mánadagur 6. november 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 214 - 6. november 2006 ]
Pál Joensen fingið gullnál
Vetrar FM í svimjing hevur verið um vikuskiftið. Fleiri svimjarar úr Tvøroyrar og Vágs Svimjifelag,
sum nú venja saman, fingu heiðursmerkir, men ein skaraði tó framúr.
Pál Joensen fekk nevniliga gullnál og hann er 17. føroyingur, ið klárar hetta bragd. Nálatíðirnar eru
nevniliga nakað heilt fyri seg og nógv betri enn met-tíðirnar.
Fyrsti føroyingurin fekk gullnál í 1975 og Pál er tan 17. í røðini.
Hann fekk nálina fyri tíð sína í 400 metur crawl har hann hevði tíðina 4.02.78.
Tá svimjararnir komu til Vágs sunnukvøldið var móttøka fyri nálavinnararnum Pál og hinum, ið
fingu heiðrsmerkir.
Móttøkan var í svimjihøllini í Vági og Pál og svimjararnir annars vistu av ongum. Heri Mortensen,
fyrrverandi formaður í svimjifelagnum í Vági og svimjari í fremstu røð, helt røðu. Eisini Kirstin Strøm
Bech, borgarstjóri, helt røðu og handaði vegna Vágs Kommunu Pál gávu.
Sir Alex Ferguson
er væl og virðiliga
tann venjarin, sum
hevur sitið longst í
sama felag í dagsins
Premier League.
Samstuindis hevur
hann í 20 ár vunnið
sær status sum tann
í serflokki mest
vinnandi venjarin í
Onglandi
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í dag er eingin ivi um, hvør
er mest vinnandi venjarin
í enskum fótbólti. Í øllum
førum, tá tosað verður um
teir, sum enn eru aktivir.
Sir Alex Ferguson hevur
vunnið alt tað, sum kann
vinnast saman við Man
chester United, og flestu
av steypunum hevur hann
eisini vunið fleiri ferðir.
Mundi fingið sekkin
Men tað var tó nær við,
at allir sigrarnir vórðu
av ongum, longu áðrenn
tað
byrjaði.
Ferguson
hevði longu skapt sær eitt
navn við´framúr úrslitum
í Skotlandi, men tað var
ikki bara gott, tá hann í
november mánaði í 1986
tók við sum venjari í Man
chester United. Og atfinn
ingarnar vóru fleiri, tá hann
alt fyri eitt ruddaði upp
í gomlu garduni. Fyrst og
fremst, so helt prinsipp-
fasti skotin, at talan var um
ov nógv ballarí í hópinum.
Menn sum Paul McGrath
og Norman Whiteside vóru
bert tveir av teimum, sum
undir Ron Atkinson vórðu
mettar sum hetjur, men sum
fingið sekkin frá Ferguson.
Ístaðin vórðu spælarar
sum Dennis Irwin, Brian
McClair og Gary Pallister
keyptir, men úrslitini lótu
tó bíða.
Og í 1990 stóð heilt illa
til.
Manchester
United
var í skeiva endanum av
stigatalvuni, og tá triða
umfarið í FA-Cup stóð á
skránni, var breið semja
í miðlunum um, at hetta
kundi verða seinasti dyst
urin hjá Ferguson við
stýrisvølin.
Eini
boð,
sum nevndin í felagnum
tó tíðum hevur avsannað
síðani, men tað er greitt,
at trýstið var øgiligt. Og
at Manchester United ikki
hevði góðtikið støðuna, um
hon ikki betraðist.
Men tað er – sum maðurin
segði – ein hypotetiskur
spurningur.
Manchester
United vann dystin móti
Nottingham Forest endaði
við 1-0 sigri til reyðu
devlarnar, og síðani hugdu
teir ikki aftur. Árið endaði
við FA-Cup sigri í finaluni
móti Crystal Palaece, og
so hevði Fergie fingið
fyrsta steypið. Tað næsta
kom árið eftir í europisku
steypavinnarakappingini,
og hóast Leeds akkurát
sníkti seg framum ta ferð
ina, so var greitt, at ein
nýggj stórtíð var ávegis hjá
felagnum.
Og við Eric Cantona, sum
kom til á heysti 1993 úr
júst Leeds, fann Ferguson
rætta frymilin. Manchester
United varð nú dominerandi
kraftin í enskum fótbólti øll
90’ini. Minniliga treble-árið
var ivaleyst hæddarpunktið,
men hartil var talan um
so nógvar heiðrar. Eitt nú
hevur Manchester United
sum einasta enska felagið
vunnið tríggjar greipur, og
Alex Ferguson er einasti
venjarin, sum trý ár á rað
hevur lyft meistarasteypið.
Triðja liðið
Stutt inni í nýggju øldini
boðaði
Alex
Fergusen
– sum nú hevði fingið
eitt Sir afturat navninum
– frá, at hann fór at gevast
sum
venjari
á
sumri
2002. Hetta tóktist eisini
merkja spælarahópin, og
kappingarárið 2001/2002
spældi Manchester United
nakað undir miðal. Sjálvur
tók venjari sín part av
ábyrgdini, og eftir at hava
umhugsað støðuna gjørdi
hann av, at hann kortini ikki
vildi gevast.
Ístaðin fór hann undir
tað, sum hann annars alla
tíðina hevði sagt seg ikki
megnað, tá sammett var
við Matt Busby, sum fram
til Fergie varð mettur sum
størsti venjarin í søguni hjá
felagnu. Nevnliga at byggja
sær eitt nýtt stórlið á triðja
sinni.
Við monnum sum Rob
sons, Pallister. Bruce, Can
tona og Schmeichel hevði
Ferguson annars enda 26 ára
bíðitíðini hjá felagnum eftir
meistaraheitinum. Beck
ham, Scholes, Keanee, Stam
og aðrir vóru hornastein
arnir undir næsta liðnum.
Og við Ronaldo, Rooney,
Saha og Ferdinan tykist
Ferguson nú ávegis triða
liðnum. Enn hevur hetta
ikki vunnið meistaraheitið,
men sigurin leygardagin
saman við tapinum hjá
Chelsea sunnudagin hevur
fyribils lagt Manchester
United á odda í Premier
League.
Ungdómsarbeiðið
og sinnið
Hóast Sir Alex soleiðis hevur
verið stóri felagsnevnarin í
nýggju stórheitstíðini hjá
Manchester United, so eru
eisini spælarar, sum hava
verið serstakliga drúgvir
og trúgvir. Ikki minst man
hetta vera úrslit av sterka
ungdómsarbeiðinum, sum
venjarin alt fyri eitt legði
lunnar
undir.
Fremstur
av øllum stendur Ryan
Giggs, sum síðani 1990/91
hevur verið fastur partur
av liðnum. Aðrir trúgvir
stuðlar hava verið og eru
menn sum Gary Neville og
Paul Scholes.
Hesir teljast millum teir
fáu, sum hava »yvirlivað«
sterka sinnalagið hjá skot
anum við stýrisvølin. Ferð
eftir ferð hava áskoðarar
rist høvdið, tá stórstjørnur
eru seldar, tá hesir ikki
longur aktaðu venjaran í
einum og øllum. Seinasta
dømið um hetta var Ruud
van Nistelrooy, sum nú
spælir í Real Madrid. Onn
ur nøvn, sum eru farin
eftir sama leisti, eru Paul
Ince, David Beckham og
Jaap Stam, og tað var eisini
nær við, at listin umfataði
Peter Schmeichel. Hann og
venjarin høvdu nevnliga á
sinni eitt øgiligt skeldarí,
men báðir samdust teir tó
um at samstarva heldur enn
at striðast, og tað man vera
ein avgerð, sum hvørgin
teirra hevði orsøk at angra.
Rundaði tey 20 í stórum stíli
Sir Alex Ferguson
Føddur: 31. desember 1941
Feløg sum spælari: Stranraer. St. Johnstone, Dunfermline,
Glasgow Rangers, Falkirk, Ayr United
Feløg sum venjari: East Stirling, St. Mirren, Aberdeen,
Manchester United
Steypaskáp:
Skotska Premiership: 3 (1980, 1984, 1985)
Skotska 1. deild: 1 (1977)
Skotska FA-Cup: 4 (1982, 1983, 1984, 1986)
Skotska Liga-Cup: 1 (1986)
Enska Premiership: 8 (1993, 1994, 1996, 1997, 1999,
2000, 2001, 2003)
Enska FA-Cup: 5 (1990, 1994, 1996, 1999, 2004)
Enska Liga-Cup: 2 (1992, 2006)
Enska Charity Shield: 6 (1990, 1993, 1994, 1996, 1997,
2003)
UEFA Champions League: 1 (1999)
Europa Cup fyri steypavinnarar: 2 (1983, 1991)
Europiska Super-Cup: 2 (1983, 1991)
Inter-Continental Cup: 1 (1999)
FAKTA
Rósur frá
Wenger
Tveir venjarar, sum
tíðum hava verið í
almennum hornatøkum,
eru Alex Ferguson og
Arsene Wenger, ið er
maðurin handan framúr
úrslitini hjá Arsenal sein
astu 10 árini.
Mangan hevur orða
drátturin verið sera
harður, men hetta forð
aði tó ikki Wenger í at
rósa Ferguson, nú hesin
fór um tey 20 árini í
venjarasessinum.
- Hvør vil ikki vera
tann besti? Tað er nak
að, sum ein og hvør
venjari hevur hug til,
men í løtuni er tað
Ferguson, sum eigur
hendan heiðurin.
- Sjálvandi er trupult
at sammeta avrikini
hjá ymsu venjarunum.
Og tað er munur á tí,
sum Clough gjørdi í
Nottingham Forest og
tí, sum Ferguson hevur
gjørt
í
Manchester
United. Ella tí, sum
Bob Paisley gjørdi í
Liverpool.
- Men samanlagt hev
ur eingin gjørt tað betri
enn Ferguson. Tað er
merkisvert, at ein venj
ari í so drúgt áramál
hevur megnað at halda
motivatiónini hjá bæði
sær og liðnum. Og
samstundis hevur hann
handfarið stressið og alt
annað, sum fylgir við,
tá tú venjari á somikið
høgum støði.
Seinastu 30 árini hevur Feruson vunnið
í alt 36 steyp sum venjari. Av hesum eru
tey 27 komin til høldar gjøgnum 20 ár
í Manchester United. Men enn tykist
hungurin eftir at vinna at vera púrasta
óskerdur
Mynd: Scanpix