mánadagur 6. november 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 214 - 6. november 2006
lýsingar
Fulltrúi/ráðgevi í
Løgtinginum
Í umsiting Løgtingsins er eitt starv sum fulltrúi ella
ráðgevi leyst at søkja.
Arbeiðsuppgávurnar hjá fulltrúanum/ráðgevan
um verða hesar:
• Nevndarskrivari og løgfrøðiligur ráðgevi í 3
tingnevndum
• Eftirkanna lógaruppskot og vera løgfrøðiligur
ráðgevi hjá flokkum og tingmonnum í málum,
sum natúrliga hoyra til omanfyrinevndu nevndir
• At luttaka í vanligari málsviðgerð í umsiting
Løgtingsins, og eru uppgávur hennara í stuttum
hesar:
➢at taka sær av øllum umsitingarligum upp
gávum Løgtingsins
➢at vera ráðgevi hjá Løgtingi og løgtings
nevndum í øllum løgfrøðiligum spurningum,
herundir at ansa eftir, at øll mál eru løgfrøðiliga
og málsliga røtt
➢at røkja skrivarauppgávur í Løgtinginum og
løgtingsnevndum
➢at taka sær av skrivarauppgávum hjá Løg
tingsins sendinevndum í Norðurlandaráðnum
og Útnorðurráðnum.
Í umsiting Løgtingsins arbeiða í løtuni 11 fólk, harav
2 løgfrøðingar.
Tann, sum settur verður, skal hava lokið prógv í
løgfrøði. Tann, ið settur verður, skal hava áhuga fyri
politiskum og samfelagsligum viðurskiftum.
Fólk, sum hava lokið útbúgving í summar ella vænta
at verða liðug í januar, eru vælkomin at søkja.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og BLF.
Tann, sum settur verður, má tola broytingar í
arbeiðsuppgávunum.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til Løgtingið, telefon 311000, Súsonnu Danielsen,
stjóra.
Umsóknir saman við prógvum, frágreiðing
um størv frammanundan og møgulig ummæli
skulu vera umsiting Løgtingsins, Tinghúsvegi 13,
Postboks 208, FO110 Tórshavn, í hendi í seinasta
lagi týsdagin, 21. november 2006, kl. 16.00.
Løgtingið, tann 3. november 2006
Nýtt teoriskeið byrjar mikudagin
8. november 2006 kl. 18:00.
Tilmelding hjá:
Hugo Kristiansen 225225
Jari Lykke
503002
Mikkjal Hansen
722578
8:00.
EYSTUROYAR TEORISKÚLI