Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. november 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 214 - 6. november 2006 ] Wilbek til Neistan Hósdagin 9. november fer danski landsliðsvenjarin Ulrik Wilbek at halda fyrilestur fyri leikarum á besta kvinnuliði og besta mansliði Neistans. Harumframt fáa venjarar, nevndarlimir og leiðslubólkalimir høvi at vera við. Fyri­lesturin verður í kantinuni í Høllini á Hálsi. Ulrik Wilbek er í Føroyum í sambandi við eitt tiltak hjá Føroya Tele, høvuðs­spons­ori Neistans og skipað er soleiðis fyri, at tað ber til hjá honum eisini at halda fyrilestur fyri Neistanum. Ulrik Wilbek er 48 ára gamal og útbúgvin lærarari og skúlaleiðari. Hann gjørd­ist kendur, tá ið hann í nítiárunum var við til fullkomiliga at broyta danska kvinnuhondbóltin. Frammanundan varð sagt, at :”livet er for kort til kvinde­hånd­bold”. Men tá ið donsku kvinnurnar høvdu vunnið EM og VM nakrar ferðir, var myndin fullkomiliga broytt. Í fjør var Ulrik Wilbek settur sum venjari hjá danska manslandsliðnum og ætlanin er, at hann skal endurtaka succe’ina har. Fyrsti sigurin í 16 ár Eftir at tað í 16 ikki hevði eydnast Tottenham at basa grannunum úr Chelsea, bragdaði tað sunnudagin, tá dystur var á White Hart Lane – tað er vøllurin, sum Chelsea-fjepparar hava rópt fyri three-point-lane. Hesa ferð vórðu tey trý stigini tó verandi hjá Tottenham. Claude Makelele legði annars Chelsea á odda, men tá Tottenham alt fyri eitt svaraði aftur við stútara frá Michael Dawsons, sá aftur javnari út. Tað hevur ljóðað, at Chelsea í januar fer at keypa Aaron Lennon úr Tottenham fyri á leið fjóðring milliard krónur, men enn ger ungi kanspælarin sítt besta fyri Tottenham. Hesa ferð fekk hann fatur á einum innleggi frá Robbie Keane, og so stóð 2-1 á talvuni. Hóast Chelsea-liðskiparin, John Terry, varð rikin av vølli fyri at fáa reytt kort, so løgdu gestirnir trýst á seinastu løtuna, men støðan stóð tó ikki til at broyta, og so mátti Chelsea taka til takkar við næsta tapinum hetta kappingarárið. – Tær ungu hava tikið møguleikan Eftir dystin fingu vit orðið á hevaran hjá Drátti, Torgunn Jóns­ dóttir. Hon var, sum vera man, sera fegin um sig­urin á TB. – Ja, hetta var deiligt. Vit spældu ótrúliga væl í dag, og serliga álopið koyrdi væl. Her høvdu vit nógvar leikarar, sum kundu vinna bóltarnar. Hetta hevði stóran týdn­ ing fyri okkum í dag. Vit spurdu hana at enda, hvat tað er, sum ger liðið hjá Drátti so gott í ár. – Eg veit ikki heilt. Vit vunnu meistaraheitið í fjør, men hava síðani mist Ninu Alter, sum helst var besti leikarin í fjør. Eg haldi tó, at yngru leikararnir hava fylt holið eftir Ninu væl, og tað vísir seg, sum allir leikararnir taka nógv størri ábyrgd nú. – Fáa ikki spælið fram Vit fingu eisini orðið á eina heldur lítillátna Sáru Strøm hjá TB. Hon var alt annað enn nøgd við tapið á Giljanesi henda dagin. – Vit fáa slett ikki okkara spæl at koyra. Í fyrsta settið gongur hampi­ligt, men eftir hetta gongur bara skeiva vegin. Vit hava spælt nógv betur í ár, og tað tykist, sum um vit ikki raka dagin í dag. Í flestu bóltunum manglar okkum tað síðsta, og hetta mugu vit bøta til næsta dyst, sigur Sára at enda. Mjølnir vann tryggan sigur á Fram í meist­ara­ deildini hjá monnum leygardagin, og nú tykist, sum Mjølnir vil spæla við í oddinum í bestu mansdeildini FLOGBÓLTUR Teitur Joensen Fram og ÍF hava verið nógv tey bestu liðini í meist­ara­ deildini hjá monnum í ár. Undan hesum umfarinum var ÍF ósigrað, meðan Fram bert hevði tapt ein dyst, nevniliga dystin á Kambsdali síðsta vikuskiftið ímóti ÍF. Hjá Mjølnir hevur verið eitt sindur meir svingandi. Undan vikuskiftinum høvdu teir fýra stig av átta møgu­ligum og lógu mitt í deildini. Um teir ætlaðu at blanda seg í oddin, so var av alstórum týdningi at vinna dystin ímóti Fram. Mjølnir legði hart út Sjálvt um liggur aftanfyri Fram í landskappingini, so var einki sum bendi á, at teir ætlaðu at geva Fram ein ein­asta møguleika í hesum dystinum. Mjølnir legði nevni­­­liga hart út. Í fyrsta sett­i­ð riggaði einki hjá Fram. Mjøl­nir var nógv betra liðið, og teir vunnu eisini hetta sett­ ið trygt 17-25. Gongdin í øðrum setti var júst tann sama. Tað tókt­ist, sum um leikararnir hjá Fram slett ikki vóru klárir til uppgávuna, tí hetta var leikandi lætt hjá Mjølni. Enn einaferð vunnu klaks­víkingarnir stórt. Úrslitið av øðrum setti gjørdist heili 14-25. Vend kom í Nú tóktist dysturin liggja fyri føturnar hjá Mjølni. Teir vóru snøgt sagt nógv betra liðið, og einki týddi uppá, at Fram skuldi fara at vinna triðja settið. Men nú vóru leikararnir hjá Fram byrjaðir at síggja veruleikan í eygunum. Teir byrjaðu at finna flótandi spælið fram, og hetta vísti seg at rigga. Fjórða settið gjørdist sera spennandi, og at enda megn­aði Fram at vinna hetta. Úrslitið gjørdist 26-24, og nú var dysturin opin aftur. Men Mjølnir vildi ikki lova Fram innaftur í dystin. Fimta settið gjørdist eisini spennandi, men nú setti Mjølnir trumf á. Teir vunnu fjórða settið 22-25, og sostatt var dysturin vunnin. Nú hevur Mjølnir togað seg uppá annað plássið, so spennandi verður at fylgja teimum komandi vikurnar. Fram-Mjølnir 1-3 (14-25, 14-25, 26-24, 22-25): Mjølnir vil spæla við Dráttur vann týdn­ ingar­mikla topp­ dystin á heima­vølli ímóti TB leygardagin. Nú hava tær lagt seg á odda saman við ÍF FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lagt var upp til brak í odd­ in­um í meistaradeilini hjá kvinnum leygardagin. Her skuldu kvinnurnar hjá TB ein túr til Giljanesar at møta Drátti. Undan dystinum lógu bæði liðini á odda í meist­ara­deildini hjá kvinnum við seks stigum, og tí var ein sigur av stórum týdningi fyri bæði liðini. TB byrjaði betri Dysturin var javnur í fyrsta setti, men tað tóktist, sum Drátt­ ur hevði ilt við at fáa spælið at koyra. Hjá TB gekst betur, og teirra spæl koyrdi eisini væl betur í fyrsta setti. Sjálvt um munurin ikki var stór­ur á liðunum, so var TB om­­aná alt settið, og tær megn­aðu eisini at vinna settið 21-25. Men so kom gongd á Drátt. Tær fingu spælið at koyra í øðrum settið, og bæði álop og verja stóð væl á vøllinum. Hetta settið førdi Dráttur mest sum allan vegin, og at enda vunnu tær eisini 25-19 sigur. Sera gott spæl Nú stóð aftur á púra jøvnum millum liðini. Dráttur hevði tó verið omaná í øðrum setti, so teirra spæl hevði koyrt betur síðstu løtuna. Tær fingu eisini betru byrjanini í triðja setti. Frá støðuni 7-7 megnaði Dráttur at vinna fimm bóltar á rað, so nú vóru knappliga fimm mál á muni. TB vildi tó ikki geva seg av hesi orsøk, og tær bardu seg væl innaftur í dystin. Løtu seinni hevði TB nevniliga vunnið seg fram um Drátt, og langt út á settið førdi TB 18-21. So tók Dráttur time out, og hetta vendi gongdini. Tær koma út aftur við fullari ferð og vunnu at enda eisini hetta settið. Úrslitið gjørdist 25-23 til Drátt, og nú sá ikki ov gott út hjá TB. Spælið hevði tó ikki verið heilt av vegnum, men sum Dráttur spældi henda dagin, so var ikki lætt at vinna. Fjórða settið gjørdist tað mest spennandi í dystinum. Her stríddust leikararnir fyri hvørjum bólti, og spælið var ómetaliga gott. Álopini koyrdu væl, verjurnar fingu teir mest ómøguliga bóltarnar upp­aftur av gólvinum, og all­ ir leikararnir kempaðu um hvønn bólt. Í byrjanini fylgdust liðini væl at, og mitt í settinum var støðan 10-10, men sum settið leið hevði TB hug at vinna seg fram um. Seint í settinum vunnu tær seg uppá 18-21, og nú sá veruliga gott út hjá TB. Men enn einaferð megnaði Dráttur at berja seg innaftur í dystin. Tær vunnu seg uppá javnleik 23-23, og nú var veruligt lív við at koma í ákoðararnar á Giljanesi. Lið­ini spældu ótrúliga væl, og onkur bóltur var yvir ein minutt til longdar, áðrenn hann bleiv avgjørdur. TB klár­aði at leggja seg á odda 23-24, og tær fingu enn ein møgu­leika at avgera settið. Henda tóku tær ikki av, og so bleiv tað ístaðin Dráttur, sum streyk avstað við sigrinum. Tær vunnu síðsta settið 27- 25, og harvið hava tær nú lagt seg á odda í meistaradeildini hjá kvinnum. TB var tó partur av einum fínum dysti, og sjálvt um tær til tíðir spældu ótrúliga væl, so mugu tær ásanna, at tær taptu fyri einum betri liðið. Sigurin hjá Drátti var nevni­ liga uppiborin. Trý tey síðstu settini spældu tær ótrúliga væl, og ikki minst álopið var ómetaliga fjøllbroytt. Dráttur-TB 3-1 (211-25, 25-19, 25-23, 27-25): Dráttur vann toppdystin Dráttur er einsamalt á odda í kvinnudeildini, eftir at tær um vikuskiftið vunnu oddadystin móti TB Mynd: Álvur Haraldsen