fríggjadagur 19. januar 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 19. januar 2001
23
22
Nr. 13 - 19. januar 2001
Stóri eftirspurningurin
eftir BMW-bilum um
allan heim, hevur við
sær at ein stór BMW-
motorverksmiðja, fyri
fýra milliardir krónur,
er sett upp í Hams
Hall í Onglandi, har
400.000 motorar
verða framleiddir
árliga.
Kelda: Motor Magasinet
ÚT AT KOYRA
BILAR
Magnus Gunnarsson
Fríggjadagin 9. februar
verður móttøka í eini
nýggjari fyritøku við Hoy-
víksvegin í Havn. Tað er
Sverri Steintún, ið saman
við øðrum hevur stovnað
fyritøkuna Sp/f VR-Bilar,
sum umboðar bilmerkini
Volvo og Renault.
Nýggj fyritøka
Nýggja fyritøkan heldur til
í somu hølum við Hoyvíks-
vegin, sum Brøður Petersen
Bilar, ið áður seldu somu
bilmerkir, hildu til. Stjóri í
fyritøkuni er Sverri Stein-
tún, ið er ein av partaeigar-
unum í nýggju fyritøkuni. Í
longri tíð hevur verið ar-
beitt við at seta hølini í
stand, so teir kunnu bjóða
kundunum inn í hugnaligt
og
kundavinarligt
um-
hvørvi.
Vælútgjørdir
verkstaðir
Bilverkstaðirnir eru býttir
upp í tvær deildir, har ein
verkførari er á hvørjari
deild. Á lastbiladeildini er
Torleif Nón verkførari, og á
persónbiladeildini er tað
Jóhann Wolles. Báðir verk-
staðirnir eru vælútgjørdir,
og kunnu gera alt arbeiði,
frá at skifta dekk og olju, til
at testa motorar og aðra út-
gerð við nýggjastu elek-
tronisku tøknini. Eisini
hava VR-Bilar eina sproyti-
kabina, so teir eisini kunnu
gera alt lakkeringsarbeiði.
Hjálparbil í
meginøkinum
Ætlanin er eisini at fáa til
vega
ein
vælútgjørdan
hjálparbil, sum hevur alla
neyðuga útgerð til at veita
bráðfeingis hjálp til lastbil-
ar, bussar og entreprenørar,
sum ikki fáa arbeitt, tí teir
eru uppsteðgaðir ella hava
annan akuttan tørv. Hesin
bilur skal dekka alt megin-
økið.
Eykalutagoymslan
verður eisini í tveimum
deildum, har ein goymslu-
maður verður til persón-
bilar og ein til lastbilar og
bussar. Hetta verður gjørt
fyri at tryggja eina vælvirk-
andi goymslu við øllum
vanligum slitlutum og tí,
sum annars krevst á eini
nútímans eykalutagoymslu
til Volvo og Renault bilar-
nar.
Móttøka 9. februar
Nýggir bilar verða eisini
tiknir heim, har fleiri
spennandi nýggj modell, so
sum Volvo S60 og V70, eru
við, eins og ein heilt nýggj-
ur Renault Laguna kemur á
marknaðin í næstum. Á
fyritøkuni starvast 11 fólk,
harav nakrir mans hava ar-
beitt hjá Volvo ein stóran
part av lívinum.
Móttøka verður fríggja-
dagin 9. februar frá kl.
14.00, har møguleiki verð-
ur at hitta nýggju eigarar-
nar, eins og starvsfólkini,
og fáa eitt gott bilprát. Um-
boð fyri Volvo í Danmark
vera eisini til staðar.
VR-Bilar
– nýtt Volvo og Renault umboð
Astra
Cabriolet
Fyrst í mars verður
ein bilaframsýning í
Geneve, har ein
nýggjur Opel Astra
Cabriolet verður sýnd-
ur fram. Fýra motor-
støddir verða at velja í
millum. Bilurin er
teknaður hjá Ber-tone
í Italien.
Kelda: Motor Magasinet
Volvo SCC
Á bilaframsýningini
sum er í Detroit í hes-
um døgum, er trygdar-
konseptbilurin Volvo
SCC, sum t.d. hevur
ein automatiskan
følara, sum við at
finna eyguni á bilfør-
aranum, stillar førara-
setrið soleiðis at bil-
førarin altíð hevur tað
besta útsýnið.
Kelda: Motor Magasinet
BMW
í Onglandi
Sverri Steintún er stjóri, og ein av partaeigarunum í nýggju fyritøkuni við Hoyvíksvegin.
Volvo bussur á lastbilaverkstaðnum. Menninir eru frá vinstru
Kári Olsen, Ove Davidsen og Torleif Nón, verkførari.
Jóhan Wolles verkførari á persónbiladeildini,
saman við stjóranum Sverra Steintún, í
hugnaligu hølunum á bilasøluni.
Fleiri hava ivaleyst
lagt til merkis ein
hvítan Toyota Hiace
vøruvogn við Chips-
Away búmerkjum á
síðuni, uttan at vita
hvat hetta stendur
fyri. Loysnin á hesum
spurningi er nú at
finna á Sandvíka-
hjalla, har Óli Joensen
hevur innrættað sær
hølir til at umvæla
smáskaðar á bilum
eftir amerikansku
ChipsAway skipanini
BILAR
Magnus Gunnarsson
ChipsAway skipanin er
framleidd í USA, har hon
bleiv tikin í brúk í 1986.
Tað vísti seg skjótt, at hetta
varð ein succes, og í 1994
bleiv skipanin útflutt til
Onglands, haðani hendan
skipan verður býtt út um
allan heimin. Danska deild-
in, ChipsAway Skandinavia
A/S, hevur øll rættindi til
skipanina í Skandinavien,
haðani Óli Joensen og
hjálparmaður
hansara,
Sverri Poulsen, hava fingið
sína
útbúgving
innan
ChipsAway, og eru góð-
kendir av teimum. Navnið á
føroysku deildini er Chips-
Away Føroyar Sp/f.
ChipsAway er eitt ein-
dømi innan lakkumvæling-
ar, sum við hjálp av ser-
framleiddum
lakki
og
tøkni, umvælir lakkskaðar,
skøvur í lakkeraðum kú-
fangarum, rustplettir og
líknandi, uttan at allur
skermurin ella kúfangarin
skal lakkerast. Við hjálp av
hesi serligu tøkni, verður
skaðin viðgjørdur i dýpd-
ini, og einans eitt lítið um-
ráði verður viðgjørt, uttan
at
samankomingarnar
síggjast. Umvælingarnar
verða gjørdar uttan at av-
montera teir skaddu lutir-
nar, eins og ongar avmark-
ingar eru hvat viðvíkur
slagi av lakki. Skipanin
tekur eisini hædd fyri, um
lakkið er gamalt og falmað.
Trim-Fix
Trim-Fix er ein effektiv
kosmetisk loysn til skaðar á
inntrekki í bilinum, so sum
plastik, venyl, kunststoff og
leður. Eisini til umvæling
av plastkúfangarum, sum
ikki eru lakkeraðir. Trim-
Fix skipanin viðger evni
við flótandi plastiktilfari,
sum kann tónast í teimum
røttu litunum. Um til dømis
eitt hol er í setrinum av eini
sigarettglóð, kann tað ger-
ast so væl aftur, at lítið og
einki sæst til skaðan. Eisini
um hol er eftir eini telefon,
mikrofon ella »Leysur«
skelti á hýruvognum o.t.
Upp til 50% at spara
ChipsAway
verkstaðurin
hjá Óla Joensen heldur til á
Sandvíkahjalla, aftan fyri
tann stóra grøna bygningin,
sum
Føroya
Fiskasøla
bygdi til goymslubygning,
og Tórshavnar Skipasmiðja
eigur í dag. Tað hevur ikki
verið lætt at fáa hóskandi
hølir í Havn, men Tórs-
havnar Skipasmiðja hevur
víst Óla vælvild, soleiðis at
ChipsAway hevur kunnað
innrættað sær hølir á økin-
um hjá teimum. Ætlanin er
at flyta nærri býnum tá høvi
býðst.
Við at koyra ein bil við
smáskaðum til ChipsAway
verkstaðin, ber til at spara
millum 30 og 50 prosent av
tí, sum ein slíkur skaði ann-
ars hevði kostað at umvælt.
Eisini verða givin pakka-
tilboð, sum fevna um um-
væling av smáskaðum og
steinsløgum, eins og bilurin
verður poleraður. Tey, sum
hava biltrygging við stórari
sjálvsábyrgd, kunnu, um
skaðin ikki er ov stórur,
umhugsa at royna Chips-
Away skipanina, sum kann
geva eitt tilboð, sum møgu-
liga er væl lægri enn sjálvs-
ábyrgdin. Tá slepst undan,
at skaðin verður meldaður
til teirra tryggingarfelag.
Umleið 75 prosent av øll-
um smáskaðum kunnu um-
vælast hjá ChipsAway.
Góð tænasta
Hjá teimum, sum búgva í
Havn, verður tænastan góð.
Tá kundin kemur við bilin-
um, verður hann koyrdur
heimaftur, og bilurin verður
leveraður aftur eftir við-
gerðina. Arbeiðið tekur
vanliga 2 til 3 tímar, ella
upp til ein dag, alt eftir
hvussu umfatandi tað er.
Seinni er ætlanin at fara út
á bygdirnar við umvæling-
unum. Ætlanin er at arbeiða
í leigaðum hølum, tá fleiri í
somu bygd ella øki, hava
bílagt ChipsAway umvæl-
ingar. Annars eru góðir
møguleikar hjá teimum,
sum kortini skulu til Havn-
ar í øðrum ørindum, at
koma við bilinum. Umvæl-
ingarnar taka ikki langa tíð,
og býbussar koyra nú eisini
niðan á Sandvíkahjalla.
Arbeiði sum verður gjørt
á Sandvíkahjalla er fult á
hædd við tey allarbestu um-
vælingararbeiðini
sum
verða gjørd. Vit vóru til
staðar, tá Óli umvældi
frontplátuna á einum Ford
Escort. Har var alt so væl úr
hondum greitt, at tann, sum
ikki veit hvar á bilinum,
tann umvældi skaðin var,
hevur ongan møguleika at
síggja hvar hann hevur
verið. ChipsAway veita
vissu fyri, at teirra umvæl-
ingar halda bilin út. Tele-
fonnummarið hjá Chips-
Away Føroyar Sp/f er
213323, og er eisini at
finna á heimasíðuni:
www.chipsaway.dk
ÚT AT KOYRA
ChipsAway
– amerikansk bilaumvælingarskipan á Sandvíkahjalla
Óli Joensen og Sverri Poulsen frammanfyri ChipsAway verkstaðin, ið er innrættaður til
endamálið. Óli hevur fingið góða hjálp frá vinum og kenningum í hesum arbeiðinum.
LITAVAL
Sandvíkahjalli
ChipsAway verkstaðurin er aftanfyri bygningin hjá Tórshavnar Skipasmiðju, næsti
bygningur aftaná Litaval á Sandvíkahjalla
Óli Joensen er her í holt
við at umvæla ein
skaða eftir ChipsAway
skipanini