mánadagur 6. november 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 6. november 2006
29
Pedagogiskur ráðgevi/samskipari til
Barnaverndartænastuna í Suðuroy at
seta skjótast gjørligt
Kundi tú hugsað tær at virka og arbeitt fyri, at børn og ung í Suðuroy fáa
tryggleika, umsorgan og ein tryggan uppvøkstur? So átti tú tá at umhugsa at søkt
arbeiði á Barnaverndartænastuni í Suðuroy.
Á barnaverndartænastuni í Suðuroy hava vit brúk fyri einum fólki í hálvtíðarstarvi
(20-25 t/v), sum skal hjálpa okkum at bøta um umstøður og kor hjá teimum, sum
ikki hava nóg mennandi og tryggan barn- og ungdóm.
Barnaverndartænastan sum bjóðar tænastu til borgarar í øllum kommunum í
Suðuroy, húsast í løtuni í býráðshúsinum á Tvøroyri har 2 fólk arbeiða. Arbeiði,
sum er ógvuliga fjølbroytt umfatar m.a. heimavitjanir, at ráðgeva børnum og/ella
familjum teirra, at samstarva við og ráðgeva stuðlar, sum skulu hjálpa og menna
barnið í og uttanfyri heimið. Í arbeiðinum fert tú eisini at samstarva við nógvar
fakbólkar m.a. innan námsfrøði, sálarfrøði og innan undirvísingarøki. Tú kemur at
taka tær av nógvum ymiskum barnaverndarmálum – gomlum sum nýggjum - og
virkisøkið okkara verður innan karmarnar av barnaverndarlógini.
Vit vænta av tær:
• at tú hevur hóskandi útbúgving (t.d. pedagog, sosialpedagog, lærari, serlærari)
• at tú ert fleksibul og hevur góð samstarvsevni
• at tú ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og sjálvstøðug/ur í arbeiði tínum
• at tú hevur gott innlit og evnar at síggja álvaran í teimum málum tú arbeiðir við
• at tú ert nærverandi og hevur umsorgan fyri barnsins tørvi
Innlit í og royndir frá barnaverndararbeiði/arbeiði við børn og/ella familjuráðgeving
kann vera ein fyrimunur, men er ikki eitt krav.
Tann sum verður settur, fær møguleika at fáa ta útbúgving/eftirútbúgving íð skal
til. Hetta kann viðføra at tú m.a. skalt til Danmarkar nakar ferðir.
Vit kunnu bjóða tær:
• eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði
• møguleika fyri sjálvstøðugari støðutakan innanfyri avtalaðar karmar
• møguleika fyri flekstíð og fyri sjálvtøðugari at tilrættisleggja tínar arbeiðstíðir
Setanarviðurskifti eftir sáttmála við avvarandi fakfelag.
Meira fæst at vita frá Susanne Madsen á tlf: 371085 ella teldupost: susanne@
tvoroyri.fo
Umsókn við relevantum prógvum kunnu sendast til
Tvøroyrar kommuna
Postboks 80
FO 800 Tvøroyri
Mrk.: starv barnaverndarumsitingin.
Freistin at søkja er: mánadagin t. 20/11-06.
Suðuroyar Barnaverndartænasta
www.tvoroyri • susanne@tvoroyri.fo • tlf. 371085 • fax 371814 •
postboks 80 • FO 800 Tvøroyri
lýsingar
Ársaðalfundur
Ársaðalfundurin hjá TB verður í Felagshúsinum,
sunnudagin 19. november kl. 16.00.
Skrá sambært lógum felagsins.
Tvøroyrar Bóltfelag
Søkt verður eftir
lærara
at undirvísa frá ársbyrjan og skúlaárið út.
Annar umsøkjari kann verða settur, um ongin annar
skikkaður umsøkjari er.
Lønar og setanartreytir:
Annar umsøkjari kann verða settur um ongin annar
skikkaður umsøkjari er.
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan
so er, at tann, sum settur verður, er tænastumanna
settur lærari frammanundan.
Starvið er lønt í lønarflokki 18.127.4 sambært avtalu
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir við lívsrensli og avriti av prógvum og
møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum
í hendi mikudagin 22. november.
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til
Marjun Holm, skúlastjóra, á tlf. 302510 og 221466
ella Bjørg A. Poulsen, varaskúlastjóra á tlf. 302510
og 518440.
Eisini ber til at senda teldupost til skúlan
argskuli@post.olivant.fo
Annað starv at byrja
áleið 22. januar 2007 fyri
lærara í barnsburðarfar
loyvi, fulla tíð við hesi
tímatalvu:
2. flokk
• støddfrøði
• kristni
• evning
6. flokk
• støddfrøði
• enskt
• ítrótt
og stuðulstímar
Eitt starv er at byrja 1.
januar 2007 fulla tíð við
hesi tímatalvu:
8. flokk
• støddfrøði
• danskt
• landalæra
6. flokk
• føroyskt
7. flokk
• ítrótt
og stuðulstímar.
Fráboðan um
umhvørvis
góðkenning
Við hesum verður gjørt
kunnugt, at Heilsu-
frøðiliga starvsstovan
tann 3. nov. 2006, við
heimild í grein 26 í
løgtingslóg nr. 134 frá
29. oktober 1988 um
umhvørvisvernd
og
kunngerð nr. 54 frá 3.
mai 1994 grein 1, stk.
4, hevur gjørt ískoyti til
umhvørvisgóðkenning
hjá:
P/F
Faroe
Marine
Products í Leirvík
Góðkenningin liggur
alment
frammi
á
Heilsufrøðiligu starvs-
stovuni.
Avgerðin
kann kærast til lands-
stýrismannin í um-
hvørvismálum. Møgu-
lig kæra skal sendast
Heilsufrøðiligu starvs-
stovuni, Falkavegur 6,
2. hædd, FO-100 Tórs-
havn, í seinasta lagi
fýra vikur frá dags
dato.
Góðkenningin
kann
somuleiðis síggjast á
heimasíðuni hjá Heilsu-
frøðiligu starvsstovuni,
www.hfs.fo
Heilsufrøðiliga
starvsstovan
Reingerðis
hjálp
R e i n g e r ð i s h j á l p
søkist.
Advokatgarðurin
Tlf. 311744
Lesið Sosialin - so eru tit við
Lesið
-so eru tit við!