fríggjadagur 19. januar 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 19. januar 2001
25
24
Nr. 13 - 19. januar 2001
TINGKVINNA
TJÓÐVELDISFLOKSINS
Annita á Fríðriksmørk
Sosialurin er vorðin eitt
fyrilitarleyst propaganda-
blað. Sakligheitin, sann-
leikin og allar journalistisk-
ar grundreglur verða offr-
aðar fyri at náa tí eina máli-
num: At sverta Tjóðveldis-
flokkin og stuðla leiðarum
Javnaðarfloksins.
Einaferð nevndist tað
”Føroya Social-Demokrat”.
Tað var erligt. Seinni bleiv
tað ”Sosialurin - Frælsi,
javnaður og brøðralag”.
Eisini tað var erligt. Øll
vistu, at hetta var eitt polit-
iskt málgagn, sum hugdi at
samfelagnum gjøgnum ser-
ligar brillur. Og øll lósu
blaðið við neyðugum fyri-
varni.
Soleiðis vóru øll tey
partapolitisku
bløðini:
Politiskt litað, men erlig.
Men so ein dagin varð
kunngjørt, at Sosialurin var
eitt ”tíðindablað”. Hvør
skal siga: Nú skuldu javn-
aðarbrillurnar takast av, og
samfelagið lýsast sum tað
var.
Tað er eingin fráboðan
komin um, at tær reyðu
brillurnar eru settar aftur á
nøsina. Sosialurin roynir
framvegis at selja seg sum
eitt tíðindablað.
Og tað er ikki erligt. Tí
sannleikin er, at ongantíð
áður hevur redaktiónin á
Argjum verið so politiskt
stýrd, sum nú. Ongantíð
áður eru sakligheitin og
sannleikin sett so uttarlaga,
sum tey verða á Argjavegi
26 í dag.
Fjald propaganda
Í dagsins politikki hevur
Føroya Javnaðarflokkur ein
syndarligan leiklut. Hann
hevur ongi konstruktiv
íkast á nøkrum øki. Tað
einasta hann ger, er at vera
ímóti. Og tað, hann fyrst og
fremst er ímóti, eru roynd-
irnar at vinna Føroyum
tjóðarfrælsi. Og hetta er
Javnaðarflokkurin. Flokk-
urin sum m.a. vildi frælsi.
Og stórsta arbeiðið ímóti
tjóðarfrælsi verður gjørt á
Sosialinum.
Blaðnum,
hvørs redaktión setir alt inn
upp á at seta fullveldis-
ætlanina í ringt ljós. Og
serliga Tjóðveldisflokkin
og leiðarar hansara.
Tey politisku tíðindini
verða nærum altíð viðgjørd
við hesum greiða endamáli.
Persónar, sum eru ímóti
føroyskum
tjóðarfrælsi,
verða leitaðir upp, og teirra
meiningar varpaðar út uttan
ein einasta kritiskan spurn-
ing.
Persónar, sum taka undir
við royndunum at vinna
okkum tjóðarfrælsi, verða
tagdir burtur ella fáa polit-
iskt mótspæl frá blaðfólki-
num umgangandi.
Tað ringasta er kortini, at
ósannindi aftur og aftur
verða førd fram, hóast blað-
fólkið veit um tey, og at
stórar yvirskrivtir verða
gjørdar, sum ganga beint
ímóti próvføstum veruleik-
um.
Lat meg bert taka nøkur
dømi úr rúgvuni.
Ábyrgdin hjá ting- og
landsstýrismonnum
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur opið ásannað, at vit í
ávísum førum hava havt
trupulleikar av framferðini
hjá okkara politikarum. (Í
mun til aðrar flokkar, har
slíkt verður tagt burtur og
fjalt).
Vit hava sett krøv til
landsstýrismenn og løg-
tingsmenn, og avleiðingar
eru tiknar av truplum mál-
um. Alt varð gjørt púra
opið, og nógv skriving var í
Sosialinum.
Men Sosialurin viðger
ikki líknandi mál hjá javn-
aðarfólki, hóast hann veit
um tey.
Og redaktiónin ikki bara
tigur, tá tað snýr seg um
javnaðarmenn. Hon fer
longur enn so. Hon gav t.d.
lesarunum beinleiðis mis-
vísandi upplýsingar, tá ein
kanningarstjóri staðfesti, at
Jóannes Eidesgaard sum
landsstýrismaður
hevði
borið
fíggjarnevndini
ósannar
upplýsingar
í
málinum um bygnaðar-
broytingar.
Er tað uppgávan hjá ein-
um ”tíðindablaði“?
Og hví skrivaði Sosialur-
in onki um, at tingmenn
hava fingið 90.000 kr. ár-
liga í kostnaðarendurgjaldi
fyri at búgva í Suðuroy,
hóast teir búgva í Havn?
Hugsið tykkum skriving-
ina, um talan her hevði
verið um tjóðveldismenn.
Vaska 80’ini av sær
Herfyri kom kanningin um
80-árini út í bók. Hon stað-
festir beinleiðis lógarbrot,
fusk og ábyrgdarloysi hjá
leiðandi politikarum.
Men Sosialurin valdi ein
annan vinkul. Hann valdi at
geva fyrrverandi leiðara
Javnaðarfloksins
møgu-
leika at kasta alla ábyrgd
frá sær uttan ein einasta
kritiskan spurning. Lógar-
brotini komu ikki á forsíð-
una. Boðini um, at Atli
Dam helt tað vera ”lætt at
vera
bakklókur”,
vóru
týdningarmeiri.
Síðani var kanningin til
viðgerðar á tingi, og nógv
áhugavert varð ført fram.
Sjálv skjeyt er upp, at tað
átti at verið heitt á ákæru-
myndugleikan um at kanna,
hvørt grundarlag var fyri at
ábyrgda stovnum ella per-
sónum rættarliga út frá frá-
greiðingini.
Men Sosialurin valdi ein
annan vinkul. Hann valdi at
fokusera uppá tær grovu
ákærur og lygnir, sum ein
javnaðarmaður undir orða-
skiftinum setti fram ímóti
einum tjóðveldismanni í
sambandi við ein barnagarð
á Sandi.
Tað, sum stóð í frágreið-
ingini um 80-árini, var satt.
Tað, sum javnaðarmaðurin
førdi fram, var ósaklig
hunddálking og lygn.
Men Sosialurin fokuser-
aði uppá lygnina.
Orsøkin var eyðsædd:
Sannleikin hevði rakt Javn-
aðarflokkin. Lygnin rakti
Tjóðveldisflokkin.
Fullveldismótstøðan
Sosialurin hevur fleiri ferð-
ir tosað við framstandandi
fólk um fullveldi, og felags
fyri hesi útvaldu hjá Sosial-
inum er, at hesi harðliga
átala fullveldistilgongdina,
og tað í stórt uppsettum
greinum. Tað er so tað.
Men hví fáa hesi bara leið-
andi spurningar? Hví verða
ongir kritiskir spurningar
settir teimum, sum vilja
geva
fullvelisætlanini
mønustingin. Hóast hesi
sum oftast hava havt stórt
vald og stóra samfelagsliga
ávirkan í tíðini, tá ið Føroy-
ar fóru á heysin undir
heimastýrinum?
Er tað tí blaðstjórin vil
geva sínum lesarum kunn-
leika og innlit? Ella er
endamálið at agitera móti
fullveldisætlanini?
Hví spyr Sosialurin ikki
fyrrverandi
landsstýris-
menn sum Dánjal Pauli í
Búðini, ella fyrst valda
býráðslimin í Tórshavnar
Kommunu
Jákup
Suna
Joensen um teirra støðu til
tjóðarfrælsi?
Nei, har er eingin áhugi.
Tey, sum eru áhugaverd, eru
Óli og Ingeborg. Atli og
Pauli. Birgir Danielsen.
Erling Olsen. Poul Nyrup
Rasmussen. Ole Stavad.
Thomas
Arabo.
Bjarni
Djurholm. Jørgen Niclasen.
Øll tey, sum so ella so
kunnu nýtast til at skapa
yvirskriftir sum siga, at
fólk ikki skulu stuðla full-
veldisætlanini.
Onkur annar sløðist uppi
ímillum viðhvørt. Men
endamálið er eyðsæð. Tað
er ikki upplýsing. Tað er
propaganda.
Politikarar og
teirra mistøk
Tá ein landsstýrismaður hjá
Tjóðveldisflokkinum
í
sinnismuni leyp framav og
segði ljót orð, gjørdist hetta
stór gøla — og tað er eisini
í lagi. Hann bar seg skeivt
at, og ábyrgdin er hansara.
Men Sosialurin breyt
allar vanligar siðvenjur hjá
føroyskum
blaðfólki
í
hesum máli.
Øll vita, hvat politikarar
siga við blaðfólk millum ár
og dag — og fáur politikari
hevði sloppið undan trupul-
leikum,
um
samrøður
vórðu bandaðar á henda
hátt — og enntá spældar al-
ment.
Tað er eisini vanligt, at
keldan til eina grein slepp-
ur at góðkenna greinina,
áðrenn hon verður prentað.
Men um Sosialurin vil
hava eina aðra siðvenju, hví
verður so ikki fylgt upp?
Hví verður ikki skrivað
um hendingar, tá eitt nú
javnaðarpolitikarar bein-
leiðis hótta og fara harðliga
fram úti á Sosialinum?
Hví verður ikki skrivað
um
javnaðarpolitikarar,
sum leggja trýst á bæði
blaðleiðslu og blaðfólk?
Ella tá politikarar í øðr-
um flokkum siga orð, ið
høvdu fingið orðini hjá
áðurnevnda
landsstýris-
manni at sæð út sum baga-
tellir?
Tað finnast eisini javn-
aðarmenn,
sum
kunnu
loypa framav í sinnismuni.
Hvussu ber tað til, at teirra
illsinnisgleps
ongantíð
koma á forsíðuna á Sosiali-
num sum stórar gølur?
Hví tekur Sosialurin ein-
stakar politikarar burturúr,
og ger teir til nakað serligt í
mun til restina.
Kann tað hugsast, at tann
politiski liturin spælir inn?
Ósannindi
uttan rætting
Í fleiri greinum hevur Sosi-
alurin
endurgivið
tjóð-
veldistingmannin Signar á
Brúnni fyri at siga, at avtal-
ur eru brotnar í sambandi
við
sjónvarpsmálið
og
landsstýrissess hansara.
Undirritaða kann vátta, at
hetta er skeivt. Eingin av-
tala varð brotin. Formaður
Tjóðveldisfloksins gjørdi
greitt frá byrjan, at ongin
nýggjur landsstýrismaður
skuldi setast, uttan so, at
Signar á Brúnni góðtók
hetta. Ikki fyrr enn hetta
var greitt, varð farið undir
at velja annan landsstýris-
mann.
Í fyrsta blaðnum í ár
2001 er aftur ein samrøða í
Sosialinum, har tað verður
sagt, at Tjóðveldisflokkurin
hevur brotið egnar reglur
um val av landsstýris-
manni. Blaðmaðurin stað-
festir í samrøðuni, at Tjóð-
veldisflokkurin skal hava
samtykt nýggjar reglur um,
at í minsta lagi trý skulu
innstillast til starvið. Síðani
sigur hann, at hesar reglur
eru brotnar.
Hetta er ikki rætt. Fyri
tað fyrsta hevur Tjóðveldis-
flokkurin ikki slíka reglu-
gerð. Fyri tað næsta so
vórðu 4 ymisk evni í upp-
skoti meðan málið varð
viðgjørt í flokkinum
Eg veit fyri vist, at
Sosialurin hevur fingið um-
bøn um at rætta hesi
ósannindi, men hevur ikki
gjørt tað.
Suðuroyggin til
javnaðarfólk
Í sambandi við málið um
útgerðarhavn í Suðuroynni,
verður Tjóðveldisflokkurin
enn einaferð gjørdur til
syndabukk í fleiri greinum
í Sosialinum. ”Tíðinda-
flutningurin” er tann van-
ligi: Eingin kritisk viðgerð
av øðrum flokkum, meðan
Javnaðarflokkurin verður
sagdur at vera tann einasti,
ið vil Suðuroynni væl.
Hetta er grov manipula-
sjón. Sannleikin er, at Javn-
aðarflokkurin
oyðilegði
málið fyri suðuroyingar. Í
eini roynd at vinna polit-
iskt, gjørdi flokkurin hetta
málið til partapolitikk frá
byrjan. Og tað gjørdi hann
hóast hann visti, at kom
partapolitikkur uppí, fór
Suðuroyggin at fáa verulig-
ar trupulleikar.
Og ein og hvør kann
eisini skjótt staðfesta, at
Tjóðveldisflokkurin hevur
gjørt og fer at gera alt fyri,
at løgtingsins samtyktir
verða settar í verk — eisini
hon, sum sigur at, at virk-
semi frá oljuvinnuni eisini
verður lagt til Suðuroyar.
Skulu trupulleikarnir hjá
Suðuroynni veruliga við-
gerast sum politiskt mál í
Føroyum, so hevði tað
sanniliga verið Javnaðar-
flokkin, kikarin átti at verð-
ið settur á. Tað er jú bara í
Suðuroynni, at Javnaðar-
flokkurin er sterkasti flokk-
ur. Men hvussu væl hevur
hetta
gagnað
oynni?
Hvussu hevur skilið t.d.
verið á Tvøroyri? Og er
stórsti og sterkasti flokkur-
in í oynni ein av orsøkunum
til skilið? Átti Sosialurin,
sum hevur Suðuroynna sum
nærum fastan tátt í blaðn-
um, ikki eisini at kanna um
stórsti og sterkasti flokkur-
in í oynni kundi lagt sín
politikk um, til gagns fyri
oynna, - heldur enn flokk-
in?
Eingin virðing
fyri øðrum
Flestu tjóðveldispolitikarar
hava eftirhondini so ringar
royndir av Sosialinum, at
tey hætta sær ikki at tosa
við fólk frá blaðnum.
Aftur og aftur brýtur
blaðfólkið tað grundleggj-
andi álit, tú mást hava á
fólki, skalt tú kunna sam-
skifta við tey. Aftur og aftur
verða seriøsitetur og virð-
ing fyri øðrum sett full-
komiliga til viks.
Og harvið setur Sosialur-
in eisini seg sjálvan til viks
sum tíðindablað.
Einaferð stóð ”frælsi,
javnaður, brøðralag” á for-
síðuni á Sosialinum.
Skuldi samsvar verið við
innihaldið, skuldi í dag
staðið ”Fals, ójavnaður og
bøðilslag”.
VIÐMERKING
Sosialurin – ósannindi og propaganda
Sveinur Tróndarson
Anoreksi og bulimi eru
sjúkur, sum hóast tær gerast
alt meira vanligar millum
ungdóm okkara, fáa alt ov
lítla viðgerð í miðlunum.
Nú verður ein roynd gjørd
fyri at kunna fólk um hesar
sjúkurnar, sum á føroysk-
um ganga undir felagsheiti-
num etingarólag.
Hon stendur har sum
Várharra hevur skapt hana.
Kløn, sum eitt piðað, rað,
men hon sær tað ikki sjálv.
Hon er sjúk, men vil ikki
viðganga tað sjálv. Í veru-
leikanum heldur hon, at
hon vigar eitt pund ella
tvey ov nógv. Tá tey eru
farin av, so fer at líkjast.
Hjá okkum, sum hava
matarlyst í heldur ríkiligt
mát, ljóðar hetta sum tað
reina ørvitistos, men hjá
mongum ungum – serliga
kvinnum – er hetta ger-
andiskostur. Matur fer ikki
í tey, sum líða av hesi sjúk-
uni, og tað, sum fer níður
um, kemur ofta skjótari
uppaftur. Tær eru raktar av
etingarólagi og tað er,
tíverri, ein sjúka, sum vind-
ur upp á seg. Eisini her
heima hjá okkum. Sjúkan
er ikki nakað nýtt fyri-
brigdi, minni enn so. Heilt
gamlar søgur geva okkum
ábendingar um, at henda
sjúkan er avgomul, og tað
letur til, at tey tá vistu líka
lítið til at taka, sum læknar-
nir gera í dag. Heiluvágur
finst eingin, tí slík sjúka
grøðist ikki við heiluvági,
og at seta nakrar tummil-
fingrareglar upp fyri sjúk-
uni, tað er púrasta vónleyst,
siga sálarfrøðingar. Í Dan-
mark hava tey seinastu árini
havt eitt felag, sum tekur
sær av áhugamálunum hjá
teimum sjúku, og sum
samstundis eisini roynir, at
gera vart við trupulleikan í
sjónvarpslýsingum. Tí ber í
løtuni til hjá teimum, sum
síggja danskar rásir um
parabol at síggja lýsingar
fyri danska felagnum fyri
teimum við etingarólagi.
Tað var hana vit lýstu í
byrjanini. Vandamikil sjúka
Tey, sum fáa sjúkuna, hava
hjálp fyri neyðini. Bráð-
neyðuga hjálp. Eingin veit
rættiliga hvaðani sjúkan
stavar ella hví hon brýtur
út, júst tá hon ger, men met-
ingarnar eru nógvar. Sálar-
frøðingar kenna heldur ikki
orsøkina og teir vita enn
minni, hvussu ein patent-
loysn upp á sjúkan sær út.
Orsøkin til tað er, at sjúkan
er serstøk fyri hvønn tann
einasta sjúkling, siga sálar-
frøðingarnir. – Tað eru ikki
tveir tilburðir sum eru líka,
og tí er tað so torført at við-
gera, siga teir. Men er tað
torført at viðgera, so er tað
alneyðugt at gera júst tað.
Neyðugt er at koma í
viðgerð so skjótt sum tilber
– áðrenn sjúkan fær yvir-
takið. Fær hon tað, so kann
støðan sum einki gerast
lívshættislig. Nógvir sjúk-
lingar eru deyðir av sjúkuni
av teirri orsøk at teir eru so
illa farnir av sjúkuni, at tað
gerst einki. Tað sigur seg
eisini á ein hátt sjálvt, at
sjúklingar, sum eftir stutt-
um tíðarbili missa millum 8
og 15 kilo, eru veik tá sam-
anumkemur, og tí skal lítil
skelkur til at skræða tey
higani. Kortini síggja sjúk-
lingarnir einki sjálvir og
millum annað tí er sjúkan
so út av lagi torfør at við-
gera. Hvussu kanst tú við-
gera ein sjúkling, sum ikki
heldur seg vera sjúkan.
Fyrilestur og samtala
Hóast lítið er at hoyra um
etingarólag nú, so hevur tað
ikki
verið
eiðasørt
í
føroyskum miðlum. Roynt
hevur verið at gera eitt
sindur burturúr viðhvørt,
men tað hevur neyvan verið
nóg mikið til at hjálpa um
støðuna hjá teimum sjúku
og avvarandi teirra, sum
mangan kenna seg einsa-
møll. Tí verður næstu
tríggjar dagarnar at koyra
undir stirvnaðu umrøðuna
og byrjað varð í gjárkvøld-
ið. Í sendingini Tilvera,
sum Armgarð Arge skipar
fyri, fer ein kvinna, sum
hevur stríðst við sjúkuna í
fleiri ár, at greiða frá,
hvussu hennara lív og levn-
aður hevur verið við hesi
sjúkuni. Fríggjadagin verð-
ur fyrilestur á Parnassinum
á Hotel Hafnia, har tveir
danskir viðgerðarar fara at
halda fyrilestur. Tað eru tær
báðar Christina Petersen og
Inge Christiansen, úr Keyp-
mannahavn, sum fara at
greiða frá tí tær vita um
sjúkuna og viðgerðina av
henni. Fyrilesturin verður
klokkan 19, fríggjakvøldið.
Seinnapartin leygardagin
frá klokkan hálvgun fimm
til klokkan hálvgun átta,
verður møguligt hjá fólki at
ringja inn til tær báðar
donsku
viðgerðararnar,
sum hava drúgvar royndir í
fakinum. tey, sum ringja
fáa 20 minuttir í part, og
hóast hetta ikki er long tíð,
so kann hetta vera neistin,
sum aftur birtir lív í nærum
slóknaðan veik, harafturat
gevur hetta fleiri møguleik-
an
at
sleppa
framat.
Hvørji
telefonnummrini
eru, sum ringjast kann til,
er ikki greitt í løtuni, men
hesum verður lýst við fyri
seg. Vit kunnu leggja aftur-
at, at øll eru hjartaliga væl-
komin
til
fyrilesturin
Hóast tað eru ikki nógvar
upplýsingar at finna á
føroyskum um sjúkuna, so
finnast slíkir á heimasíðuni
hjá danska felagnum fyri
anoreksi og bulimi, sum
eitur www.anoreksi-foren-
ingen.dk.
VIÐMERKING
SJÁLVSTÝRISMAÐUR
OG FORMAÐUR
LANDSFELAGS
SJÁLVSTÝRISFLOKSINS
Edvard Hermansen
Eg kvakk við, tá eg í fyrra-
partstíðindunum í gjár
hoyrdi samrøðu Útvarps-
ins við borgarstjóran í
Hósvík.
Í umrøðuni av einum
fundi við góðari undirtøku
um floksformansvalið í
Sjálvstýrisflokkinum,
leggur
útvarpsmaðurin
niðrandi fyri við at siga, at
Helena Dam á Neystabø
bóltaði akkurát innum.
Útvarpsmaðurin var sjálv-
ur á eykalandsfundinum
og visti væl, at hetta var
eitt spennandi og sera
javnt val, har vinnandi val-
evni ikki koppaði innum
heldur enn hitt tapandi, var
nakar stórur tapari.
So mikið harmiligari er
tað, tá ið Útvarpið fær tað
at ljóða, sum um tað var
gjørd ein seravtala við
Jógvan Mørkøre um valið
og at landsstýrismaðurin í
almanna- og heilsumálum
hevði lovað honum nakað
aftur fyri og soleiðis gjørt
ein
“rossahandil”
við
borgarstjóran fyri eina at-
kvøðu til floksformans-
valið.
Meg persónliga harmar
tað somikið meira, at
Jógvan Mørkøre hevur
málborið seg, sum hann
hevur gjørt, bæði tí at vit
kennast væl og tí hann eis-
ini er bygdarmaður mín.
Og eg veit, at ætlan hans-
ara als ikki hevur verið at
skaða nývalda formannin,
eins og eg veit, at tað ikki
var tað, sum lá í orðum
hansara, men at talan held-
ur var um gáloysni í einum
svari og ein funnin fressur
hjá einum hungrandi tíð-
indamanni, at brúka.
Sum landsfelagsformað-
ur og umboðandi Norður-
streymoy fari eg harðliga
at vísa aftur hesum, at nak-
ar rossahandil skal vera
farin fram í hesum máli,
hvørki frá landsstýris-
mansins,
mínari
ella
Landsfelagsins síðu.
Tað álit, sum víst varð
Helenu Dam á Neystabø á
landsfundi
Sjálvstýris-
floksins er ikki viknað.
Men harmiligt er tað, at
hon aftur nú skal til at
stríðast móti býttisligum
orðavavstri í fjølmiðlum.
At politikarar gera sær
dælt av hesum, varð ikki
annað væntandi, tí egin
brøgd hava ikki megnað at
hevja Jóannes Eidesgaard í
eygum
føroyingsins.
Meinfýsni er eingin dygd.
Edmund Joensen
Anfinn Kallsberg, Høgni
Hoydal og Jóannes Eides-
gaard eru samdir um, at nú
skulu allir føroyingar bara
slappa av og ikki gera ov
nógva baladu, meðan loys-
ingin fer fram. Persónligt
briksl hevur í ov stóran
mun merkt orðaskiftið um
framtíðarstøðu
Føroya,
halda teir.
Teir eru rørandi samdir
um, at politiskur friður má
valda, meðan loysingin fer
fram. Best var helst, um
eingin so mikið sum segði
sína erligu meining um
politikk í hesum tíðar-
skeiði.
Hetta var at skilja sum
niðurstøðan av sendingini,
sum Útvarp Føroya hevði
fríggjadagin í seinastu
viku. Útvarpið hevði sett
fokus á hesa úttalu frá
floksformonnunum á teim
trimum størstu flokkunum.
Donsku slaktaríðini
Tað rennur einum til hugs,
søgan um tá donsku slakta-
ríðini høvdu funnið út av,
at grísarnir skuldu doyvast,
áðrenn teir fóru í “prosess-
ina”. Sagt varð, at teir
høvdu eitt slag av stress, tá
ið teir blivu slaktaðir, og tí
vóru ikki so góðir at fáast
við, sum ynskiligt var. Eis-
ini fingu teir eitt ella annað
í nakkan, sum strammaði.
Kjøtið bleiv ikki so gott av
tí sama heldur, varð sagt.
Fyrimunirnir
við
at
doyva grísarnar vóru fleiri.
Teir vóru minni stressaðir,
góðskan bleiv betri varð
hildið, og størsti fyrimun-
urin var, at “prosessin” fór
nógv stillisligari fram.
Balladan við grísunum,
sammett við áðrenn, var
fyri einki at rokna.
Føroyingar doyvast
Landsstýrið og loysingar-
politikarar tordu ikki at
kennast við sítt egna verk
og sleptu samráðingarúrs-
litinum eftir trimum árum.
Hesir somu leggja nú á
annan bógv, fyri at fáa
loysingina gjøgnumførda.
Teir eru samdir um, at før-
oyingar eiga at sissast ella
doyvast, so at loysingar-
prosessin gerst lættari og
minni stressandi.
Seinasti húsagangur
Stutt frammanundan at
Føroyar fóru á húsagang,
bað Sjónvarp Føroya, í eini
nýggjárssending, formenn-
inar fyri Javnaðarflokkin,
Fólkaflokkin, Tjóðveldis-
flokkin
og
Sambands-
flokkin um at gera eina
meting
um,
hvussu
komandi
árið
fór
at
roynast.
Teir fyrstu tríggir vóru
samdir um, at komandi
árið fór at vera munandi
betur. Mín egna meting var
døpur. Tað fór at enda gali
hjá Føroyum.
Óneyðugt er at siga hvat
hendi. Føroyar fóru einki
minni enn á húsagang
aftaná, við teimum óbøt-
andi menniskjaligu avleið-
ingum, sum tað hevði við
sær.
Søgan endurtekur seg
Fer søgan at endurtaka seg,
nú teir tríggir floksfor-
menninir eru samdir um, at
alt skal fara stillisliga fram,
og at eingin balada skal
vera um loysingina?
Sjálvur nokti eg at
trúgva, at føroyingar longu
hava gloymt tað, sum fór
fram áðrenn Føroyar fóru á
húsagang, og tað sum fram
er farið hesa síðstu tíð av
ørskapi
undur
hesum
landsstýrinum.
Eg nokti eisini at trúgva,
at føroyingar hesuferð lata
seg doyva av sissandi orð-
um frá floksformonnum úr
teim somu loysingarflokk-
unum.
Eitt er heilt vist: Vit í
Sambandsflokkinum fara
ikki at lata okkum doyva
ella sissa, fyri at loysingin
skal fara fram so stillisliga,
at eingin varnast fólksins
egna fall.
Etingarólag undir sjóneykuna
Eingin øsing
Objektivur tíðinda-
flutningur, ella … ?