttir vóru eftir legði KÍF seg á odda 22-23, men so var liðugt. Eftir hetta tók VÍF yvir, og teir fingu fýra mál á rað, uttan at KÍF fekk nakað mál. Sostatt vunnu vestmenningar 26-23 í einum sera góðum og spennandi dysti ímóti KÍF. Nú er VÍF komið aftur á rætta kós, men teir fingu harða mótstøðu frá einum vælkempandi KÍF-liðið, sum helst føldi, at teir við eitt sindur av hepni kundu fingið eina stigið við úr Vestmanna. Royndirnar hjá VÍF komu teimum tó til góðar henda dagin, og nú eru teir á øðrum plássi í Atlantic Airways deildini, beint í hølunum á Neistanum. VÍF-KÍF 26-23 (15-14): VÍF vann spennandi dyst Vestmenningar skuldu prógva, at teir enn hoyra til í toppinum. Og tó at tað stóð nógv á móti KÍF, so komu ætlaðu stigini til høldar Mynd: Jens Kristian Vang